Allur mismunur skal beinast burtur

Yvirlýsing um javnstøðu og javnrættindi í útbúgving

Samtykt á aðalfundi tann 22. juli 2021

Longu í fyrstu stevnumiðunum hjá MFS frá 1964 verður sligið fast, at arbeiðið at beina burtur allan mismun millum samfelagsbólkar í Føroyum er partur av hugsjónarliga grundarlagnum undir felagsskapinum. Tað er framvegis millum okkara fremstu uppgávur at virka fyri veruligum javnrættindum og veruligari javnstøðu tá umræður atgongd til útbúgving, lestrarlív – frá lestrarbyrjan til lestrarlok – og í yrkisleiðini eftir lokna útbúgving.

 

Hetta arbeiði vendir bæði inneftir og úteftir:

 

Inneftir virka vit í MFS fyri, at felagsskapurin altíð er opin og fevnandi; at vit endurspegla ta fjølbroytni, ið eyðkennir føroysk lesandi – sum vit dagliga arbeiða vegna – og at vit hava greiðar og úrslitagóðar skipanir, ið fyribyrgja mismuni og ágangi – og í teimum óhepnu støðum, har ágangur er framdur, skjótt, men reiðiliga handfara slík brot. Yvirhøvur skulu vit altíð tryggja, at øll, ið eru partur av felagsskapinum, ella taka lut í virksemi hjá felagsskapinum, trívast og kunnu kenna seg vird og vælkomin.

 

Úteftir  virka vit á øllum stigum fyri at fremja tað góða lestrarumhvørvið. Góða lestrarumhvørvið er fjølbroytt, opið og fevnandi – heilt frá lestrarbyrjan til lestrarlok. Karmarnir um lestrarumhvørvið skulu rúma tí einstaka lesandi, virða hana, og øllum skal tryggjast atgongd til innihaldsríka luttøku í tí sosiala og fakliga lestraruhvørvinum.

 

Allir útbúgvingarstovnar skulu vera fevnandi, og verða soleiðis skipaðir, at øll – uttan mun til kyn, kynsligan samleika og persónliga lívsáskoðan og heimsfatan – kunnu trívast og mennast. Til tess at tryggja hetta, skal rúm vera fyri øllum lesandi uttan mun til persónligu umstøðurnar hjá tí einstaka. Vit vilja virka fyri, at talið av lesandi, sum í gerandisdegnum uppliva, at tey onkursvegna fella uttanfyri normin, støðugt minkar. Skulu vit náa hesum krevst, at vit áhaldandi arbeiða á øllum samfelagsstigum við at bróta niður mýtur og fordómar og tilvitað fremja ymiskleika og lata allar hugsandi lívshættir frælst koma til sjóndar og í MFS draga vit okkum ikki undan at ganga á odda í hesum arbeiðinum.

 

Javnstøða og javnrættindi

Javnstøða og -rættindi eru partur av hjartablóðinum í MFS, og vit fordøma øll sløg av mismuni. Javnstøða og javnrættindi merkja fyri okkum í MFS, at ein og hvør lesandi skal hava somu møguleikar og rættindi innan hægri útbúgving og somu atgongd til útbúgvingarskipanina. Hetta merkir somu møguleikar at fáa ávirkan, somu møguleikar til allar skipanir og faklig og sosial tiltøk undir útbúgving og somu møguleikar at gera yrkisleið eftir lokna útbúgving. Lesandi eru ymisk og lesa tískil undir ymiskum fortreytum. Javnstøða og javnrættindi merkja eisini, at vit ásanna hetta og at vit veita øllum lesandi tey amboð og tær umstøður, teimum tørvar til tess at klára seg væl, bæði undir útbúgving og í arbeiðslívinum eftir lokið prógv.

 

Fyri lesandi undir hægri útbúgving eru javnstøða og -rættindini eisini týðandi grundarlag undir sosiala felagsskapinum millum tey lesandi. MFS virkar fyri, at javnstøða og -rættindi millum lesandi beinir burtur tær forðingar, ið kunnu hindra lesandi at savnast í felagsskapi – og fremur samahald og felagsskap tvørtur um samfelagsbólkar og lívsáskoðanir. At hendan javnstøða skapar felagsskap er avgerandi, skulu vit tryggja sínamillum sátt og semju og tryggja, at vit kunnu hava eitt kritiskt, men fordómsleyst og frælst orðaskifti um vísindi og list.

 

Uppgerð við ágang

Ein avgerandi fortreyt fyri einum fevnandi lestrarumhvørvið, er at ongin er fyri ágangi. Her kann vera talan um eitt nú kynsligan ágang, rasismu og homofobi. Tað krevst áhaldandi og miðvíst arbeiði at koma hesum til lívs. Tað skulu vera greiðar og forstáiligar skipanir fyri fráboðan av atburði, ið fer út um mark, og tey lesandi skulu hava kunnleika um og lætta atgongd til hesar skipanir. Málsgongdin, frá fráboðan til málið er endað, skal vera greið og tryggja væntanarsamsvar millum partarnar. Millum átøkini at basa ágangi eru: 1) kortlegging av dynamikkum og viðurskiftum millum starvsfólk, lesandi og undirvísarar, 2) greitt at skilmarka, hvørji viðurskifti kunnu góðtakast, hvørji mørk, fólk ongantíð skulu fara út um og hvussu brot verða handfarin og revsað. Harumframt er tað avgerandi at lesandi kunnu kenna seg trygg og vera tikin í álvara tá tey venda sær til sín útbúgvingarstovn, um tey hava verið fyri ágangi.