Kanning:

Lestrarstørv í Føroyum

Karla_Høvundamynd.JPG

Karla Neslíð

Varaforseti í MFS

Søgulesandi

Keypmannahavn

Ásvør_høvundamynd.jpg

Ásvør Lognberg

Skrivstovufólk hjá MFS

Læraralesandi

Tórshavn

At vera lesandi er í flestu førum eitt fulltíðaryrki, men vit vita, at ein stórur partur av lesandi eisini hava eitt ella fleiri lestrarstørv aftrat lesnaðinum. Orsakirnar til at lesandi velja ella noyðast at hava eitt lestrarstarv eru nógvar, og lestrarstørvini ávirka tey lesandi á ymiskan hátt.

Í Føroyum hava vit ikki hagtøl fyri, hvussu nógv hava starv aftrat lesnaðinum, og hvørja ávirkan størvini hava á lesnaðin. Tí hevur MFS valt at gera eina spurnakanning, har vit kanna hetta. Kanningin varð send við telduposti til øll lesandi á Setrinum, øll á hægri lestri á Glasi, og haraftrat hevur hon ligið á okkara sosialu miðlum.  

 

Í septembur 2020 vóru tað sambært Studna 817 fulltíðarlesandi undir hægri útbúgving. Til samans hava 211 lesandi í Føroyum luttikið í okkara kanning, sum varð gjørd í desembur 2020. Úrslitið vísir tí ikki heildarmyndina, men kanningin vísir rákið millum lesandi, tá tað kemur til lestrarstørv. 

Lestrarstuðul í Føroyum

· Studningurin til livikostnað er 4.471 kr. um mánaðin.

· Barnastudningurin er 1.036 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið.

· Einsamallir uppihaldarar av barni/børnum kunnu fáa 1.588 kr. aftrat um mánaðin.

· Lesandi í Føroyum kunnu tjena í miðal 20.000 kr. um mánaðin, áðrenn tað ávirkar studningin.

Lestrarstarv ella ikki

20%.png

Av teimum 211 svarunum svaraðu 169, at tey hava lestrarstarv, meðan 42 søgdu seg ikki hava lestrarstarv. Av teimum 169, sum hava lestrarstarv, siga 76% seg vera noydd at arbeiða av fíggjarligum ávum. 37% siga starvið vera viðkomandi fyri lesturin. Aðrar orsakir eru millum annað, at tað er sosialt at hava eitt lestrarstarv, og at eykainntøkan er góð sum lummapeningur. 

nei

ja

Talvan niðanfyri vísir á, at tað er ymiskt, hvussu nógvar tímar tey lesandi arbeiða. Tey flestu arbeiða í miðal 11 til 20 tímar um vikuna. Hesi eru 84 í tali, og tað svarar til knapt helvtina av teimum, sum hava lestrarstarv. 42 koma undir bólkin við fæstu arbeiðstímunum, meðan 10 siga seg arbeiða 31+ tímar aftrat lesnaðinum. 

Skærmbillede 2021-09-13 kl. 17.20.44.png

Um kapp við tíðina 

Spurd, um lestrarstarvið ávirkar lesnaðin, svaraðu 86%, at tað á einhvønn hátt ávirkar teirra lesnað. Meirilutin (59%) svaraði, at ávirkanin bæði er jalig og neilig, meðan ávikavist 14% og 13% svaraðu, at ávirkanin er bara jalig ella bara neilig.  

Skærmbillede 2021-09-13 kl. 17.23.18.png

Hóast nógv siga lestrarstarvið hava jaliga ávirkan á lesnaðin, siga 72%, at starvið á einhvønn hátt hevur neiliga ávirkan á lesnaðin. Møguleiki var hjá luttakarunum í kanningini at útgreina svarið, og øll tey, ið hava svarað, at starvið hevur neiliga ávirkan, siga orsøkina vera, at starvið fer við ov nógvari tíð og/ella orku.  

