Starvsvenjing
Frá MFS Wiki
Hettar er ein stubbi.
Á sumri 2004 fór Løgmansskrivstovan eftir áheitan frá MFS undir at arbeiða við eini royndarskipan við starvsvenjing fyri lesandi í føroysku miðfyrisitingini.
Vit í MFS vóru varug við, at lesandi í alt størri mun valdu starvsvenjing sum part av útbúgving síni, og tí heittu vit á Løgmansskrivstovuna um at seta eina føroyska skipan í gildi eisini. Arbeiðið gekk skjótt, og longu í januar 2005 byrjaðu tey fyrstu fýra lesandi í starvsvenjing í fýra ymsum aðalráðum.
Til ber at søkja um starvsvenjingarpláss á:
- Løgmansskrivstovuni
- Almanna- og Heilsumálaráðnum
- Fiskimálaráðið
- Fíggjarmálaráðnum
- Innlendismálaráðið
- Mentamálaráðnum
- Vinnumálaráðnum
Umframt hetta taka sendistovurnar í Bruxelles, Reykjavík og London vanliga eisini lesandi í starvsvenjing hvørt semester.