© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Jónas Broncks gøta 25   -   100 - Tórshavn

Viðtøkur

Samtyktar á eykaaðalfundi tann 6. februar 2020

Kapittul 1 - Navn og endamál

 

§ 1. Navn felagsins er Meginfelag Føroyskra Studenta (The Faroese National Union of Students), stytt MFS. 

Stk. 2. MFS hevur heimstað í Tórshavn.

 

§ 2. Endamál felagsins er 

  1. At vera eitt samstarvsforum fyri øll føroysk lestrarfeløg. 

  2. At umboða áhugamálini hjá øllum lesandi á hægri útbúgvingarstovnum í Føroyum og føroyskum lesandi uttanlands. 

  3. At virka fyri samstarvi um góðskutrygging á hægri útbúgvingarstovnum í Føroyum. 

  4. At tryggja javnbjóðisatgongd til hægri útbúgving í Føroyum. 

  5. At luttaka í altjóða samstarvi við lesandi á hægri útbúgvingarstovni og arbeiða fyri at fremja teirra millumtjóða og altjóða áhugamál. 

 

Stk. 2. MFS kann, har í heimild er fingin til vega, samráðast og samstarva vegna limafeløg  við Føroya Landsstýrið, Føroya Løgting, fjølmiðlar og aðrar partar. 

 

§ 3. Felagið er óheft av partapolitikki og átrúnaði.

Kapittul 2 - Limir og limafeløg 

 

§ 4. Øll sum eru lesandi á hægri útbúgvingarstovni í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands eru limir í felagnum umvegis sítt limafelag. 

Stk. 2. Limaskapur fæst harafturat við luttøku á hægri lesnaði innanfyri seinasta árið, treytað av at viðkomandi hevur verið ráðslimur í seinasta lagi síðsta árið av lesnaðinum

Stk. 3. Aðalfundurin hevur heimild til at taka limaskapin frá limum, um serlig atlit tala fyri hesum. Aðalfundurin kann endurskoða avgerðina, um limurin ynskir hetta, á seinni aðalfundi.

Kapittul 3 - Aðalfundurin

§ 5. Aðalfundurin er evsta vald felagsins. 

§ 6. Aðalfundur skal verða hildin minst einaferð um árið. 

§ 7. Aðalfundurin skal verða lýstur í seinasta lagi 21 dagar áðrenn fundin. 

Stk. 2. Uppskot til viðtøkubroytingar og broytingar í starvsskipanini skulu verða send inn 14 dagar áðrenn. 

Stk. 3. Onnur mál skulu verða send inn 7 dagar áðrenn. 

§ 8. Á aðalfundinum skal fundarskráin í minsta lagi fevna um:

  • Val av fundarstjóra og fundarskrivara

  • Viðtøka av raðfylgju og punktum á fundarskránni

  • Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum.

  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum.

  • Val av grannskoðara 

  • Framløga og viðgerð av innkomnum málum

  • Val av ráði

  • Ymiskt

§ 9. Bert limir felagsins eru valbærir og hava valrætt á aðalfundinum

§ 10. Aðalfundurin velur í minsta lagi 5 og í mesta lagi 11 limir at stjórna ráðnum umframt møguligar tiltakslimir

Stk. 2. Ráðið verður valt á aðalfundinum við vanligum meiriluta

Stk. 3. Stilla 11 ella færri upp til ráðið, so verða ráðslimir góðkendir við álitisvali 

Stk. 4. Limir kunnu atkvøða fyri í mesta lagi 11 valevnum. Limir skriva í mesta lagi 11 nøvn á ein seðil.

§ 11. Eykaaðalfundur hevur somu heimildir sum aðalfundurin

Stk. 2. Eykaaðalfundur kann verða umbiðin av meirilutanum av ráðslimunum ella av limi, um umbønin hevur stuðul av meiriluta í ráðnum. 

Stk. 3. Skrá skal fylgja við umbønini um eykaaðalfund. Skráin kann víkja frá krøvunum til skránna til vanligan aðalfund. 

Stk. 4. Eykaaðalfundurin skal lýsast í seinasta lagi 14 dagar áðrenn hann verður hildin. 

Stk. 5. Broytingaruppskot og onnur mál skulu verða felagnum í hendi í seinasta lagi 7 dagar áðrenn eykaaðalfundurin verður hildin.

Kapittul 4 - Ráðið

§ 12. Ráðið er evsti myndugleiki felagsins millum aðalfundir. 

§ 13. Forsetin skal kalla inn til skipanarfund í seinasta lagi eina viku eftir aðalfundin. 

§ 14. Skipanarfundur skal í seinasta lagi verða hildin tvær viku eftir aðalfundin.

§ 15. Á fyrsta fundi í nývalda ráðnum skal skráin í minsta lagi fevna um val av:

  • Forseta

  • Varaforseta

  • Skrivara

  • Fíggjarstjóra

  • Altjóða skrivara

§ 16. Ráðið ger útkast til arbeiðsætlan. Hendan skal vera liðug í seinasta lagi 30 dagar eftir skipanarfundin. 

§ 17. Hevur ráðslimur forfall í meira enn 2 mánaðir, ella er farin í farloyvi, skal tiltakslimur taka sæti fyri hann, til viðkomandi aftur kann taka við.

Kapittul 5 - Fíggjarmál

 

§ 18. Roknskaparár felagsins er frá 1. januar til 31. desembur.

Stk. 2. Fíggjarstjórin hevur til uppgávu at hava yvirlit yvir og eftirlit við ogn, bókhaldi og roknskapi felagsins.

Stk. 3. Roknskapurin skal verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara.

Kapittul 6 - Broytingar í viðtøkum og ráðsskipan

 

§ 19. Broytingar í viðtøkum og ráðsskipan felagsins kunnu einans fara fram við atkvøðugreiðslu á aðalfundi. 

Stk. 2. Broytingar kunnu bert fremjast við meiriluta á ⅔ av atkvøðunum.

Kapittul 7 - Avtøka av felagnum

 

§ 20. Fyri at avtaka felagið skulu tveir fylgjandi aðalfundir, við millumbili á í minsta lagi 30 dagar, samtykkja hetta. 

Stk. 2. Uppskot um avtøku skal samtykkjast við í minsta lagi ¾ meiriluta av luttakarunum við valrætti á aðalfundinum. 

 

§ 21. Verður felagið avtikið, skal Føroya Landsstýri gera av, hvat skal verða av ognum felagsins. Tó skulu allar bøkur og øll skjøl verða latin Føroya Landsbókasavni.