 

At siga at lesandi bara skulu arbeiða færri tímar er lættari sagt enn gjørt, tá hugsað verður um, at meginparturin av luttakarunum søgdu seg vera noydd til at arbeiða av fíggjarligum ávum. Í trivnaðarkanningini hjá Setrinum frá 2019, vóru tað bert 16%, sum søgdu studningin nøkta teirra fíggjarliga tørv. Nógv bendir á, at stórur partur av teimum lesandi eru noydd at arbeiða meira enn tey megna, og hetta ávirkar helst læruúrtøku og hvussu mong klára at gjøgnumføra sína útbúgving. Í trivnaðarkanningini hjá Setrinum frá 2019 sæst millum annað, at tey flestu, ið høvdu umhugsað at gevast, søgdu orsøkina vera truplu fíggjarstøðuna. Tað er harmiligt. Um ein noyðist at arbeiða so mikið, at tað gongur út yvir lesnaðin, kann tað harafturat hugsast at ganga út yvir annað, til dømis familjulív og sálarliga heilsu. 

 

Í Føroyum eru tað væl fleiri lesandi við børnum enn í okkara grannalondum. Í trivnaðarkanningini hjá Setrinum frá 2019 søgdu 49% seg hava børn yngri enn 18 ár, og tað talið liggur um 10-13% í okkara grannalondum. Hetta kann hugsast at streingja fíggjarstøðuna hjá teimum lesandi enn meira, tí umframt at hava tørv á tíð og orku frá foreldrunum hava børn útreiðslur við sær. At tað er trupult at fáa lesnað, starv og familjulív at hanga saman sæst á útgreinaðum svarum hjá fleiri av luttakarunum í spurnakanningini.

 

Brúgv millum lesnað og arbeiðsmarknað 

Í kanningini vóru 62%, ið søgdu lestrarstarvið vera viðkomandi fyri lesnaðin, og samanlagt meta 73% starvið hava jaliga ávirkan á lesnaðin. Tað sæst, at øll, ið hava viðkomandi lestrarstarv, siga starvið hava jaliga ávirkan á lesnaðin. Tó eru fleiri, sum eisini siga starvið ávirka á neiligan hátt. Gjøgnumgangandi fyri tey, ið hava valt at útgreina svarið, er, at tey við viðkomandi lestrarstarvi lýsa, hvussu tey fáa brúkt tað teoretiska í praksis og meta tað vera gott fyri framtíðarútlitini at hava samband við arbeiðsmarknaðin, meðan tey eru undir lesnaði. Eisini eru tað summi, ið siga tað vera týdningarmikið at hava eitt lestrarviðkomandi starv, tí at tað ikki er nóg nógv tíð sett av til starvslæru í lestrartíðini.  

 

Sømilig lestrarkor 

Kanningin vísir, at nógv lesandi halda lestrarstarvið hava jaliga ávirkan á lesnaðin – serliga tey, ið hava eitt viðkomandi lestrarstarv. Tað er sostatt gleðiligt, tá fyritøkur og stovnar bjóða lestrarstørv út, og tá lesandi fáa gagn av teimum. Kanningin vísir tó eisini á, at størsti trupulleikin viðvíkjandi starvi aftrat lesnaðinum er, at tey lesandi ikki klára seg við at arbeiða so mikið fáar tímar, at tey eisini megna lesnaðin. Í staðin eru tey noydd til at arbeiða meira enn tey megna, tí at lestrarstuðulin ikki røkkur.  

 

Í okkara stevnumiðum staðfestir MFS týdningin av einum sømiligum lestrarstuðli, sum endurspeglar kostnaðarstøðið í landinum. Lestrarstuðulin er hjá nógvum ein fortreyt fyri at kunna fara undir útbúgving. Hann er tí týdningarmikil, um vit vilja hava eitt samfelag, har atgongd til útbúgving ikki er tongd at fíggjarstøðuni hjá tí einstaka ella familjuni hjá viðkomandi. MFS viðurkennir, at viðkomandi lestrarstørv eru góð fyri fleiri, men hædd skal eisini takast fyri teimum, ið ikki megna at hava eitt starv aftrat fulltíðarlesnaðinum. Tørvur er á at endurskoða skipanina við lestrarstudningi og hyggja eftir, um hon livir upp til sítt endamál, tí greiðar ábendingar eru um, at skipanin ikki er nøktandi. 

Keldur: 

www.studni.fo 

www.setur.fo 

www.mfs.fo

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.