Hví granska?

Annika Sølvará

Føroyar eru eitt gott land at granska í Umhugsar tú at arbeiða sum granskari eftir loknan lestur? Tað eru tað alt fleiri føroyingar, sum gera, og starvsmøguleikarnir økjast. Talið av fólki, sum verða sett í starv á Fróðskaparsetrinum, øðrum almennum granskingarstovnum og í vinnufyritøkum, er økt munandi seinastu tíggju árini. Tað eru eisini nógvir føroyingar, sum arbeiða sum granskarar uttanlands.

Tað eru nógv evni at granska í í Føroyum, bæði á økjum, sum bert fá hava granskað higartil, og á økjum, har vit hava drúgvar royndir.

 

Menn títt netverk

Ætlar tú tær at granska, so er skilagott at fyrireika teg upp á hetta so tíðliga í lestrinum, sum til ber. Finn tær eitt evni ella øki at hugsavna teg um og bygg tær eitt netverk av fólki, sum tú kanst samstarva við komandi árini.

Evnið kann vera eitt, sum altíð hevur havt tín áhuga, men tað kann eisini vera eitt, sum tú eftir ráðum frá einum granskara á universitetinum fært til uppgávu at arbeiða við. Tað kann eisini vera eitt evni, sum universitetið leitar eftir fólki til. Tað eru minst líka nógv, sum velja eitt evni, tí møguleikin býðst, sum tey, sum velja av brennandi áhuga.

Tú kanst menna títt netverk við at arbeiða í bólkum í lestrartíðini. Tú kanst arbeiða sum undirvísingar- ella granskingarhjálpari t.d. saman við vegleiðara til høvuðsuppgávuna og við onkrum ph.d.-lesandi. Tú kanst lesa á einum øðrum universiteti í eitt skiftisár, har tey eru serfrøðingar í tí, sum hevur tín granskingaráhuga. Tað eru fleiri stuðulsskipanir, sum kunnu brúkast til hetta, t.d. NordPlus og Erasmus+.

Set teg í samband við royndar granskarar og bjóða teg fram at hjálpa til undir lestrinum, ella sig teimum, nær tú væntar at vera tøk/ur eftir loknan lestur.

Tá tú ert komin í gongd á granskaraleiðini, er tað munandi lættari at fara í onnur lond við Marie S. Curie flytførisskipanini, um tú longu hevur royndir og sambond at byggja víðari á.

 

Ph.d.-útbúgving eitt krav

Skal tú vera granskari, so er ph.d.-útbúgving næsta stigið eftir lokna kandidatútbúgving, annaðhvørt beinanvegin ella nokk so skjótt aftaná.

Ein ph.d.-útbúgving er ein skipað granskaraútbúgving, sett saman av gransking, luttøku á ráðstevnum, skeiðum og undirvísing. Vanligasta longdin er 3 ár; tá er talan um eina samanseting av bachelor, master og ph.d., tað er 3+2+3 ára útbúgving. Aðrir møguleikar eru 4+4 og 3+5, har master og ph.d.-parturin eru samantvinnaðir.

Ein ph.d.-útbúgving verður í norðurlondum oftast skipað sum ein verkætlan, har tann ph.d.-lesandi verður settur í starv. Í Stórabretlandi er skipanin øðrvísi, har er talan um framhaldslestur. Fígging til eina ph.d.-verkætlan kann fáast ymsa staðni, til dømis frá universitetum, granskingargrunnum og frá fyritøkum.

 

Fleiri granskarar at samstarva við

Í 2019 hava higartil í minsta lagi 14 føroyingar vart eina ph.d.-ritgerð, í 2018 var talið 13. Fleiri av hesum ph.d.-lesandi fingu stuðul úr Granskingargrunninum. Til samans hava í øllum førum 230 føroyingar nú lokið ph.d. ella doktaraprógv.

Ein av teimum, sum disputeraði í 2019 var Tórur Biskopstø Strøm. Hann hevur arbeitt á DTU Compute og hevur funnið fram til nýggjan tólbúnað til gerlar – prosessorar. Hann hevur verið innskrivaður á DTU, verið eina tíð á University of Auckland og hevur eisini undirvíst á Fróðskaparsetrinum

Runa Preeti Ísfeld vardi ph.d.-ritgerð á Fróðskaparsetrinum um lívið hjá kvinnum úr ikki-vesturlendskum londum, sum eru giftar til Føroya. Hon hevur verið innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya og Aalborg Universitet.

Urd Grandorf Bak hevur arbeitt við eini vinnu ph.d. um taraaling, meðan hon hevur verið granskingarleiðari hjá Ocean Rainforest. Hon hevur samstundis verið innskrivað á DTU Food,

Annika Sølvará

Cand. mag. í enskum og søgu

Stjóri í Granskingarráðnum

Grein úr Fjølnir 2020. Les blaðið her.

Á gransking.fo ber til at lesa ymisk góð ráð um, hvat krevst fyri at kunna fáa fíggjarligan stuðul til eina ph.d.-verkætlan. Til ber eisini at skriva til Granskingarráðið á gransking@gransking.fo. Árliga umsóknarfreistin til stuðul til gransking er 15. februar.

Ert tú granskaralesandi ber til at søkja flytførisstuðul frá Marie S. Curie skipanini í Horizon 2020 til granskingaruppihald í øðrum landi. Eisini her ber til at fáa ráðgeving frá Granskingarráðnum.

Í Heilagrunninum á gransking.fo eru savnaði fleiri enn 400 fólk, sum eru granskarar, granskaralesandi ella fólk, sum hava arbeitt við gransking áður. Ein Facebook-bólkur er eisini, sum kallast Føroysk ph.d.-lesandi.

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Hoydalsvegur 1   -   100 - Tórshavn