Forsíða
Frá MFS Wiki
Vælkomin inn á MFS-Wiki. Hendan Wiki er ein roynd at lætta um arbeiði felagsins við at samstarva á ein skipaðan hátt. Loyvt er øllum at hjálpa við at rætta og skriva í hesari Wiki. Á hendan hátt ber til at smíðja eitt stað, ið kann hjálpa øllum limum felagsins og annars øllum, ið hava áhuga á arbeiði hjá MFS. Les meira um hvussu tú kanst hjálpa her.
Innihaldsyvirlit |
Broytingar
Broytingar fara fram hvønn einasta dag her á síðunum. Tað ið stóð her á forsíðuni fyri nøkrum døgum síðani (um hvussu ein brúkar eina Wiki), er nú flutt yvir í vinstra bredda.
Nýtt
Ætlanin er at brúka hesa forsíðu at varpa ljós á nakrar av síðunum á MFS-Wiki. Fyrst og fremst fyri at kunna um tað ið stendur á teimum, men sjálvandi eisini fyri at royna at fáa fólk at hjálpa við at skriva tær enn longur og betur. Vónandi gongur ikki long tíð áðrenn tað er okkum møguligt at skráseta nógvar ymiskar síður, ið eru klárar, í eitt yvirlit. Hettar yvirlit fer so at hjálpa teimum, ið hava einhvønn trupuleika.
Síður, ið serliga tørva ábøtur
- Søgan Hjá MFS
- Aðalráðið
- Nevndin í Føroyum
- Nevndin í Keypmannahavn
- Pisan
- Fjølnir
- Skattaviðurskifti (er byrja, men er kanska ov gamalt)
- Stuðulsmøguleikar (er byrja, men er kanska ov gamalt)
- Valrættur teirra lesandi
- Starvsvenjing
- Grunnar og Legatir (nógv er á síðuni, men ivi er í um alt er rætt)
- Uppgávusavnið
- Altjóða Skrivstovan
MFS-Ísland koyra á!
Tað sær út til at Føroyingar í Íslandi hava tikið MFS-Wiki til sín, og eru farin at skriva heilt nógv um nevnd teirra. Áhugavert er at síggja hvussu Nevndin í Íslandi fyri so stuttari tíð síðani er byrja frá einari heilt tómari síðu, og nú er gott á veg at hava síðuna um nevnina klára.
Til dømis ber til at lesa fyrsta tíðinaskrivið, frá desember 2009:
| Tíðindaskriv, Desembur 2009 Sendistova Føroya í Reykjavík hevur seinastu tíðina arbeitt við at skráseta og fáa samband við føroyingar, ið lesa í Íslandi, og leygardagin, 31.okt. 2009, hevði sendistovan bjóðað teimum lesandi inn á gólvið. Eitt av endamálunum við hesum tiltaki var, at kanna, um áhugi var fyri at skipa eina íslendska nevnd undir MFS – Meginfelag føroyskra studenta. Umframt hetta var nógv prát um ymsu royndirnar, fólk høvdu av Íslandi sum lestrar land. Sendistovan fekk eisini nógv hugskot og góð ráð frá teimum lesandi um, hvussu hon kann vera leiðbeinandi og stuðla undir, at fleiri føroyingar koma til Íslands at lesa. Tað vísti seg at vera stór undirtøka fyri at skipa eina Íslandsnevnd undir MFS, og 5 fólk bjóðaðu seg fram til nevndina...(les víðari her) |
Altjóða Skrivstovan eisini komin við
Síðan um Altjóða Skrivstovuna er eisini byrja at taka skap. Síðan um ASK hevur longu møguleika fyri at blíva ein so stór síða at neyðugt kann vera at bróta hana upp í enn minni síður innan leingi. Enn er langt á mál, men MFS vónar at limir felagsins eru við at hjálpa okkum at skriva.
| Í Fíggjarlógini stendur soleiðis um Altjóða Skrivstovuna:
"Altjóða Skrivstovan varð sett á stovn í 2000 og er endamálið hjá skrivstovuni at vera savningarstað fyri vitan um útbúgvingar-, granskingar- og stuðulsmøguleikar uttan fyri Føroyar. Herumframt er skrivstovan sambindingarlið millum lesandi og lærustovnar úti og heima og er savningarstað fyri vitan um útbúgving og gransking, sum hevur áhuga fyri føroyingar og Føroyar. Skrivstovan hevur ítøkiligar uppgávur í sambandi við lestrarvegleiðing og -ráðgeving, umseting av millumlanda avtalum og skipanum, umframt samskipan av samstarvi við útlendskar lærustovnar." |