Føroysk gransking innan fótbólt

Andrass Thomsen

Fótbóltssamband Føroya (FSF) varð stovnað í 1979, men fótbóltur hevur verið spældur í Føroyum síðan síðst í 19. øld. Fótbólturin er tó nógv broyttur, síðan tey fyrstu feløgini vórðu sett á stovn um aldarskiftið 1800/1900. Sjálvt spælið á vøllinum er enn tað sama, men umstøðurnar rundan um fótbóltin eru nógvar broyttar.

 

Í FSF eru vit áhugað í at byggja brýr millum vitan og virkisroyndir til tess at menna fótbóltin í Føroyum enn meira. Vit ynskja tí at fáa vísindaliga vitan, ið er viðkomandi fyri menning av føroyskum fótbólti.

Fyri at skapa eitt tættari samband við føroysk lesandi luttók FSF fyri fyrstu ferð á Jobmatch í Norðurlandahúsinum í 2019.

 

Ynskja gransking innan serføroysk viðurskifti

Gransking innan fótbóltsviðurskifti fer fram kring allan heimin, og tí er longu nógv vitan at finna um gransking, ið hevur verið gjørd í øðrum londum. Men FSF ynskir at skapa føroyska vitan:

 

- Vit ynskja at framleiða og skapa vitan um føroysku fótbóltsviðurskiftini, sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur S. Clementsen.

 

Hann leggur afturat, at tað er týdningarmikið fyri menningina av føroyskum fótbólti, at vit hava gransking, ið byggir á serføroysk viðurskifti.

Endamálið við at fáa vitan til vega um føroysku fótbóltsviðurskiftini er fyrst og fremst fyri at menna føroyskan fótbólt. Við at hava gransking ber til at tryggja, at framtíðaravgerðir eru vísindaliga væl undirbygdar, heldur enn at tær byggja á gitingar.

 

Vit ynskja at uppgbyggja vitan innan m.a. fysiologisk øki, samfelagsviðurskifti og humanistisk øki, td. fyrisiting, sosiologi og fíggjarviðurskifti.

 

Granskast kann innan nógv øki

Føroysk gransking innan fótbólt og ítrótt er tó ikki nakað nýtt, tí nógv hevur verið granskað innan fysiologiska økið, har m.a. granskingin innan heilsufótbólt er viðurkend kring allan heimin.

 

- Vit ynskja at koma í samband við lesandi á fleiri økjum, sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri í FSF. Hann leggur afturat, at hugsað verður m.a. um gransking innan samfelagsviðurskifti og á humanistiska økinum, t.d. innan fyrisiting, sosiologi og fíggjarviðurskifti.

 

Fótbóltur er eitt sera breitt evni, og møguleikarnir fyri at skriva uppgávu og granska innan fótbóltsøkið eru ógvuliga stórir. Fótbóltssambandið hevur tí sett saman nøkur evni, ið kundu verið áhugaverd at kanna nærri:

 

Hvønn samfelagsligan týdning hevur føroyskur fótbóltur?

Fótbóltur hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum og er ein stórur partur av gerandisdegnum hjá mongum føroyingum. Fótbólturin hevur tí stórt virði í samfelagnum.

Tað hevur sínar fyrimunir at vera virkin í fótbólti - bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin. Tað er ein máti at halda seg í kropsligari venjing, og samstundis er fótbólturin eisini við til at menna børn og ung og at geva teimum týdningarmiklar lívseginleikar.

Vit ynskja tí at kanna, hvussu høgt samlaða samfelagsvirðið á føroyskum fótbólti er. M.a verður hugsað um virðið á sjálvbodna arbeiðinum, virðið á heilsuligum – og sosialum ágóðum, og hvørjar inntøkur fótbólturin hevur við sær til føroyska búskapin.

 

Er føroyskur fótbóltur áhugaverdur?

Flest allir føroyingar hava eitt yndis fótbóltsfelag, men hóast tað, so er talið av áskoðarum til dystir í Betri-deildini fallandi. Vit ynskja tí at kanna, hvørjar orsakirnar eru, og um føroyingar halda føroyskan fótbólt vera áhugaverdan.

Hetta evnið kann viðgerast úr nógvum ymiskum sjónarhornum, har t.d. dentur verður lagdur á:

 

  • Hava vit røttu kappingarskipanina til eina áhugaverda kapping?

  • Bjóða vit eina áhugaverda vøru?

  • Hví fara fólk til dyst í Betri-deildini, ella hví fara fólk ikki til dyst í Betri-deildini?

  • Hvussu stórur er áhugin fyri føroyskum fótbólti samanborið við áhugan fyri útlendskum (serliga enskum) fótbólti?

 

Hví gevast børn at spæla fótbólt í tannárunum?

Fótbóltur er helst best umtókta ítróttargrein í Føroyum, og tó vísa hagtøl, at ein stórur partur av teimum ungu gevast at spæla fótbólt í tannárunum.

Vit ynskja tí at kanna, útgreina og finna orsakir til trupulleikarnir, so vit eisini kunnu finna útav, hvat kann gerast fyri at venda gongdini.

Í uppgávuni eigur dentur at vera lagdur á m.a. hesi evni:

  • Hvør er orsøkin til, at tannáringar gevast við at spæla fótbólt?

  • Er munur á fráfallinum landafrøðiliga?

  • Er munur á kynunum?

  • Hvussu kann gongdin vendast?

 

Andrass Thomsen -FSF

Grein úr Fjølnir 2020. Les blaðið her.

Hvussu geri eg, um eg eri áhugað/ur í at skriva uppgávu saman við FSF?

Um tað hevur tín áhuga at skriva uppgávu í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, kanst tú seta teg í samband við tekniska stjóran: Pætur Smith Clementsen (tel. 29 19 64 / psc@football.fo).

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Jónas Broncks gøta 25   -   100 - Tórshavn