A-kassi – hví skal eg melda meg inn?
Tummas Janusarson Danielsen
Tað eru fleiri fyrimunir við at melda seg í ein A-kassa, meðan tú ert lesandi. Ert tú undir 30 ár og lesandi og hevur minst eitt ár eftir av útbúgvingini, er tað ókeypis at vera limur. Vanligi kostnaðurin er annars uml. 400-500 kr. um mánaðin.
Eftir at hava verið limur í eitt ár, hevur tú rætt til at fáa dagpening útgoldnan fyrsta dagin eftir loknan lestur, skuldi tað hent seg, at tú ikki fært starv beinanvegin. Hendan upphæddin liggur um 14.000 kr. Tú kanst tískil fáa útgoldið dagpening, uttan at tú nakrantíð hevur goldið eina krónu í A-kassan.
Meldar tú teg ov seint inn í A-kassan, og tú ikki fært starv beinanvegin eftir loknan lestur, fært tú ikki dagpening fyrsta mánaðin.
Umframt at fáa dagpening eru eisini aðrir fyrimunir við at melda seg í ein A-kassa. Tú fært m.a. ókeypis starvsvegleiðing og ókeypis fyrilestrar og workshops, har tú lærir at skriva CV, at skipa tín LinkedIn-vanga, og ráðgeving um, hvussu tú ber teg at til starvssetanarsamrøður.