Nevndin í Íslandi

Frá MFS Wiki

Far til: navigatión, leita
Blue Lagoon, í Íslandi

Innihaldsyvirlit

Íslandsnevndin

Bröðrartjóðir heilsast

Sögan

Íslandsnevndin varð stovnað í 2009.

Tíðindaskriv, Desembur 2009

Sendistova Føroya í Reykjavík hevur seinastu tíðina arbeitt við at skráseta og fáa samband við føroyingar, ið lesa í Íslandi, og leygardagin, 31.okt. 2009, hevði sendistovan bjóðað teimum lesandi inn á gólvið. Eitt av endamálunum við hesum tiltaki var, at kanna, um áhugi var fyri at skipa eina íslendska nevnd undir MFS – Meginfelag føroyskra studenta.

Umframt hetta var nógv prát um ymsu royndirnar, fólk høvdu av Íslandi sum lestrar land. Sendistovan fekk eisini nógv hugskot og góð ráð frá teimum lesandi um, hvussu hon kann vera leiðbeinandi og stuðla undir, at fleiri føroyingar koma til Íslands at lesa.

Tað vísti seg at vera stór undirtøka fyri at skipa eina Íslandsnevnd undir MFS, og 5 fólk bjóðaðu seg fram til nevndina. Nevndin hevur skipað seg við Sólju Katrinu Klargaard sum forkvinnu, Yrsa H. Frýdal er næstforkvinna, Vivian Tausen er skrivari, Sølvi Símonarson er peningarøkil og Biretha Vitalis Joensen er umboð hjá MFS í Akureyri. Somuleiðis eru Sólja, Yrsa og Sølvi vald í aðalráðið hjá MFS, ið hevði aðalfund 29. des. 2009.

Nevndin fer at virka fyri at betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Íslandi, at fáa føroyingar at umhugsa Ísland sum møguligt lestrar land, at taka lut á lestrar stevnum og at kunna nýggjum lesandi í Íslandi um mannagongdir í samband við flyting og annað.

Heimasíðan hjá MFS Ísland er www.mfsisland.com og er har møguleiki at lesa um okkum. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum og at spyrja spurningar um at lesa í Íslandi. Eitt av hjartamálum felagsins er, at fáa fleiri føroyingar undir hægri útbúgving í Íslandi. Fyrsta málið, ið MFS Ísland hevur sett á dagsskrá eftir sín fyrsta nevndarfund er, at fara í gongd við eina miðvísa lýsingaherferð um Ísland sum lestrar land.

Nevndin 2009-2010

  • Sólja Katrina Klargaard, forkvinna (Reykjavík)
  • Sølvi Símonarson (Reykjavík)
  • Yrsa Hauksdóttir Frýdal (Reykjavík)
  • Biretha Vitalis Joensen (Akureyri)

Tal av lesandi

Við seinastu uppteljing (20 sept. 2010) vóru 21 lesandi tilknýtt ein hægri lærustovn í Íslandi, ið vit vita um.

Háskúlar í Íslandi

Háskóli Íslands

Háskóli Íslands er elsti og størsti lærdi háskúlin í Íslandi. Seks høvuðsdeildir eru á skúlanum:

  1. Felagsvísindadeild
  2. Heilbrigdisvísindadeild
  3. Hugvísindadeild
  4. Útbúgvingarvísindadeild
  5. Verkfrøði- og náttúruvísindadeild
  6. onnur fak

Undir hvørjari av hesum deildum finnast upp aftur aðrar deildir, t.d. undir Félagsvísindasviði eru Løgfrøðideild, Stjórnmálafrøðideild, Hagfrøðideild o.s.fr. Skúlin er sera væl útgjørdur við nýggjari tøkni, bókasavni, bókahandli og rannsóknarstovum. Gomlu bygningarnir eru allir tengdir saman við gongdum til ein nýggjan felagsbygning. Skúlin leggur seg eftir at virka sum ein altjóða háskúli á høgum støði við útlendskum serfrøðingum sum gestalærarar, skiftisnæmingum o.s.fr.


Háskólinn í Reykjavík

Lærdi háskúlin í Reykjavík er, eins og Bifröst, fíggjaður partvíst við skúlagjaldi. Háskólinn í Reykjavík hevur 5 deildir:

  1. Løgfrøði
  2. Búðskaparfrøði
  3. Tøkni- og verkfrøði
  4. Teldufrøði
  5. Heilsa og útbúgving 

Á deildini Heilsa og útbúgving kann t.d. takast BSc í ítróttarfrøði og sálafrøði. HR hevur eisini fleiri Master útbúgvingar og haraftrat MBA og AMP.


