Bláa húsið á Vesturbrúgv

Sissal Kampmann

Miðskeiðis millum leðurhandskar og írskt búnýti og øl í byrjanini á Vesturbrúgv - fyri at vera heilt ítøkilig, á Vesterbrogade 17 - hongur eitt føroyskt flagg við undirskriftini: Føroyahúsið. Inngongdin er eitt sindur trupul at avkota, tí húsið liggur aftan fyri eina glashurð, sum hevur eina lásimekanismu, ið mong hava havt sítt stríð við at avkota. Men tá alt kemur til alt, er tað rættuliga einfalt. Trýst á knøttin aftan fyri handtakið, so letur sesam seg upp, og tú kanst ganga beinleiðis gjøgnum garðin yvir til nýmálaða bláa húsið við hvítum vindeygum og vøkru útskornu úthúrðini, sum leiðir teg inn í hús føroyinganna í Keypmannahavn. 

Føroyahúsið hevur verið í hesum hølum síðan fyrst í nítiárunum og breiðir seg yvir tvær hæddir. Á stovuhædd er køkur, felagsrúm, vesi og gongd, og uppi á fyrsta sali er skúlastovan, sum m.a verður nýtt til føroyska móðurmálsundirvísing fyri skúlabørn hvønn leygardag, kórvenjingar, føroyskan dans, skeiðsvirksemi og m.a. Eisini eru høli, sum verða leigað út til fastar leigarar, m.a. til íverkestarafeløgini, Segel og Dropbucket. 

Føroyahúsið er sjálvsognarstovnur við starvsnevnd og umboðsmannaráði. Húsið verður rikið av einum dagligum leiðara, og harumframt er settur ein kokkur, ið tekur sær av og hevur ábyrgdina av køkinum. Harafturat starvast reingerðarfólk, fólk, ið avgreiða kundar í kaffistovuni, fólk, ið servera til brúdleyp, veitslur, konfirmatiónir, fyrilestrar og mong onnur tiltøk, sum húsið hýsir og skipar fyri. Hesi eru øll tímalønt starvsfólk og aloftast lesandi, ið arbeiða í húsinum bæði av áhuga fyri føroyskari mentan, men sjálvsagt eisini fyri at vinna sær pening við síðunar av lestrinum. 

 

Húsið rúmar 17 ymiskum feløgum; m.a. húsar tað Føroyska listafelagnum í Keypmannahavn, sum regluliga skipar fyri framsýningum, ið øll eru vælkomin inn at síggja, tað húsar eisini Húsakórinum, dansifelagnum Fótatraðk, Kvinnufelagnum, róðrarfeløgum o.ø.

 

Seinastu tvey árini hevur húsið verið undir umfatandi umvælingum og stendur nú klárt at taka í nýtslu. Í skrivandi løtu vænta seinastu loyvini frá Keypmannahavnar Kommunu, so aftur ber til at bjóða viðskiftafólki húsins til ræstan fisk (sum vanliga er einaferð um mánaðin), bingo, dans, ræstkjøtaveitslur, fyrilestrar av ymiskum slagi, framløgur, mentanarnátt, pubbkviss, listaframsýningar, pallborðsfundir, tunnuslátt, brunch og alt tað, sum húsið vanliga bjóðar av áhugaverdum tiltøkum, ið flest øll hava tilknýti til føroyska mentan.

 

Í nýggju hølunum er góður møguleiki fyri at halda fundir, gera bólkaarbeiði, skipa fyri tiltøkum og at leiga hølini til veitslur o.a. Tað er bert hugflogið, ið setur markið, og hóast húsið kann vera ringt at finna fyrstu ferð, so merkir hetta ikki, at hurðarnar eru afturlatnar - hvørki fyri øllum hugsandi góðum hugskotum ella fyri øllum teimum, ið hava hug at koma á vitjan at nýta og njóta deiliga, bláa húsið.

Sissal Kampmann

Leiðari í Føroyahúsinum

Keypmannahavn

Grein úr Fjølnir 2020. Les blaðið her.

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Jónas Broncks gøta 25   -   100 - Tórshavn