Fjølnirheiðurin 2022 

A summary in english is at the end of this text.

Síðani stovnanina hjá MFS fyri skjótt 60 árum síðan, hevur felagið útgivið mong bløð, tíðindaskriv, bøkur o.a.. Tey seinastu árini hevur MFS givið blaðið Fjølnir út árliga. Hvussu vit skipa innihaldið í blaðnum hevur verið ymiskt frá ári til ár. Í ár høvdu vit eitt yvirskipað evni, sum sást aftur í øllum greinunum. Hetta fara vit at halda fram við, og komandi ár verður evnið “Veðurlagskreppan”. Sum nakað nýtt ynskja vit komandi ár at fáa eitt íkast frá okkara limum: lesandi í Føroyum og føroyskum lesandi uttanlands. Í hesum sambandi lýsa vit eftir greinum til Fjølnir 2022. Innihaldið í greininum skal samsvara við tað, sum høvundurin lesur, og besta greinin fær Fjølnirheiðurin 2022. 

Um greinina  
Greinin skal vera fakliga viðkomandi fyri tað tú lesur og snúgva seg um veðurlagskreppuna í breiðastu merking. Hon skal vera skrivað soleiðis, at øll kunnu lesa hana – ikki bert tey, ið hava lisið tað sama sum tú.  
Tú kanst t.d. skiva greinina út frá einari uppgávu ella ritgerð, sum tú hevur skrivað í samband við tín lesnað, men minst til at hetta ikki er ein akademisk ritgerð, men ein lættvísindalig grein t.e. ein grein við vísindaligum innihaldið, sum er skrivað til almenningin.  
Tá tú skrivar greinina, skalt tú minnast til, at lesarin ikki neyðturvuliga hevur sama bakstøði sum tú til at skilja evnið. Tí er umráðandi at málið er lætt, og at tú útgreinar møgulig fakorð. Tað er ikki er neyðugt at byrja við eini drúgvari gjøgnumgond av eitt nú ástøði og háttalagi. Eitt gott ráð er, at heldur fara skjótt til kjarnuna fyri at fanga lesaran, og síðani at seta evnið inn í eina størri heild.  
Fyri at senda eina grein inn, skalt tú vera innskrivað/ur á einum hægri útbúgvingarstovni. Tú skalt upplýsa hvar og hvat tú lesur.  
Greinin skal vera 2-4 vanligar síður til longdar (uml. 2400 tekin á hvørjari síðu), og skal vera skrivað á føroyskum, enskum ella norðurlendskum máli.  

Fjølnirheiðurin 
Besta greinin fær Fjølnirheiðurin, sum umframt viðurkenningina er ein peningagáva á 5000 kr. Ein óheft metingarnevnd við umboðum við ymiskari fakligari vitan verður sett at meta um greinarnar. Hóast tað bert er ein grein, ið fær heiðursløn, kunnu hinar innkomnu greinarnar eisini prentast í Fjølnir. MFS tilskilar sær rættin til ikki lata Fjølnirheiðurin, um metingarnevndin ikki metir nakra grein vera nøktandi.  

Freist 
Freistin at senda inn grein er 15. desembur 2021. Greinin skal sendast til fjolnir@mfs.fo
Hevur tú spurningar kanst tú seta teg í samband við Karlu Neslíð við at skriva til karla@mfs.fo ella ringja til +298 586511. 

SUMMARY IN ENGLISH

MFS(The Faroese National Union of Students) is calling for papers for our magazine “Fjølnir”. The paper has to be on the subject “Climate Crises” and should reflect your field of studies. In order to submit you have to be a student. The paper should between 2-4 pages and can be written in Faroese, English or a Scandinavian language. The best article will receive the Fjølnir Prize (Fjølnirheiðurin) which consists of 5000 kr. To submit your paper send it to fjolnir@mfs.fo. The deadline for submission is 15 December 2021.

For more information please contact Karla Neslíð by writing to karla@mfs.fo or calling +298 586511.