Landbúnaðarháskóli Íslands

Lærdi háskúlin innan landbúnað er ein av nýggjastu háskúlunum í Íslandi. Skúlin varð stovnaður í 2005, og hevur 3 høvuðsdeildir:

  1. Tilfeingisdeild
  2. Yrkisdeild
  3. Umhvørvisdeild 

Á tilfeingisdeildini er møguligt at læra t.d. hestafrøði á bachelor stigi, landbúnaðarfrøði á bachelor, master og doktara stigi. Á yrkisdeildini er t.d. garðyrkisfrøði og á umvhørvisdeildini eru t.d. náttúru- og umhvørviðsfrøði, skógar- og uppdyrkingarfrøði á bachelor og master stigi


Háskólinn á Akureyri

Lærdi háskúlin á Akureyri varð stovnaður í 1987. Síðani stovnan er hann vaksin í stórum, og við góðum úrslitum og góðum samstarvi við vinnulívið. Háskúlin hevur verið ein týdningarmikil partur av búskaparliga vøkstrinum í norðara parti av Íslandi, ið var sæddur sum ein útjaðari. 4 deildir eru á Háskólanum á Akureyri:

  1. Løg- og samfelagsfrøði
  2. Útbúgving
  3. Heilsa
  4. Búskapur og vísind 

Haraftrat er ein granskingar depil fyri allar deildirnar.


Akureyri sum lestrarbýur

Háskúlin á Akureyri

Akureyri er kendur sum skúlabýur. Um 25-35% av næmingum í framhaldsskúlum og háskúlanum í Akureyri eru aðra staðni frá. Akureyri er ein spennandi býur fyri lesandi.

Akureyri er næst størsti býur í Íslandi. Her eru umleið 18.000 íbúgvar, og býurin kann eftir fólkatali samanberast við Tórshavn.

Akureyri er kendur sum skúlabýur. Hóast býurin er lítil, verður stórur dentur lagdur á ungdóm og menning, og verður nógv gjørt, fyri at fáa ung fólk til Akureyri bæði á framhaldsskúla og háskúla.

Háskúlin í Akureyri varð stovnaður í 1987, og í dag eru 1455 lesandi á skúlanum.

Skúlin bjóðar útbúgving í fjølmiðlafrøði, sjúkrarøktarfrøði, ergoterapi, námsfrøði, bioteknologi, løgfrøði, nútímafrøði, samfelags- og fíggjarfrøði samfelagsfrøði, sálarfrøði, fiskimálafrøði, teldufrøði, umhvørvis- og orkufrøði, búskaparfrøði og læraraútbúgving.

Skúlin er ikki serliga stórur og umhvørvið á skúlanum er tí rættiliga hugnaligt. Matarhøllin verður brúkt til at eta, tosa saman og gera bólkaarbeiði í. Stemningurin í matarsalinum minnir um stemningin á einari café. Annars er ikki óvanligt at næmingar møtast á einari café og gera bólkaarbeiði.

FSHA er næmingafelagið og skipar nevndin fyri fleiri tiltøkum ígjøgnum skúlaárið. Nevnast má vísindaferðin til Reykjavíkar í februar, har næmingarnir vitja museum, fara út at eta saman og stuttleika sær út á náttina. Ársveitslan er í mars og er tað størsta tiltakið sum FSHA skipar fyri. Har er góður matur, tónleikur, undirhald og øll pynta seg. Sprellmót er í oktober og kappast deildirnar tá ímóti hvørjari aðrari í óvanligum kappingum. Deildirnar skipa eisini fyri ymiskum tiltøkum, serliga pubquiz og tílíkum í vikuskiftunum. Sum lesandi á háskúlanum í Akureyri ert tú limur í FSHA og fært avsláttur í fleiri handlum, matstovum og venjingarmiðstøðum.

Fimm næmingaheim eru í Akureyri, har til ber at leiga kamar, 2- ella 3-rúms íbúð. Næmingaheimini liggja tætt við skúlan (7-20 minuttir at ganga), trý av teimum liggja í barnavinarligum umhvørvi, tætt við barnagarð og barnaskúla. Sum lestrarbýur er Akureyri fyrimyndarligur fyri barnafamiljur. Tað er eingin bíðilisti til næmingaheim og bíðitíðin til at fáa barnagarðspláss er ikki long. Tað er ókeypis at ferðast við bussi, so ein klárar seg fínt uttan bil.

