MFS-Wiki

Frá MFS Wiki

Far til: navigatión, leita
Soleiðis sá MFS-Wiki út tann dagin hon var byrja.

Innihaldsyvirlit

Stutt um MFS-Wiki

Hendan MFS-Wiki var byrja tann 1. september 2010 av næstformanninum í aðalráðnum, Martin Mohr Olsen. Tann dagin skifti heimasíðan hjá MFS snið og var dagført við nýggjum forritum. MFS.FO var skift út við eina Wordpress 3.0 CMS skipan, Kjaktorg frá phpBB var lagt út og hendan Wiki frá WikiMedia Foundation var eisini sett á stovn.

Øll hesi forrit vóru kjósin tí at tey øll eru Open Source og ókeypis at taka niður, ókeypis at brúka og loyvt er at broyta í teimum soleiðis at tey passa seg til arbeiði felagsins. Eisini vóru tey kjósin tí at tey loyva limum í MFS at vera við at hjálpa felagnum á ein lættan og skipaðan hátt, uttan at alt tilfar skal fara forbí einum teldusnillingi ella einari KT-Nevnd.

Hvat er ein Wiki

Hendan wiki er ikki ein beinleiðis partur av Wikipedia.org, men er hon heldur partur av arbeiði hjá Wikipedia, ið kallast WikiMedia. Hendan MFS-Wiki liggur á servaranum hjá MFS og er tá ikki knýtt at Wikipedia á nakran beinleiðis hátt. Tey, ið eru áhugaði, kunnu lesa meira um hvat ein Wiki eru fyri ein stødd, við at fara til hesa Wikipedia greinina á sjálvum Wikipedia.

Hvør sleppur at taka lut

MFS-Wiki er fyri øll, av øllum. MFS bjóðar øllum limum at hjálpa við at rætta, skriva ella broyta í hesari Wiki. Øll hava ymiskar kunnleikar og ymiska vitan. Øll vita um okkurt ið er hent at fáa út til hinar limirnir í MFS. Til dømis veit ein limur okkurt um Altjóða Skrivstovan, ein annar veit okkurt um Holger Arnbjerg og enn ein limur veit okkurt um Seturskrivstovuna. Um hesir limir hjálpast at við hvør sær at skriva eitt petti um tað tey vita okkurt um, er skjótt til at ein grein um Altjóða Skrivstovan kemur upp at standa. Hendan grein slóðar sjálvandi beinan vegin víðari til eina grein um Holger Arnbjerg, Seturskrivstovuna og so framvegis.

Um at brúka MFS-Wiki

Um tú ert limur í MFS, kanst tú rætta og hjálpa við at skriva til hesa Wiki. Um tær tørvar hjálp at brúka eina Wiki, nýt tá tey ymisku hjálparamboðini niðanfyri.

Annars er bara um at skriva. Skriva, ella hjálp til at skriva, um tað tú kennir og har tú følir teg føran fyri at hjálpa. Onki er for lítið at byrja at skriva um. Tá ið ein byrjar at skriva eina grein, er ikki neyðugt at hugsað um uppsetan. Hevur tú ikki hug at fáast við at seta síðuna upp, er bara at skriva beint fram. Einhvør snillingur, ið hevur tíð og hug, tekur sær so seinni av at seta síðuna pent og snøgt upp. Alneyðugt er fyrst og fremst um at skriva tað tú megnar.

Rættingar

Sært tú eitthvørt ið er skeivt á MFS-Wiki er bara um at rætta tað. Talan er oftast um villur av ymiskum slag - helst stavivillur og málsburður. Ivast tú um eitthvørt er rætt ella skeivt ber til at kjakast um hettar við at trýsta á knappin "kjak", ið er at finna ovast til vinstru á øllum MFS-Wiki síðununum.

Reyðar leinkjur

Ein tann lættasti mátin at byrja við at skriva til hesa Wiki er at finna eina "reyða leinkju". Leinkjur á hesum síðunum, ið hava reyðan lit - slóða til greinir sum enn ikki eru til. Trýstur tú á eina reyða leinkju, byrjar tú hesa grein á einari heilt blankari síðu. Tú ert tá tann fyrsti rithøvundurin á síðuni.

Reyðar leinkjur koma oftast frá fólki, ið hava skriva um eitthvørt, ið hevur samband við tað sum stendur í reyðum. Um eg skrivi um eitt nú Seturskrivstovuna, er góður møguleiki fyri at tað ið eg skrivi eisini kann hava okkurt við Setrið at gera. Allarhelst havi eg ikki tíð, vitan ella orku at skriva beinleiðis um Setrið. Við at slóða til hesa greinina í reyðum (um hon ikki longu er til), ber til hjá øðrum limum at arbeiða víðari harfrá.

Stubbar

Grein um Pisuna, tá ið hon var ein Stubbi

Greinir, ið eru byrjaðar men enn eru so smáar at tær sum so ikki kunnu kallast greinir, kallast Stubbar. Hesir sokallaðu Stubbar er greinir, ið einhvør hevur byrja uttan at vera komin serliga langt við skrivingini. Ymiskar grundir kunnu vera til hetta. Byrjandi rithøvundurin hevur møguliga ikki havt tíð at skriva meir, sær seg ikki føran fyri at skriva longur ella ikki veit meira um evni. Stubbar eru eisini ofta eitt róp út til hinar limirnir um at ein grein átti at veri til, men enn ikki er tað. Ein Stubbi er tá ein vegur at seta gongd í greinina og vónandi helda onnur áfram við at skriva hana.

Alneyðugar greinir

Hjálp at brúka MFS-Wiki

Hjálparamboð til Wiki

  • Ein WikiMedia User's Guide er her.
  • Ein "Wikipedia Tutorial" er her.
  • Ein "Wiki Markup Guide" er her.
  • Ein "Layout Guide" er her.
  • Ein "Google Talks" fyrilestur um Wikipedia og WikiMedia er her.
  • Templates
Persónlig amboð