KEYPMANNAHAVNARNEVNDIN

Keypmannahavn er størsti miðdepilin fyri føroysk lesandi uttanlands, og Keypmannhavnarnevndin er tískil eisini størsta nevndin. Nevndin er komin ístaðin fyri upprunaligu Trivnaðarnevndina, ið skipaði fyri ymiskum tiltøkum í Keypmannahavn. Keypmannahavnarnevndin ber stolt stafettina víðari og skipar fyri tiløkum av fakligum, politiskum og mentanarligum slag.

Keypmannahavnarnevndin er elsta nevndin hjá MFS. Nevndin skipar fyri samansjóðandi tiltøkum – bæði sosialum og politiskum. Politisku tiltøkini viðgera viðkomandi mál í Føroyum, soleiðis at lesandi í Keypmannahavn eisini kunnu vera við á pallborðsfundum og til upplýsandi framløgur í Føroyum, hóast tey ikki búgva í Føroyum. Harafturat er MFS Keypmannahavn við til at skipa fyri lestrargonguni, hvørs endamál er at fáa lesandi, sum eru undir sama lesnaði, at skipa seg í lestrarfeløg.

Í nevndini fyri Keypmannahavn sita: Erika Høgnadóttir, forkvinna, Tummas J Danielsen, kassameistari, Elin D Carlsson, skrivari, Brim Hildardóttir Hoydal, skrivari, Turið Jónleyg Johannesen, Hans Andrias Gregoriussen, Borgný Súsonnudóttir Hansen, Torbjørn Mikkelsen, Bergtóra Jensdóttir, Noomi Michelsen, Eva Hjelm Aanesen, Elsa Jónsdóttir Johansen, Christine Reinhardt