Her er nokk at gera í frítíðini. Her er skoytuhøll, 2 biografar, bowlinghøll, umleið 15 café‘ir og barrir, 4 venjingarmiðstøðir, harumframt ein av landsins størstu svimjihallum. 10 minuttir frá Akureyri liggur eitt av bestu støðunum í Evropa til at standa á skíð. Her eru eisini nøkur museum og fleiri listasøvn, sum regluliga hava framsýning. Um ein hevur hug at fara út at eta, eru umleið 30 støð at velja í, sum borðreiða alt frá kinesiskum og tailenskum mati til pitsa og piparbúff.

Í vikuskiftunum eru altíð nógv fólk úti. Á fleri av barrunum og café‘unum spæla tey livandi tónleik og ofta eru konsertir fríggja- ella leygarkvøld. Náttarlívið í vikuskiftunum minnir um tað heima í Føroyum, fólk fara út um 1-tíðina og eru úti til kl. 4-5 um morgunin. Annars er meira vanligt her enn í Føroyum, at fólk fara á barr at hugna sær saman við vinum, drekka 1-2 øl og fara so til hús.

Tað er hugnaligt at spáka á gongugøtuni, hyggja í handlar og síðani fara á café og fáa sær ein kaffimunn. Eg vil viðmæla „bláu könnuna“, sum er eitt gamalt sethús, ið er café í dag. Har er besta úrvalið av køkum í býnum, og stemningurin minnir um stemningin á Summarfestivalinum: fólk eru glað, práta nógv og tú møtir nógvum ymiskum fólkum.

Akureyringar eru blíðir og smílandi. Vanligt er at heilsa fólki, sum man møtir „góðan dag“, og tú fært altíð eitt smíl, tá tú fert inn í ein handil, café ella hvat tað so er. „Øll kenna øll“ er ofta sagt her í Akureyri. Eg havi ikki trúð tí, tí umleið 1000 av teimum, sum ganga á framhalds- og háskúla her eru aðrastaðni frá. Men ein dagin dóttir mín skuldi koppsetast, spurdi sjúkrasysturin meg, tá hon las navnið upp „ja, er tað tú sum lesur sálarfrøði á háskúlanum her?“.

Tað eru nógvir fyrimunir við at lesa her í Akureyri. Skúlin tekur sera væl ímóti næmingum aðrastaðni frá, tú fært heilt sikkurt íbúð ella kamar, og tær nýtist ikki at hava bil fyri at koma runt her í býnum. Tann einasti vansin við at lesa her, er at tú ikki kanst flúgva beinleiðis til Føroyar og aftur.

—Biretha Vitalis Joensen, Akureyri


Háskólinn á Bifröst

Lærdi háskúlin á Bifröst varð stovnaður longu í 1918 sum ein Buisness School. Frá 1955 hevur skúlin verið á Borgarnesi, uml. 110 km úr miðbýnum í Reykjavík. Í 1988 varð skúlin viðurkendur av mentamálaráðnum í Íslandi og í 2002 byrjaði Bifröst at bjóða aðrar lærugreinar enn búskaparfrøði fram. Í 2002 byrjaði undirvísing í lóg og í 2005 eisini samfelagsfrøði. Í 2006 varð navnið broytt til Háskólinn á Bifröst og fleiri lærugreinar eru væntandi. Deildirnar á Bifröst eru:

  1. Búskaparfrøði
  2. Løgfrøði
  3. Samfelagsfrøði

Møguligt er at taka bæði Bachelor og Master, eins og tey eisini bjóða eitt 1 ára fyrireikingarskeið til tey ið ikki hava t.d. eina miðnámsútbúgving, ið gevur atgongd til lærdan háskúla. Skúlin er fíggjaður við 40% frá landinum, 40% við skúlagjaldi og 20% við ðrum inntøkum.


Listaháskóli Íslands

Á lærda Listaháskúlanum í Íslandi hava fleiri føroyingar gingið. Skúlin hevur 5 deildir:

  1. Myndlistadeild
  2. Leiklistardeild
  3. Fagurlistadeild
  4. Sniðgeving og byggilist
  5. Tónlistadeild


Háskólinn á Hólum

Lærdi háskúlin á Hólum liggur tætt við Akureyri. Upprunaliga byrjaði skúlin sum presta skúli í 1106, men bleiv síðani latín skúli í 1550 og í 1882 bleiv hann ein landbúnaðarskúli. Seinastu 15 árini er skúlin farin frá at vera landbúnaðarskúli til í 2007 endiliga at blíva ein háskúli. Hetta er ein lítil háskúli við 3 deildum.

  1. Fiskaaling- og lívfrøði
  2. Hestafrøði
  3. Ferðavinnufrøði


At lesa í Íslandi

Hvönn fíggjarligan stuðul kann eg fáa ?

