Fyritøkan Broad

Broad I/S - Aalborg - 4 starvsfólk - Media accelerator - software - Broad I/S er stovnað í May 2020 - Directors: Rúni Johansen og Jason Gures

Rúni Johansen.jpg

Útbúgving

Eg eiti Rúni Johansen og eri 25 ár. Eg varð føddur í Mexico City og fór í ein týskan barnagarð, har dagliga málið var týskt. Vit fluttu til Føroya, beint áðrenn eg varð fimm ár. Eg gekk í Vestmanna skúla, til eg var trettan ár, tá vit fluttu til London. Har gekk eg í norska skúlanum og í einum enskum skúla. Eftir tað fluttu vit til Føroyar aftur, og eg fór fyrst í NámX og síðan á Handilsskúlanum. Eg flutti til Aalborg at lesa til datamatikara, men skifti leið til International Business Administration á ensku linjuni. Eins og heitið á mínari útbúgving bendir á, snýr hon seg um, hvussu ein byrjar og rekur eina fyritøku. Tað er ikki einans á fyrisitingarligum støði, og útbúgvingin fevnir eisini um eina rúgvu, sum er tongt at innovatión og íverksetaríi.

Eg havi altíð havt ringt við at hugsavnað meg í skúlanum. Eg havi ongantíð fingið hægstu próvtøl í teimum fakunum, sum eg ikki var áhugaður í, sjálvt um eg royndi mítt besta. Eg velji at lesa tað, mær dámar. Tey fakini, sum eg ikki slapp at sameina við mín lestur, lesi eg uttan fyri skúlatíð. Sálarfrøði, heilsa og marknaður á netinum vóru øki, sum eg ikki hevði atgongd til í skúlanum, men eg havi lisið um tey á netinum í staðin.

Eg fekk staðfest diagnosu fyri ADHD, tá eg var 23 ára gamal. Tað forkláraði nógv um mín hugburð og mína atferð í skúlanum, og hví tey fakini, ið eg ikki var áhugaður í, ávirkaðu mítt miðalpróvtal so mikið, at tað avmarkaði mínar akademisku møguleikar.

 

Leiðin fram til Broad fyritøkuna

Tá eg var trettan ár, fóru pápi mín og eg í ein bókahandil í London at keypa mær eina bók. Eg sá alt fyri eitt eina bók, sum eg vildi hava. Hon varð keypt og er enn ein fongur. Heitið á bókini er “Business for Dummies”. Nú eri eg sjálvandi komin longri enn at vera ein dummie, men henda bókin var sera hent fyri at skilja grundstøðið viðvíkjandi at byrja og reka eina fyritøku.

Eg og mín businesspartnari, Jason, høvdu ikki trúð, at vit fóru at koma her til, sum vit eru nú. Vit komu báðir til Aalborg at lesa til datamatikarar men dumpaðu. Starin, ið bygdi eitt reiður uttanfyri, fekk størri ans frá okkum enn fyrilestrarnir. Tað er kanska ein ironiskur myndburður í dag.

Fyrstu lestrarhálvu stovnaðu vit eina fyritøku, sum koyrdi út fyri matstovur. Vit stovnaðu tvær heimasíður og fýra appir. Ongar teirra vórðu tó brúktar, tí tær samsvaraðu ikki við okkara visjónir. Vit grundaðu tí víðari og komu at hugsa um okkara sosiala netverk á campus. Stutt eftir høvdu vit eitt arbeiðspláss, sum einans var mannað av studentum. Vit fingu síðan gjørt alt sjálvir fyri sama prís, sum kappingarneytar rindaðu um mánaðin fyri umsitingarkostnaðir. Hóast hetta var sera læruríkt og spennandi, so var tað ikki lætt at javnviga tvey ymisk lív - tað sosiala og so business.

Hóast útberingarfyritøkan bar seg, føldi eg, at har var okkurt annað, sum vit kundu gera betri. Eg brendi ongantíð veruliga fyri henni, og hon var mest av øllum ein byrða. Tá uttanhýsis ávirkanir harafturat byrjaðu at blanda seg í bæði stórar og smáar avgerðir, vit tóku, valdu eg og Jason at selja okkara partar. Tað var ringt at góðtaka, at tann fyrsta fyritøkan ikki bar á mál. Telduspøl og áhugin fyri business var mítt “escape from reality” sum tannáringur, og eg fór tí natúrliga aftur til tað, tá fyritøkan fall.

