Bologna-tilgongdin í Føroyum

Borgný Súsonnudóttir Hansen

Ein væl útbúgvin tjóð er ein rík tjóð. Sambært Organisation for Economic Co-operation and Development (OECD)-rapportini frá 1996 kann útbúgving síggjast sum ein av lyklunum til búskaparligan vøkstur. 

Men um tjóðin skal verða væl útbúgvin, er tað eisini av alstórum týdningi, at útbúgvingarnar, sum verða bjóðaðar út í Føroyum, fylgja einum altjóða standardi. Við at fylgja Bologna-tilgongdini verður tryggjað, at hægri útbúgvingar í Føroyum eru á støði við aðrar evropeiskar útbúgvingar.

 

At varpa ljós á Bologna-tilgongdina og týdningin av, at Føroyar skulu gerast limur, hevur leingi verið eitt hjartamál hjá MFS.

Endamálið við Bologna-tilgongdini er at hækka góðskuna og styrkja um viðurkenningina av hægri útbúgvingarstovnum í Evropa og at økja um mobilitetin hjá lesandi - bæði innanfyri og uttan fyri Evropa. 

Bologna-tilgongdin kann síggjast sum tann gylti standardurin innan hægri útbúgving í Evropa. 48 lond eru limir í Bologna-tilgongdini, og størsta ynskið hjá MFS er, at Føroyar gerast nummar 49.

 

Fyri at gerast limur í Bologna-tilgongdini eru nøkur krøv, ið landið má nøkta: (1) at vera limur í European Cultural Convention og (2) at innføra bygnaðin í Bologna-tilgongdini. 

Føroyar eru limur í European Cultural Convention í gjøgnum Danmark, og arbeiðið við at innføra bygnaðin í Bologna-tilgongdini byrjaði fyri yvir 20 árum síðani. Tá bleiv ECTS-stigskipanin førd inn í Føroyum, og síðan er bygnaðurin við bachelor, kandidat og ph.d eisini førdur inn. Men eftir hetta hevur arbeiðið við Bologna-tilgongdini leingi staðið í stað.

 

Í 2019 birtist vónin um, at arbeiðið við Bologna-tilgongdini fór at byrja aftur í Føroyum. At vónin birtist aftur var m.a. orsakað av kandidat-ritgerðini hjá Terja Beder og Rebekku Zelander um Bologna-tilgongdina í Føroyum og Grønlandi og av arbeiðinum hjá MFS, sum m.a. innibar eitt átak í summar (stutt fyri løgtingsvalið) um góðskutrygging í Føroyum. Flestu politikararnir vistu nú, at Bologna-tilgongdin var til, og at hon var týdningarmikil fyri hægra útbúgvingarøkið. Eftir løgtingsvalið var samgongan skipað, og til okkara gleði var Bologna-tilgongdin nevnd í samgonguskjalinum: “Samgongan ynskir at menna og styrkja Fróskaparsetur Føroya. Fróðskaparsetrið eigur sum skjótast at verða altjóðagóðkent og gerast partur av Bologna-avtaluni.” 

Við samgonguskjalinum hildu vit okkum síggja eitt politiskt ynski um, at Føroyar skuldu fylgja evropeiska leistinum og gerast limur í Bologna-tilgongdini, men var hetta ynskið kanska meira symbolskt enn eitt veruligt ynski?

Í uppskotinum til fíggjarlógina fyri 2020 blivu 2,4 milliónir settar av til m.a. at arbeiða við Bologna-tilgondini í Føroyum, og eitt fólk skuldi setast av til at arbeiða við hesum. Hetta var enn einaferð ein sigur fyri føroyska útbúgvingarøkið, men hendan gleðin var stokkut. Tá figgjarlógin bleiv samtykt, vóru 1,4 millónir skornar av upprunaliga uppskotinum, og nú var bert 1 millión sett av í fíggjarlógini. Hendan eina millónin skuldi enn tá deilast millum arbeiðið við Bologna-tilgondini og tvey onnur øki. Við eini slíkari skerjing kann ein spyrja seg sjálvan, um samgongan veruliga manglar eina grundgeving fyri at gjøgnumføra arbeiðið við Bologna-tilgongdini í Føroyum. Og veit samgongan kanska heldur ikki, at tað eru Føroyar, sum skulu gerast limur av Bologna-tilgongdini og ikki Fróðskaparsetur Føroya, sum tað annars stendur orðað í samgonguskjalinum?