Sum lesandi í Íslandi kannst tú sökja um SU og um ferðastuðul heim til Föroya eina ferð um árið. Somuleiðis ber til at sökja um verkætlanarstuðul, t.d. at gera rannsókn í Föroyum. Ferðastuðul og Verkætlanarstuðul skal sökjast gjögnum Studni í Föroyum. Sí annars treytir o.a á Stuðulsmøguleikar.

Íslendingar hava sína egnu stuðulsskipan. Teirra stuðulsstovnur eitur LÍN.

Skattur

Teir mest vanligu skattirnir í Íslandi eru landsskattur (tekjuskattur) 25.75% og kommunuskattur (útsvar), sum er ml. 11.34% og 13.03% Inntøkur av ogn, rentum, leiguinntøkum ella líknandi verða skattaðar við 10 %.


Fast búgvandi Arbeiðsgevarin dregur skattin frá lønini, men áðrenn verður ein persónligur frádráttur drigin frá inntøkuni hvønn mánað. Fyri at fáa rætt til henda frádráttin skalt tú hava eitt skattakort, sum skattamyndugleikarnir útflýggja.


Fyribils búgvandi Sambært norðurlendsku tvískattaskipanini, skal ein gjalda skatt í tí landinum, har ein dvølur meir enn 183 dagar í einum 12 mánað tíðarskeiði, óansæð um lønin kemur frá føroyskum ella íslendskum arbeiðsgevara.


Sjúkratrygging

Ein persónur sum flytur til Íslands skal, fyri at vera sjúkratryggjaður hjá Tryggingarstofnun Ríkisins, hava verið búsitandi í Íslandi í minsta lagi 6 mánaðir, roknað frá tí degi hann varð skrásettur í íslendsku Tjóðskránni (Fólkayvirlitið).


Fast búgvandi Fyri at sleppa undan at bíða teir 6 mðr kunnu føroyingar útvega sær eitt oyðublað, ið nevnist N104, frá Sjúkrakassa Føroya, ið er eitt prógv uppá at tey hava goldið sjúkrakassatrygging í sínum egna landi áðrenn tey komu til Íslands. Hetta oyðublað skal so latast Tryggingarstofnun Ríkisins.


Fyribils búgvandi Um ein føroyingur, ið uppiheldur seg í Íslandi ikki flytur adressu úr Føroyum til Íslands, skal hann hava 2 oyðubløð við sær: N101 og N106. N101 oyðublaðið er ein váttan uppá at viðkomandi er umfataður av sosialu skipanunum í Føroyum og harvið at hann rindar til føroyska sjúkrakassan. N106 er ein váttan, ið skjalprógvar at viðkomandi hevur rætt til sjúkratrygging tá hann er í Íslandi. Annað oyðublaðið N101 fæst frá Almannastovuni, og hitt N106 fæst frá Meginfelag Sjúkrakassa Føroya (MSF).

Oyðubløðini skulu vísast fram um viðkomandi gerst sjúkur.


Lesandi Lesandi úr Norðurlondum ið ikki gjalda vanliga tryggingargjaldið (5,34% yvir skattin) eru kortini tryggjað sambært Norðurlendskari avtalu, tá ið tey flyta adressu/bústað til Íslands.

Einasta teimum tørvar er N104 oyðublaðið teir fyrstu 6 mðr.


Ferðast í Íslandi Føroyingar, ið ferðast í Íslandi, kunnu útvega sær eitt N126 oyðublað frá Sjúkrakassa Føroya, sum tey skulu vísa fram, um tey gerast sjúk.


Búðstaður

Sökjast kann at búgva í Studentagörðunum, hetta eru íbúðarblokkar til lesandi, ið liggja beint við Háskóla Íslands og aðrastaðnis runt í býnum. Til ber eisini at skráseta seg á leigulistinn, ið hevur íbúðir skrásettar til leigu. Somuleiðis ber til at leita á MBL og Visir.

Við einum góðkendum leigusáttmála hevur tú rætt til húsaleigurbætur (íbúðarstuðul).


Föroyingar í Íslandi

Fólkatal, aldursbýti og ættarlið: Sambært hagtølum, ið Sendistova Føroya hevur fingið til vega frá Hagstofu Íslands, búgva íalt 799 føroyingar, býtt yvir 2 ættarlið, í Íslandi. Í samstarvi við Hagstofu Íslands eru 1. og 2. ættarlið skilmarkað soleiðis:

1. Ættarlið

Fólk sum eru fødd í Føroyum, men sum í dag eru búsitandi í Íslandi, og hava annaðhvørt føroyskan ella íslendskan ríkisborgararætt.

