Góð ráð til starvssamrøðuna

Bergtóra Høgnadóttir 

HR-leiðari hjá SEV

“You never get a second chance to make a first impression”, sigur orðafellið.

Tað er tí umráðandi at gera sær ómak, tá ein skal til setanarsamrøðu, fyri at geva eina góða fyrstuhondsfatan. 

Ofta verður sagt, at góða umsóknin er atgongumerkið til setanarsamrøðuna, og nakað er um tað. Tá ein setanarnevnd viðger umsóknirnar, verða tey best skikkaðu vanliga boðin til eina samrøðu.

Vanliga tekur ein slík samrøða ½ - 1 tíma. Umráðandi er at fyrireika seg væl og virðiliga til slíka samrøðu. Setanarnevndin er vanliga skipað av 2-5 fólki. Oftast luttaka leiðari, HR-leiðari og kanska ein deildarstjóri ella stjórin. Stundum er ein starvsfelagi ella eitt álitisfólk eisini við til setanarsamrøðuna.

Meðan nakrir umsøkjarar hava hópin av viðkomandi royndum, hava nýútbúnir umsøkjarar møguliga ymiskt annað gott í skjáttuni. Tað kann vera sjálvboðið arbeiði, lestrararbeiði, at tey hava verið venjarar í onkrari ítróttagrein ella okkurt annað, sum gevur varhugan av, hvørjar teirra styrkir eru. Umhugsa, hvat tú erliga kanst bera fram um teg sjálva/n, og sum sannlíkt er viðkomandi hjá arbeiðsgevaranum at hoyra um teg. Tað kann vera: 

  • Eg eri tilvitað/ur um at veita eina góða tænastu 

  • Eg gevi mítt íkast til tann góða trivnaðin

  • Eg eri von/vanur at tosa við fólk - eisini tá okkurt trupult skal sigast

  • Eg eri neyv/ur og fyrireiki meg altíð væl

 

Ung fólk hava ofta áræði, orku og eru sera motiverað. Tað er ein gáva hjá øllum arbeiðsgevarum. Vís undir samrøðuni, at tú veruliga vilt starvið og sig fegin, hví tú heldur teg vera væl skikkaða/n. Hvat er tað við júst HESUM starvinum, sum tendrar teg?

Ikki pella

Ofta verða umsøkjarar undir setanarsamrøðuni spurdir um teirra styrkir og veikleikar. Veit, at summi hava trupult við at nevna sínar styrkir. Um tú heldur tað vera trupult, kanst tú royna at nevna eina ella tvær styrkir, tí tað er sjálvandi best, um tú kanst siga okkurt gott um teg sjálva/n. Hvat hevur tú til dømis fleiri ferðir hoyrt fólk siga, at tú dugir væl? Eg kann nevna nøkur dømi sum íblástur: Mær dámar væl at vera blíð/ur við fólk og at vera sannførd/ur um, at fólk hava fingið eina góða tænastu. Lat vera við at pella – tað kann oyðileggja nógv, um tú sigur teg duga eitthvørt væl, sum als ikki er satt, ella sum tú ongar royndir hevur við.

Í mun til veikleikar kanst tú annaðhvørt draga okkurt fram, sum ikki er so umráðandi í júst hesum starvinum, ella tú kanst nevna okkurt, sum tú fegin vilt betra – so vísir tú, at tú kennir tínar avmarkingar men fegin vilt læra.

 

Hvussu long svar?

Fólk hava spurt meg, hvussu long svarini skulu vera. Tað veldst um, men ja og nei er ov stutt, og ein monologur í 10 minuttir er alt ov langt. Einir 3 – 5 setningar eru fínasta slag. Og til størri spurningar einir 5 – 7 setningar. Og so kann setanarnevndin eisini spyrja nærri inn, um tey vilja vita meira um eitthvørt. Tað ger einki, um tú hugsar teg um, áðrenn tú svarar. Vit eru so ymisk. Nøkur okkara hava lætt við at greiða frá, onnur skulu hita upp eina løtu, og uppaftur onnur eru ikki so væl skorin fyri tunguband, og tað er í lagi.

 

Hopi ikki, tey spyrja um...

Stundum siga fólk við meg, at tey ikki vóna, at arbeiðsgevarin fer at spyrja um okkurt ávíst. Tað er umráðandi, at tú fyrireikar teg á best møguligan hátt at svara júst teimum spurningunum, tú ikki hevur hug at svara. Partvíst ert tú nógv róligari til samrøðuna, um tú hevur nøkur góð og væl fyrireikað svar, og partvíst signalerar tú, at tað er í lagi, at arbeiðsgevarin spyr, og at tú eisini ert fús/ur at tosa um trupul evni. Um tú hevur skrivað okkurt í tína umsókn, sum kann undra fólk, kanst tú sjálv/ur siga: “Kanska tað undrar tykkum, at eg skrivi ... Orsøkin er hin einfalda, at…” ella: “Eg skilji væl, at tit spyrja, og eg vil fegin vera erlig. Veruleikin er, at …”.  Eg veit, at fleiri hava góðar royndir við at venja hetta saman við vinfólki, maka ella onkrum øðrum, tey hava álit á.

Eingin hevur spurt ov nógv

Tú kanst vænta, at arbeiðsgevarin setir tær nógvar spurningar undir samrøðuni – men set endiliga nakrar sjálv/ur eisini. Antin undir ella til seinast í samrøðuni. Og ikki bara um lønarviðurskifti og flekstíð. Tú kanst til dømis biðja tey greiða tær meira ítøkiliga frá starvinum? Um hvørji fólk starvast á deildini - fakliga, aldur, kyn? Um trivnaðin á deildini? Um tey gera nakað sosialt saman? Og hvussu er við upplæring? Alt sovorðið er eisini rættiliga umráðandi.

 

Hvørji klæðir?

Hóskandi klædnastílur veldst um starvið. Men klæðini skulu vera heil og nøkulunda rein. Far í okkurt, sum tú kennir teg væl í. Klæðir, tú kanst ímynda tær rigga væl í júst tí starvinum, tú hevur søkt. Eg hevði til dømis ikki farið í høghælaðar skógvar til samrøðu um starv í einum barnagarði. Eg hevði heldur ikki farið í joggingklæðir til samrøðu í einum banka.

 

Kanna heimasíðuna hjá teimum, tú skalt til samrøðu hjá

Sum partur av fyrireikingini til samrøðuna, er tað eitt gott hugskot at vitja heimasíðuna hjá virkinum, tú ert boðin til samrøðu hjá. Her fært tú breiðari kunning, kanska vitan um virkisvirðir og eina greiðari fatan av arbeiðsplássinum sum heild. Fleiri viðurskifti kunnu vera viðkomandi at nema sær vitan um. Harafturat sendir tú eina greiða ábending til setanarnevndina um, at tú hevur fyrireikað teg væl, um tú undir samrøðuni natúrliga sipar til eitthvørt viðkomandi, tú las á heimasíðuni.

 

Góða eydnu

Ynski tær góða eydnu við setanarsamrøðuni og vóni, at tú fært starvið. Og um ikki tú fært tað, so er vist, at tú lærir ein hóp kortini. Tað kemur at kalla altíð okkurt gott burtur úr einari setanarsamrøðu, sum kann gagnnýtast eina aðru ferð. Tú kanst eisini biðja um feedback upp á samrøðuna aftaná. Var nakað, tey saknaðu, ella sum tú kanst gera betri til eina aðru ferð?

Koyr á og ger títt allarbesta.. og ger tær ómak.

Blíðan byr 😊

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.