Ráð teirra lesandi

Nýliga er Ráð Teirra Lesandi vorðið hjá-nevnd, og ætlanin er, at innanhýsis viðurskiftir á Setrinum skulu verða viðgjørd av Ráð Teirra Lesandi, meðan mál, ið fevna út um Setrið og ávirka lesandi allastaðni, í høvuðsheitum verða viðgjørd av ráðnum í MFS.

Harafturat er Ráð Teirra Lesandi eisini við til at økja um trivnaðin á Setrinum við hugnaligum tiltøkum.

Hvørji eru vit?

Ráð Teirra Lesandi er lestrarráðið á Fróðskaparsetrinum. Vit arbeiða fyri at betra um lestrarumstøðurnar og lestrarviðurskiftini hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum; umframt at skipa fyri ymiskum tiltøkum hava vit tætt samstarv við MFS og Setrið.

Ráð Teirra Lesandi er mannað av eini nevnd, sum verður vald árliga á aðalfundinum, sum er í oktober. Eitt umboð er frá hvørjari deild, og í løtuni eru tíggju fólk í nevndini.

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Hoydalsvegur 1   -   100 - Tórshavn