Mannfólk: 207
Konufólk: 268
Tilsamans: 475

2. Ættarlið

Fólk sum eru fødd í Íslandi, men sum hava foreldur, har antin annað ella bæði eru fødd í Føroyum. Hesi hava annaðhvørt føroyskan ella íslendskan ríkisborgararætt.

Mannfólk: 186
Konufólk: 138
Tilsamans: 324

Í fyrsta ættarliðnum er býtið millum kynini nakað javnt, tó er ein lítil meiriluti av konufólki. Av 475 fólkum eru 268 konufólk, hetta er 56%.

Í øðrum ættarliðnum er ein lítil meiriluti av mannfólki. Av 324 fólkum eru 186 mannfólk, og er hetta 57%. Teir 799 føroyingarnir sum búgva í Íslandi, svara til 1,6% av samlaða fólkatalinum í Føroyum, sum 1. feb. 2009 var 48.797 (Hagstova Føroya). Føroysku útisetarnir eru 0,25% av samlaða íslendska fólkinum, sum 1. jan. 2008 var 315.459. Hóast hetta er sera lítið, er hetta lutfalsliga ikki nógv minnið enn føroyingarnir í Danmark sum í 2006 vóru 0,42% av samlaða danska fólkatalinum (Hagtøl um Føroyskar Útisetar).


Lýðveldi Ísland

Ingolfur Arnarson, Standmynd

According to Landnámabók, the settlement of Iceland began in AD 874 when the Norwegian chieftain Ingólfur Arnarson became the first permanent Norwegian settler on the island. Others had visited the island earlier and stayed over winter. Over the next centuries, people of Nordic and Celtic origin settled in Iceland. Until the 20th century, the Icelandic population relied largely on fisheries and agriculture, and was from 1262 to 1918 a part of the Norwegian, and later the Danish monarchies.

In the 20th century, Iceland's economy and welfare system developed quickly, and in recent decades the nation has implemented free trade in the European Economic Area, diversifying from fishing to new economic fields in services, finance and various industries. Iceland is a free market economy with low taxes compared with other OECD countries. The country maintains a Nordic welfare system providing universal health care and post-secondary education for its citizens.

Icelandic culture is based on the nation’s Norse heritage and its status as a developed and technologically advanced society. The country's cultural heritage includes traditional Icelandic cuisine, the nation’s poetry, and the medieval Icelandic Sagas. In recent years, Iceland has been one of the wealthiest and most developed nations in the world. In 2007, it was ranked as the most developed country in the world by the United Nations' Human Development Index and the fourth most productive country per capita.

In 2008, however, the nation’s banking system systematically failed, causing significant economic contraction and political unrest that lead to early parliamentary elections making Jóhanna Sigurðardóttir the country's Prime Minister.

Stutt og greitt um íslendska stjórnarskipan og politikk

Skriva av:

Sendistovu Föroya í Reykjavík 06 apríl 2009

Stjórnarskipanin

Tá Ísland fekk tjóðveldi í juni 1944, varð nýggj stjórnarskipan sett í gildi. Hon var í stóran mun bygd á stjórnarskipanina hjá danska kongaríkinum. Størsti munurin var, at forsetin, sum nú kom ístaðin fyri kongin, skuldi veljast við fólkaatkvøðu 4. hvørt ár. Tað er onki evstamark fyri, hvussu leingi forsetin kann sita, tað krevst bara at hann verður afturvaldur.

Ætlanin var, at stjórnarskipanin skuldi endurskoðast skjótt eftir at hon varð samtykt í 1944. Fleiri altingsnevndir hava gjøgnum árini gjørt ymsar smávegis broytingar í stjórnarskipanini. Í 1995 varð tó gjørd ein størri broyting, sum snúði seg um at fáa grundleggjandi reglur viðv. mannarættindum inn í stjórnarskipanina.Atfinningarnar móti verandi stjórnaskipan er, at hon er ógreið og at nógvar reglur kunnu tolkast ymist. Ført verður fram, at hon t.d. ikki nevnir tjóðina sum hon, ið fyrst og fremst hevur valdið og hon nevnir ikki fólkaræði, tingræði ella ríkisstjórnina. Tey atfinningarsomu halda, at núverandi stjórnarskipan gevur eina villleiðandi mynd av, hvussu siðvenjan hevur verið, t.d. hevur forsetin meiri vald í veruleikanum enn skipanin gevur honum.

Eftir at búskaparkreppan brast á seinasta heyst, kemur nýggj megi í kravið um at broyta stjórnarskipanina. Mett verður at Altingið er ov veikt, og neyðugt er eisini at seta greiðari reglur viðvíkjandi fólkaatkvøðum.

