ÍVERKSETANARUMHVØRVIÐ OG LESTRARUMHVØRVIÐ

íverksetar 2.jpg

Høvuðsvirksemið hjá Íverksetarahúsinum er at veita almenna og ókeypis ráðgeving til allar føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan. Harumframt verður regluliga skipað fyri tiltøkum, skeiðum og øðrum útbúgvingarligum virksemi.

Ætlar tú at stovna egna fyritøku, hevur tú eisini møguleika at fáa innivist í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi saman við øðrum íverksetarum og lesandi, sum eisini húsast í Íverksetarahúsinum.

Fjarnám

Í Íverksetarahúsinum bjóðar Fjarnám vegleiðing og sparring í samband við lesnað og uppgávuskriving. 

Lestrarvegleiðari er knýttur at Fjarnámi, og nútímans tøknilig útgerð skapar somuleiðis umstøður fyri fjarlestri, soleiðis at tann lesandi kann fylgja undirvísing umvegis netið. 

 

Tá lestrarvitan og viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum verða knýtt saman, kann tað menna góð netverk millum øðrumegin lesandi í Føroyum og uttanlands og hinumegin Klaksvíkar kommunu, Íverksetarahúsið og vinnulívið. 

 

Góðu umstøðurnar í húsinum skapa eitt gott og skapandi umhvørvi, har møguleiki er fyri sparring millum lesandi og íverksetar. Her eru lesandi eisini vælkomin at biðja um pláss at arbeiða við lestaruppgávum. Somuleiðis ber til at brúka lestrarhølini í styttri tíðarskeið í samband við eitt nú verkætlanir ella uppgávuskriving. 

 

Hevur tú spurningar, brúk fyri sparring ella tørv á vegleiðing? Set teg í samband við okkum.

Í gamla kontórbygninginum hjá Kjølbro í Klaksvík er Íverksetarahúsið staðsett. Síðan tað varð sett á stovn í 2007, hevur aðalmálið verið at hjálpa og stimbra íverksetarum í Føroyum. Við at stimbra íverksetaramentanina, verður somuleiðis styðjað upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í øllum landinum. Í Íverksetarahúsinum húsast í løtuni 11 ymiskar fyritøkur umframt Ung í Arbeiði og Fjarnám. 

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.