 

Tá ein fyritøka verður stovnað, fylgir nógv óvissa við - serliga óvissan um hon man fara at bera seg. Eg havi búð og ferðast nógv í Mexico City og London, og tað hevur hjálpt mær at síggja tingini úr einum øðrum og positivari sjónarhorni.

Í dag hava allar tær miseydnaðu royndirnar givið mær nóg nógva vitan til at kunna javnviga business og skúlagongd, hóast eg tíverri eri noyddur at avlýsa nógvar avtalur, eg havi við vinmonnum. Eisini havi eg avlýst ferðir til London, har eg skuldi vitja familjuna. Tó eigur Covid-19 stóran leiklut í, at nógvar avtalur fyri tíðina hava verið noyddar og noyðast at broytast ella avlýsast.

Tað hevur stóran týdning at liva sunt fyri at kunna javnviga millum skúla, fyritøku og sosiala lívið. Tískil eri eg rættiliga virkin og venji fitness fyri at kunna vera so fokuseraður sum gjørligt. Harafturat hava Covid-19 og broytingarnar á universitetinum virkað fyri, at eg havi stundir til at vera meira produktivur - serliga á tann hátt, at gerandisdagurin er vorðin smidligari, og tað er lættari at raðfesta rætt orsakað av hesum.

Rúni og Jason.jpg

Broad fyritøkan í dag

Ímeðan eg havi lisið Economics and Business Administration á Aalborg universitet, hava eg og mín businesspartnari brúkt meginpartin av okkara frítíð til at leita eftir øðrum vinnuligum møguleikum. Fleiri av royndunum hava miseydnast men hava eisini beint okkum mótvegis øðrum møguleikum á Youtube- og telduspælamarknaðinum. Vit høvdu eitt gott netverk, nógvar royndir og góðar afturmeldingar frá okkara fyrrverandi starvsfólkum.

Umleið triðju lestrarhálvu funnu vit ein møguleika, sum vit tóku av. Nakrir youtubearir frá Kanada og Texas, ið vit høvdu samstarvað við fyrr, vildu hava nýggjar heimasíður, og vit vóru teir fyrstu, ið settu okkum í samband við teir. Okkara styrki við leiðslu og at seta tey røttu fólkini til uppgávurnar vísti seg at vera sera effektiva fyri okkum, tí vit fingu uppgávur og deadlines beinanvegin. Vit høvdu starvsfólkini, áðrenn vit stovnaðu okkara fyritøku, og tað var bara møguligt, tí vit kendu programmørarnar frammanundan. Í dag hava vit enn teir somu kundarnar og hava higartil gjørt fýra heimasíður, ið vit skulu viðlíkahalda og dagføra, soleiðis at tær samsvara við árstíðirnar og ymsar hendingar gjøgnum árið, so sum jól og føstulávint. Harafturat stýra vit heimasíðunum og eru við til flestu avgerðirnar innan marknaðarføring. Mín leiklutur í Broad var alt innan fígging, bókhald og íverksetan. Fyri meg eru arbeiðsdagarnir næstan ongantíð líka, tí vit arbeiða á einum marknað, sum krevur smidleika og gott eyga fyri skiftandi raðfestingum. Teir seinastu mánaðirnar í 2020 havi eg arbeitt nógv við advokatum og bókhaldarum fyri at fáa tað lógliga upp á pláss. Hetta fevnir millum annað um arbeiðssáttmálar, tryggingar og alt, sum hevur við skattamyndugleikan at gera. Eisini skráseti eg lønarseðlar og taki mær av bókhaldi hvønn mánað.

Eg og businesspartnarin eiga 50/50 av fyritøkuni og hava fýra fólk í starvi; Tríggjar programmørar og ein “general manager”, ið vit nýliga hava sett í starv at planleggja og yvirtaka ein stóran part av mínum leikluti. Tað gevur mær betri møguleika at savna meg um uppgávurnar við kundunum, og sum heild hvussu vit kunnu breiðka um eigaraskaran og vaksa um virksemið í framtíðini.

Eg eri liðugur við mín bachelor í summar 2021, og sum nú er, havi eg ongar ætlanir um at lesa til kandidat. Mítt mál er ikki bara tongt at fyritøkuni Broad, men fólkunum aftanfyri eisini. Eg og mín businesspartnari, Jason, seta ómetaliga stórt virði á starvsfólkini og hava altíð givið teimum meira, enn marknaðurin gevur í miðal. Pengar eru bara eitt bonus fyri meg og Jason, ið vit enn ikki hava fingið nakað av sjálvir, hóast vit eru komnir her til, sum vit eru.

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.