top of page

Móðurmálið er...

Yrking frá lesandi á ritlist hjá Fróðskaparsetrinum

Móðurmálið er...

Yrking frá lesandi á ritlist hjá Fróðskaparsetrinum

Móðurmálið er útsýnið av kyni í náttúruni

Móðurmálið er broyskin mentanarpoliti í atlantshavinum kjokkfull av góðum útsýni

Móðurmálið er kjokkfult av góðum fyrstafloks broderaðum orðum

Móðurmálið er fyrstafloks høghælaði felags áhugamál, sum fløkjast

Móðurmálið er 24% færøsk

Móðurmálið er ein rein og trúføst brúður

Móðurmálið er ikki loyvt í kropsfatan. Líkist burturúr Gadus

Móðurmálið er 24% úr Tokyo í Japan

Móðurmálið er færøsk. Ansa eftir hesum. Orðið smakkar okkum illa
Móðurmálið er ljóst og myrkt fyrsta floks tea time

Móðurmálið er vánalig hugskot, sum smitta illa føroyskar rávørur

Móðurmálið er nakað serligt. Ein rein og trúføst brúður, ið ger fólk glað

Móðurmálið er snerkt breyð og broyskin bróst

Móðurmálið er ein høghælað ábyrgd

Móðurmálið er 24% færøsk. Mega nice refleksjón

Móðurmálið er ein rein og trúføst brúður. Ring 348 700

Móðurmálið er mammur, sum berjast úr Svínoy og úr Tokyo um vár í sinni

Móðurmálið er mammur, sum berjast á Atlantshavinum

Móðurmálið er fyri sámiligan prís

Móðurmálið er ljóst og myrkt og appilsingult

Móðurmálið er kontrast millum stuttflutta og appilsingult

Móðurmálið er snerkt breyð, sum skammast, tá orðini fløkjast í kynið

Móðurmálið er ikki færøsk

Móðurmálið er ljóst og myrkt

Móðurmálið er nakað serligt

Móðurmálið er gandurin í løtuni

Móðurmálið er kærleiki

Móðurmálið er rætturin til menn, okkum dámar

Móðurmálið er volapykk

Móðurmálið er populistiskt tvætl

Móðurmálið er kropsfokusið

Móðurmálið er mentanarpoliti

Móðurmálið er Gadus við broderað orð

Móðurmálið. Tosa við okkum

Móðurmálið er mammur, sum berjast í loyndum fyri rættin til stórbærar og kreativar kenslur

Móðurmálið er appilsingult volapykk fyri sámiligan prís

Álvaratos, Dennis Holm. Móðurmálið er føroyskar rávørur, fyrstafloks volapykk og 24% vónir, sigur Hans Pilgaard

Móðurmálið er so ymiskt og tó mørkini

Móðurmálið er 24% færøsk og mega nice refleksjón

Móðurmálið er broderað orð um kyn og kropsfatan

Móðurmálið er broderað orð um høgælaðir menn, okkum dámar


-Fyrsta heilsan frá Ritlist 2026

bottom of page