 

Tað, sum nú manglar, er at fáa eina skipan um góðskutrygging í Føroyum. Hetta er síðsta stigið og eisini tað týdningarmiklasta í íverksetanini av Bologna-tilgongdini í Føroyum. 

Fyri at tryggja eina góða íverksetan av góðskutrygging er tað av alstórum týdningi at fylgja European Standards and Guidelines, sum er grundarsteinurin fyri góðskutrygging og lýsir, hvørji stig skulu takast í arbeiðinum við góðskutryggingini. 

Sambært Bologna-tilgongdini fevnir góðskutrygging um trýggjar skipanir: (1) Innanhýsis góðskutrygging, (2) Uttanhýsis góðskutrygging og (3) Ein góðskutryggingarstovn. 

Fróðskaparsetrið hevur ábyrgdina av innanhýsis góðskutryggingini, meðan Uttanríkis- og Mentamálaráðið (UMMR) hevur ábyrgdina av uttanhýsis góðskutryggingini og at seta ein góðskutryggingarstovn á stovn. Peningurin, sum skuldi setast av til hetta arbeiðið, bleiv skerdur so nógv niður, at vit ikki duga at síggja, hvussu UMMR skal kunna seta hetta arbeiðið í gongd í 2020. 

 

Arbeiðið hjá MFS við Bologna-tilgongdini steðgaði ikki eftir løgtingsvalið; Bologna-tilgongdin bleiv eitt av evnunum til norðurlendsku ráðstevnuna Nordiskt Ordførande Møte (NOM) og MFS bjóðaði talarum frá Íslandi, Grønlandi, Danmark og Føroyum at tala. Í samband við ráðstevnuna bleiv ein almenn fráboðan til Føroya Løgting eisini skrivað. Øll tey norðurlendsku og baltisku nationalu lestrarfeløgini skrivaðu undir upp á hesa fráboðanina, sum heitir á Føroya Løgting um at halda áfram við arbeiðinum at innføra Bologna-tilgondina í Føroyum.

 

Týdningurin av Bologna-tilgongdini er alstórur fyri Føroyar. Vit liva í einum heimi, har globalisering hevur stóran týdning á politiska pallinum. Føroyar skulu fylgja við í evropeisku tilgongdini, og at gerast limur í Bologna-tilgongdini gevur okkum eina rødd í evropeiska útbúgvingarkjakinum.

 

Hyggja vit at endamálinum við Bologna-tilgongdini, sum er at hækka góðskuna og styrkja um viðurkenningina av hægri útbúgvingarstovnum í Evropa og at økja um mobilitetin hjá lesandi, so kann sigast, at hetta gongur hond í hond við endamálið hjá MFS, sum er at verja áhugamálini hjá lesandi. Ein stórur partur av hesum er sjálvsagt at arbeiða fyri so góðum útbúgvingum og útbúgvingarmøguleikum, sum til ber, og at tryggja at góðskan er í lagi. Ein annar partur er at tryggja mobilitetin hjá lesandi í Føroyum. At Føroyar fylgja Bologna-tilgongdini tryggjar, at lesandi í Føroyum kunnu fara á skiftislesnað uttanlands, men eisini at tey kunnu fara út um Føroyar at útbúgva seg víðari - t.d. at taka eina kandidatútbúgving uttanlands eftir loknað bachelorútbúgving í Føroyum. At Føroyar gerast limur í Bologna-tilgongdini tryggjar teimum hetta! Og at geva lesandi í Føroyum hendan møguleikan økir eisini sannlíkindini fyri, at útbúgvingarstøðið í Føroyum hækkar, og okkara vitanarsamfelag víðkast.

Borgný Súsonnudóttir Hansen 

Audiologopædilesandi 

Keypmannahavn 

Altjóða skrivari í Ráðnum hjá MFS

Grein úr Fjølnir 2020. Les blaðið her.

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Jónas Broncks gøta 25   -   100 - Tórshavn