Valrættur teirra lesandi

Frá MFS Wiki

Far til: navigatión, leita

Hettar er ein stubbi.

Sum lesandi føroyingur uttanlands verður tú mettur vera fyribils útiseti, sum bert er staddur uttanlands í útbúgvingarørindum. Henda støða sum fyribils útiseti hevur við sær, at tú sum lesandi kanst søkja um at sleppa at velja til løgtingsval heima í Føroyum. Hetta gjørdist møguligt í 1992 eftir at spurningurin um valrætt hevði staðið ovast á ynskilistanum hjá MFS í fleiri ár.

Valrætturin verður ikki veittur tær av sær sjálvum, men mást tú søkja um upptøku á vallista í góðari tíð hjá teirri kommununi í Føroyum, har tú seinast vart búsitandi. Ymiskt er, hvar tú kanst greiða brævatkvøðu, alt eftir hvar í heiminum tú ert búsitandi. Onkustaðni skalt tú á lokalu kommunuskrivstovuna, meðan tú í t.d. Keypmannahavn skalt á Føroysku sendistovuna á Norðuratlantisku Bryggjuna at seta krossin.

Persónlig amboð