Altjóða Skrivstovan

Frá MFS Wiki

Far til: navigatión, leita
Holger Arnbjerg leggur fram í Klaksvík

Innihaldsyvirlit

Um ASK

  • Altjóða Skrivstovan, ella oftani ASK, er at finna á heimasíðuni: ASK.FO.

Í Fíggjarlógini stendur soleiðis um Altjóða Skrivstovuna:
"Altjóða Skrivstovan varð sett á stovn í 2000 og er endamálið hjá skrivstovuni at vera savningarstað fyri vitan um útbúgvingar-, granskingar- og stuðulsmøguleikar uttan fyri Føroyar. Herumframt er skrivstovan sambindingarlið millum lesandi og lærustovnar úti og heima og er savningarstað fyri vitan um útbúgving og gransking, sum hevur áhuga fyri føroyingar og Føroyar. Skrivstovan hevur ítøkiligar uppgávur í sambandi við lestrarvegleiðing og -ráðgeving, umseting av millumlanda avtalum og skipanum, umframt samskipan av samstarvi við útlendskar lærustovnar."

Hjálp at fáa

TOEFL Roynd á Altjóða Skrivstovuni.

Tiltøk

Umframt at virka sum samskipari og savningarstað fyri omanfyristandandi, skipar Altjóða Skrivstovan, við Holger Arnbjerg á odda, eisini fyri ymiskum tiltøkum fyri komandi næmingum.

Pisudagar

Pisudagar eru (oftast) tvey líknandi tiltøk, ið vera hildin ymisk støð í Føroyum.

Markleys Útbúgving

Markleys Útbúgving, kallast eisini MÚ ella MÚ10 (fyri 2010), er eitt stórt árligt tiltak samskipað av Altjóða Skrivstovuni.

MFS skrivaði í september 2010 soleiðis um tiltaki.

Tiltaki kallaðist í 2010 "Hvat nú? – Markleys útbúgving".

MFS & ASK

Starvsfólk

Á Altjóða skrivstovuni eru tvey starvsfólk.

Leiðari er Holger Arnbjerg. Hann er vanliga at hitta mánadag til fríggjadag millum 10 og 14 (mikudag 10-18) Men til ber eisini at ringja/skriva teldupost og avtala aðra tíð; tað kann vera ein fyrimunur tí so ber til at fyrireika svarið til júst tín fyrispurning.

Elisabeth Holm skal røkja samstarvið innan LLP-skránna (Lifelong Learning Programme) hjá ES. Elisabeth er dagliga at hitta á Altjóða Skrivstovuni, á tel 592065 ella við at skriva til : eh@ask.fo

Samband

Altjóða Skrivstovan
J.C.Svabos gøtu 14, postrúm 272
FO-110 Tórshavn.

  • Tlf.nr. (+298) 32 20 65
  • Fax: (+298) 35 25 01
  • t-postur: ask@ask.fo

Minnist til

Tá ið tit skriva og biða um vegleiðing, hjálpir tað, um tit siga eitt sindur um tykkum sjálvi, eisini er gott um tit skriva telefon og bústað, so ASK kann senda tykkum møguligt tilfar ella koma í samband við tykkum. ASK er eisini á Skype. Leitið eftir Holger Arnbjerg ella nýtið knøttin omanfyri.

Persónlig amboð