Stuðulsmøguleikar

Frá MFS Wiki

Far til: navigatión, leita

Sum føroyingur ert tú rættiliga væl fyri, tá tað snýr seg um stuðulsmøguleikar í samband við útbúgving bæði í Føroyum og uttanlands, og í flestu førum hevur tú rætt til lestrarstuðul.

Lesur tú í Føroyum, kemur tú undir ÚS-skipanina, sum letur mánaðarligan lestrarstuðul bæði til fólk á miðnámsskúlunum og á hægri lærustovnunum. Lesur tú aðra staðni enn í Føroyum, kemur tú undir donsku SU-skipanina.

Um tú fert út um Norðurlond at lesa, kann henda, at skúlagjald skal rindast fyri útbúgvingina. Tá ber til at søkja Stuðulsstovnin um ÙSUN, ið rindar skúlagjald upp til 120.000 kr., tó altíð undir ávísum treytum.

Lesandi uttanlands hava síðani eina ferð í 1990-árunum havt møguleika at søkja sonevnt ferðaískoyti, eftir at MFS fekk hetta stórmál í gjøgnum. Hetta ískoyti ger tað møguligt hjá lesandi at fáa goldið ein ferðaseðil heim til Føroya á hvørjum ári í lestrartíðini.

ÚS-skipanin

Hesin stuðul verður veittur lesandi í Føroyum - bæði á miðnáms, vinnu- og hægri lærustovnunum. Stuðulin verður umsitin av Stuðulsstovninum. Upphæddirnar fyri skúlaárið 2005/2006 eru:

Persónlig amboð