Fyribilsstjórnin, ið nú situr, hevur raðfest arbeiðið við at gera nýggja stjórnarskipan høgt. Hon ynskir at inn skulu koma greiðar ásetingar, sum skipa valdið millum útinnandi og lóggevandi valdið og hon heldur at tørvur er á at tryggja tinginum meira ávirkan. Eisini eru ætlanir um at gera broytingar viðv. staðfesting av náttúrutilfeingi landsins og ásetingar um tjóðaratkvøðu.

Sitandi stjórn arbeiðir við at skipa eitt stjórnarskipanarting, eitt sokallað “stjórnlagating” ið skal gera uppskot til nýggja stjórnarskipan. Í uppskotinum um stjórnlagating liggur, at uml 41 fólk manna tingið, har helmingurin er fólkavaldur (við tjóðaratkvøðu) og helmingurin er valdur av Altinginum.

Funnist hevur verið at samgonguni fyri at taka valdið frá tinginum við hesum uppskoti (serliga frá Sjálfstæðisflokkinum) og fyri at leggja eitt óneyðugt, eyka dýrt lið aftrat stjórnarkervinum. Hinvegin vísir stjórnin á, at royndirnar hava víst, at stór politisk ósemja hevur stungið seg upp viðvíkjandi orðingum hjá teimum stjórnarskipanarnevndum, ið hava sitið fyrr, og sum hava verið mannaðar av altingslimum. Hetta hevur gjørt, at tað ongantíð enn hevur eydnast at fingið nakrar veruligar broytingar inn í stjórnarskipanina og tí er neyðugt at velja eitt veruligt stjórnarskipanarting, aftrat Altinginum.

Uppskotið at skipa stjórnlagating er í nevnd nú og viðmerkjarar vilja vera við, at Sjálfstæðisflokkurinn roynir at draga málið út, tí hann er harðliga ímóti tí.


Leiklutur forsetans í sambandi við skipan av stjórn

Eftir at val hevur verið til Altingið, fara allir floksformenninir eina forseta rundu (eins og danska Drotningarundan), har forsetin spyr til málsetningar hjá teimum ymsu flokkunum og tekur so har frá avgerð um, hvør skal leiða samráðingarnar til at skipa samgongu. Hetta er tó meir ein formalitetur enn nakað, ið verður útint í praksis. Valúrslitið og samskiftið millum teir ymsu flokkarnar setur avmarkingar fyri valdið hjá forsetanum.

Forsetin hevur mandat til at geva teimum, ið eru samd um at fara undir stjórnarsamstarv, umboð til at mynda ríkisstjórn. T.d. tá ið Geir H. Haarde og Ingibjørg Sólrún Gísladóttir vóru samd um at skipa stjórn í 2007, fóru tey til forsetan og bóðu hann veita teimum umboð og hann gav teimum hetta umboð uttan at blanda seg uppí. Øðrvísi er um tað er ósemja, tá hevur forsetin ein meira aktivan leiklut. T.d. tá ið minnilutastjórnin tók við í januar í ár, tosaði forsetin við umboð fyri allar flokkarnar fyri at finna fram til hvør stjórn var mest sannlík og soleiðis varð avgjørt, at núverandi stjórn millum Samfylkingina og VG, við stuðli frá Framsóknarflokkinum, hevði breiðastu undirtøkuna.


Politiska søgan og flokkarnir

Tann flokkurin, ið hevur sitið oftast í stjórn er Sjálfstæðisflokkurinn. Hann hevur sitið 2/3 av tíðini millum 1944 og 2009 og í miðal hava tað oftast verið Sjálfstæðisflokkurinn og Framsóknarflokkurinn, ið hava myndað stjórn. Teir sótu út í eitt frá 1995 til 2007, har Davíð Oddsson meginpartin av tíðini sat sum forsætismálaráðharri.


Framsóknarflokkurinn

(The Progressive Party – hoyrir til tann liberala flokksbólkin í altjóða høpi) Framsóknarflokkurinn er elsti flokkur Íslands og varð settur á stovn av Samvinnu rørsluni og ungdómsrørsluni í desember 1916. Frá 1916 til 1930 vaks flokkurin stútt og var størstur við 35% av atkvøðunum. Tingmannatal Framsóknarflokksins hevur tó verið í støðugari minking síðan 1963, tá flokkurin hevði 19 tingmenn og 28% av atkvøðunum. Í 2007 fekk flokkurin 11,7% av atkvøðunum og 7 tinglimir.

