College in the States

Bjarni Rasmussen

“Knowledge for Action”

Hesi eru slagorðini hjá Wharton School of Business, sum er handilsskúlin hjá Ivy League universitetinum, University of Pennsylvania. Í august 2018 byrjaði eg mína lestrargongd í Philadelphia. Eg hevði kannað, hvørjir møguleikar vóru kring heimin fyri bachelor innan handil, og eg kom fram til, at tað, ið hevði størstan týdning fyri meg at fáa burtur úr míni skúlagongd, vóru ítøkilig amboð, sum eg kundi taka við mær út í íverksetara- og yrkislívið, og tað er júst hetta, ið Wharton ger best. Meir ella minni øll skúlagongdin snýr seg um at fyrst læra um nøkur hugtøk, og síðani verður fokus lagt á, hvussu hugtøkini kunnu brúkast úti í handilsheiminum.

Sum næmingar eru vit sera íðin eftir at sleppa út á arbeiðsmarknaðin at royna okkum við tí vitan, sum vit fáa á skúlanum; hetta verður m.a. gjørt við at fara á starvsvenjing um summarið. Sjálvur var eg í Shanghai og arbeiddi hjá einari fastognarfyritøku á sumri 2019, og eg skal til Tel-Aviv at arbeiða fyri ein “venture capita fund” á sumri 2020. 

Globalur hubbur

Samansetingin av næmingum á Wharton er ótrúliga dragandi. Í mínum ári - Class of ’22 - vóru uml. 25% av teimum 500 næmingunum útlendingar, tey umboðaðu fleiri enn 70 lond. Hetta merkir sostatt, at eg havi havt møguleika fyri at fáa vinfólk og kenningar úr øllum heimsins hornum, sjálvsagt í breiðastu merking. The University of Pennsylvania er eisini kent sum “the social Ivy,” skilt á tann hátt, at fólk brúka ein stóran part av síni frítíð upp á vinfólk og at møta nýggjum fólki. Í Wharton plaga vit at siga, at tað óalmenna slagorðið hjá skúlanum er “work hard, play hard.” Greek life er ein stórur partur av hesum. Tað er tískil stuttligt at ganga runt á skúlanum og mala, tí man møtir altíð ymsum fólki, man kennir, og man skapar nýggj sambond næstan hvønn dag.


 

Lærdómur uttan fyri skúlastovuna

Eg havi altíð sjálvur verið av tí fatan, at tað er rættiliga avmarkað, hvat ein handilsskúli reint akademiskt kann bjóða fyri at menna næmingar, so tey gerast góð handilsfólk. Gamaní er tað umráðandi at skilja eitt sindur av marknaðarføring, roknskaparførslu, fígging o.ø., men hetta er alt sovorðið, man kann læra seg sjálva/n, hevur man eina teldu og netsamband. Tað, sum fyri meg er tað týdningarmesta á skúlanum, eru næmingarnir og teir ymsu virkismøguleikarnir uttan fyri skúlastovuna. 

Næmingarnir á skúlanum hava eina ótrúliga drívmegi, og har er altíð serligur angi av framsøkni í luftini í høvuðsbygninginum Huntsman Hall. Eg havi sjálvur nógv vinfólk, sum stovna fyritøkur undir skúlagongdini, antin sjálvi ella saman við øðrum næmingum. Harafturat eru nógvir møguleikar fyri at innlima seg í klubbar o.a. á lestrarøkinum. Næmingar gerast virknir uttan fyri skúlan fyri at læra meira um og víðka síni áhugamál, men eisini fyri at skilja seg burtur úr fjøldini, tá søkt verður eftir arbeiði eftir loknan lesnað. Sjálvur havi eg m.a. stovnsett ein norðurlendskan klubb (Penn Nordic), ein “start-up incubator” (SPIRE), og so eri eg eisini limur í einum uttandura leiðslumenningarklubbi (Wharton Leadership Ventures), har vit fara við Wharton næmingum á ekstrem-sport túrar kring heimin, m.a. í Antarktis og fjøllunum í Patagonia.

Sera nógvir áhugaverdir professarar eru á skúlanum, og nógvir møguleikar eru hjá okkum næmingum at samskfita við teir m.a. um skúlafíggjað lunch-forrit og samstarvsmøguleikar viðvíkjandi verkætlanum, teir arbeiða við osfr. 

At enda kann eg siga, at eg við mínum lestri í Philadelphia uttan iva havi funnið eitt gott ‘match’ til míni fakligu- og handilsligu áhugamál, og eg ynski at viðmæla fleiri føroyingum at umhugsa eina lestrarleið í USA. Eg eri altíð fúsur at tosa um mínar royndir og at hjálpa á leið.

Bjarni Rasmussen

Bachelor í Economics á Wharton School of Business

Grein úr Fjølnir 2020. Les blaðið her.

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Jónas Broncks gøta 25   -   100 - Tórshavn