Skattaviðurskifti

Frá MFS Wiki

Far til: navigatión, leita

Eitt øki, sum tey flestu lesandi fløkjast í fyrr ella seinni, eru skattviðurskifti sum lesandi. Alt eftir hvar í heiminum tú lesur, eru ymsar reglur galdandi í samband við skatt av lestrarstuðlinum. Summi eru heilt frítikin, meðan lesandi í Danmark gjalda lítlan prosentpart av SU-studninginum í skatt.

Um tú hevur arbeiði við síðuna av lestrinum, kann tað loysa seg at seta seg inn í, hvussu tíni skattviðurskifti eiga at umsitast.

Innihaldsyvirlit

Føroyafrádráttur

Nógvir spurningar og søgur eru um føroyafrádráttin, og ikki eru søgurnar allar eftirfarandi. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark greiðir soleiðis frá høvuðsreglunum viðvíkjandi føroyafrádrátti:


Hvat er Føroyafrádráttur?

Føroyafrádrátturin er ein serligur skatta-frádráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum, um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimiðlaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikel 20 og tilhoyrandi protokol. Lov nr. 190 af 12/03/1997, Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande.

Treytir

Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar:

  • At tú var búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til lestrarlandið
  • At uppihaldið í lestrarlandinum er fyribils í lestrarørindum
  • At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetancegevandi) frammanundan
  • At tú ikki hevur uppihildið tær í lestrarlandinum í meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin byrjar

Eru undantøk?

Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevandi útbúgving frammanundan. Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru kompetancegevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini.

Hvussu stórur er Føroyafrádrátturin?

Fyri ár 2005 er føroyafrádrátturin uppá 65.000 kr. í Danmark. Í hinum norðanlondunum er upphaddin ein onnur, so spyr á skattakontórinum í teirri kommununi, tú flytir til. Um tú bert er undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lutfalsliga minni, tað vil siga, um tú t.d. flytur til Danmarkar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 65.000 kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum. Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt v.m.

Hvussu fái eg føroyafrádrátt?

Tú skalt venda tær til skattamyndugleikarnar í kommununi har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild/specialligning sum umsitir føroyafrádráttin.

Greið frá

  • at tú er føroyingur undir útbúgving
  • at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir føroyafrádrátt (færøfradrag) til
  • at tú ætlar tær heim aftaná loknan lestur

Minst til

  • at hava skjalprógv fyri at tú ert undir útbúgving við. Lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv.
  • at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári.


Um tú fært noktað føroyafrádrátt

Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt.

Kann føroyafrádráttur nýtast til SU?

Nei, føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU. Sambært dupultskattaavtaluni kann føroyafrádráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma undir heitið:"Vederlag for tjenesteydelser".


Sjálvuppgáva og føroyafrádráttur

Sjálvt um tú hevur fingið føroyafrádrátt á forskudopgørelsen/skattakortinum skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna undir teigin: "andre ligningsmæssige fradrag". Annars fært tú ikki føroyafrádráttin við í ársuppgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki automatiskt.

Hvussu leingi?

Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so leingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri normeraðu lestrartíðini + 2 ár.

Um tú ikki fert heim

Høvuðstreytin fyri at fáa føroyafrádrátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum. Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur. Um tú gevst ella ert liðug/ur at lesa og gert av at verða í landinum, er ikki lógarheimild fyri at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina. Minst til ikki at nýta skattakort við føroyafrádrátti aftan á loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi føroyafrádrátti, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Ráðgevingin hevur hollan kunnleika og drúgvar royndir á hesum økinum.

Ráðgevingin í Danmark

Heimasíðan hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark - trýst her.

Persónlig amboð