Framsóknarflokkurin hevur sitið nógv við valdið gjøgnum tíðina og hevur haft forsætisráðharran lutfalsliga ofta síðan 1944. Flokkurin er miðju flokkur, og hevur tískil starvað við bæði høgra og vinstra flokkar.

Flokkurin liggur høgrumegin miðjuna og hevur verið grundfestur í landbúnaðinum. Hann hevur megnað at hildið ein part av kjarnuveljarunum at sær, tá hugsað verður um stóru broytingarnar sum eru farnar fram frá landbúnaðarsamfelagnum til ídnaðar – og tænastuvinnu samfelagið, síðan flokkurin varð stovnaður.

Framsóknarflokkurin vil loysa mál við støði í sosialari hugsjón og vælferð, samstundis sum hann leggur dent á eitt sterkt vinnulív sum amboð til at menna vælferðarstatin. Hann er forsprákari fyri at gera nýtslu av náttúrutilfeinginum til tess at menna vinnu og ídnað.


Formaður í flokkinum er Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, nýggjur og einans 33 ára gamal. Teir halda seg í eini bíðistøðu viðv. málinum um ES-limaskap. Framsóknarflokkurin er stuðulsflokkur hjá minnilutastjórnini millum Samfylkingina og Vinstri Græn.

Framsóknarflokkurinn hevur í dag um 12.000 skrásettar limir og 7 tingmenn. Heimasíðan er: http://www.framsokn.is/


Sjálfstæðisflokkurinn

(The Independence Party – hoyrir til tann konservativa flokksbólkin í altjóða høpi) Sjálfstæðisflokkurinn varð stovnaður í 1929 sum ein samanrenning av Íhaldsflokkinum (Konservativa flokkinum) og Frjálslynda flokkinum (Liberala flokkinum) og er tann størsta politiska rørslan í Íslandi.

Tað týdningarmesta í stevnuskránni hjá Sjálfstæðisflokkinum er: Trúgvin á frælsi hins einstaka og at hvør borgari hevur ábyrgd fyri sínum egnu handlingum, fordómsloysi mótvegis meiningunum og lívshátti hjá øðrum, felags áhugamál hjá ymsu samfelagsstættunum, og ivi um at staturin kann loysa allar trupulleikar.

Atkvøðutølini hjá Sjálfstæðisflokkinum frá 1931 til 1999 hava ligið millum 27 og 42,5 %. Veljarakanningar í mars 2009 geva tó bert flokkinum 26% av atkvøðunum og er hetta søguliga lágt.

Sjálfstæðisflokkurinn er heitur talsmaður fyri einskiljingum á øllum økjum í samfelagnum. Flokkurin er grundleggjandi ímóti ES limaskapi, sjálvt um tað eru røddir innanfloks, sum lata meira upp fyri at nærkast ES. Síðan kreppan tók seg upp eru hesar røddir vorðnar fleiri og reystari.

Sjálfstæðisflokkurinn hevur sitið við valdið frá 1991 til 1. februar 2009 og hevur havt forsætisráðharran og fíggjarmálaráðharran øll árini, uttan eitt tíðarskeið millum 2004 og 2006, tá Framsóknarflokkurinn hevði forsetisráðharran.. Flokkurin situr í andstøðu nú, eftir at Samfylkingin sleit stjórnasamstarvið við teir í januar og fór, saman við Vinstru Grønum, í fyribilsstjórn.

Flokkurin fer í løtuni ígjøgnum eina broyting, og á landsfundinum seinast í mars varð Bjarni Benediktsson valdur til nýggjan formann fyri flokkin. Flokkurin hevur verið fyri stórum atfinningum seinastu mánaðirnar og verður í stóran mun settur til svars fyri at kreppan gjørdist so álvarslig.

Í dag hevur flokkurin knappar 50.000 skrásettar limir og 26 tingmenn. Heimasíðan er: http://www.xd.is/


Frjálslyndi flokkurinn

(The Liberal Party – hoyrir til tann liberala flokksbólkin í altjóða høpi) Frjálslyndi flokkurinn varð stovnaður í 1998 av einum fyrrverandi tingmanni fyri Sjálfstæðisflokkinn. Frammanundan hava tað verið tveir flokkar, ið hava kallað seg Frjálslyndi flokkurin, hin fyrri frá 1926 til 1929 og hin seinni frá 1973 til 1974. Flokkurin bleiv stovnaður sum mótstøðuflokkur móti at kvotaskipanin varð innførd í fiskivinnuni. Hetta er enn aðalmál flokksins og td. nevnir flokkurin ofta føroysku fiskidagaskipanina sum fyrimynd. Flokkurin hevur eisini haft sterk sjónarmið viðv. tilflytarapolitikki og er helst tann einasti flokkur í Íslandi, sum leggur stóran dent á at hava strangar reglur fyri tilflytarar.

