Spurningar til sjálvboðið arbeiði

Niels Arge

Nógvir møguleikar eru fyri at arbeiða sjálvboðið. Fleiri føroyingar velja sjálvboðið at leggja arbeiðstímar av til at fremja ítrótt, mentan, sosialt arbeiði ella til at fara út í heim at hjálpa menniskjum í fátækradømi. Umframt praktiskar arbeiðsuppgávur taka sjálvboðin ofta lut í ymiskum nevndararbeiði. Alt hetta kann geva teimum betri førleikar til arbeiðsmarknaðin. Ein kanning hjá The World Database of Happiness vísir greiðan samanhang millum eydnu og sjálvboðið arbeiði. Sjálvboðin hava sostatt ikki einans positiva ávirkan á samfelagið men eru eisini glaðari enn onnur. Nógv talar tí fyri at gerast sjálvboðin. Í hesum sambandi hevur MFS spurt nøkur sjálvboðin, hví tey hava valt at leggja tíð og orku av til sjálvboðið arbeiði, og hvat tey fáa burturúr.

Rasmus - Reyði Krossur.jpg
Rey%C3%B0i%20Krossur%20mynd_edited.png

Rasmus er 29 ára gamal og býr á Argjum. Í 2019 bleiv hann liðugur sum Cand.Soc., ella Master of International Relations (European Studies) á Aalborg Universitet. 

Greið frá tínum sjálvbodna starvi

Arbeiðsuppgávurnar á Reyða Krossi eru fjølbroyttar men sera viðkomandi í samband við altjóða neyðhjálp. Fyri mítt viðkomandi var Landsinnsavningin í 2020 eitt sera spennandi átak, har eg, saman við leiðsluni, skrivstovuni og sjálvbodnum, var við til at savna 3,4 mió. kr. inn frá einstaklingum og fyritøkum í Føroyum til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

Hví valdi tú at arbeiða sjálvboðið?

Fyri at fáa fleiri starvsroyndir innan samfelagsviðurskifti og altjóða hjálpararbeiði fór eg sjálvboðin í starvsvenjing hjá Reyða Krossi í august 2020. 

Hvussu fært tú tað at hanga saman við lesnaðinum?

Síðan eg bleiv liðugur við lesnaðin, havi eg starvast hjá Reyða Krossi í gerandisdegnum og hjá Faroe Ship í vikuskiftinum. 

Hvat hevur tú fingið burturúr?

Starvsvenjingin hevur víðkað mína tankagongd um støðuna hjá øðrum menniskjum í heiminum.

Sjálvboðið arbeiði er eisini gott, tí man arbeiðir saman við øðrum sjálvbodnum, sum hava felags hugsan um at hjálpa neyðstøddum í Føroyum og kring heimin, og tað er sera gevandi.

Hvørjar eginleikar skal ein sjálvboðin hava?

Opinleika og virðing fyri menniskjum.

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.