Flokkurin hevur í dag um 2.000 skrásettar limir og 3 tingmenn. Heimasíðan er: http://www.xf.is/


Samfylkingin

(The Alliance Party – hoyrir til tann socialdemokratiska flokksbólkin í altjóða høpi) Samfylkingin varð stovnað í mai 2000 av fólki, ið komu frá Kvennalistanum (stovnaður í 1983), Alþýðubandalaginu (stovnað í 1956) og Alþýðuflokkinum (stovnaður 1916). Hetta vóru alt vinstra flokkar sum vildu gera ein sterkan mótpol til sterka høgraflokkin, Sjálfstæðisflokkinn. Samfylkingin kom í samgongu í 2007 saman við Sjálfstæðisflokkinum, men hevur nú sagt samgonguna upp og er farin í fyribils minnilutastjórn saman við Vinstri Grænum og við Jóhonnu Sigurðardóttur sum forsætisráðharra. Flokkurin er vinstru megin miðjuna og einasti flokkur í Ìslandi sum altíð hevur verið fyri ES limaskapi. Alþýðuflokkurinn, sum seinni gjørdist partur av Samfylkingini, var fyrsti flokkur, ið setti ES limaskap í stevnuskrá sína í 1994.

Samfylkingin leggur stóran dent á uttanríkispolitikk og at vera meiri sjónlig í altjóðasamfelagnum. Flokkurin stuðlaði íslendska framboðið til trygdarráðið og stuðlar eisini NATO og ES limaskapi. Samfylkingin er klovin í umhvørvismálum (m.a. tá talan er um aluminiums verk og urbanisering), stórsti parturin av veljarunum er tó umhvørvissinnaður. Tó verða umhvørvismál altíð sett eitt sindur til viks tá ið arbeiðsloysið er stórt. Vælferðarmál hava verið nummar eitt fyri veljararnar hjá Samfylkingini, tó er hetta mál farið eitt sindur afturum nú, tá ES limaskapur er eitt so heitt mál.

Flokkurin hevur um 20.000 skrásettar limir og17 tingmenn. Heimasíðan er: http://www.samfylkingin.is/


Vinstri Grænir

(Left-Green Movement – hoyrir til vinstra-socialistiska flokksbólkin í altjóða høpi) Vinstri Grænir vórðu stovnaðir í februar 1999 fyri at savna tey vinstravendu og umhvørvisverndarfólk. Ein roynd hevði verið gjørd í eina tíð at savna fólk frá Alþýðuflokkinum, Alþýðubandalaginu og Kvennalistanum í ein flokk, men har vóru nógvar ymiskar meiningar og ósemjur. Meirilutin stovnaði Samfylkingina, men ein partur (serliga frá Alþýðubandalaginu) stovnaði Vinstri Græna. Stevnumið flokksins er at samantvinna sosial mál og umhvørvisvernd. Haraftrat eru komin mál sum bygdamenning, kvinnufrælsi/javnstøða og fræls altjóðastevna. Flokkurin ynskir at Ísland er sjálvstøðugt og neutralt í altjóða høpi, og sostatt stendur uttanfyri td NATO og ES.

Fyrst sóu útlitini ikki so bjørt út fyri flokkin, men til valið í 1999 fingu Vinstri Grænir 9,1% av atkvøðunum, ið gav teimum 6 tinglimir. Til valið í 2007 vaks talið úr 6 upp í 9 tinglimir, tá tey fingu 14,3% av atkvøðunum. Seinastu veljarakanningarnar sum gjørdar eru eftir at kreppan byrjaði, vísa eina stóra framgongd til Vinstri Grænir og hann og Samfylkingin eru nú størstu flokkar í Íslandi. Vinstri Grænir eru ein partur av fyribils stjórnini sum situr fram til valið 25. apríl 2009.

Flokkurin hevur um 3.000 skrásettar limir og 9 tinglimir. Heimasíðan er: http://www.vg.is/


Kontakt

Blue Lagoon, í Íslandi

Íslands Nevndin : spyr@mfsisland.com


ella ...

FORKVINNA : Sólja Katrina Klargaard, klargaard@gmail.com
NÆSTFORKVINNA : Yrsa Hauksdottir Frýdal, yrsa_h@hotmail.com
PENINGARÖKIL : Sölvi Símonarson, soelvi78@hotmail.com
UMBOÐ Á AKUREYRI : Biretha Vitalis Joensen, biretha@hotmail.com
Persónlig amboð