Lesandi sum tilfeingi fyri føroyska vinnu

Marita Rasmussen

Stjóri í Vinnuhúsinum

Lesandi uttanlands og innanlands eru eitt tilfeingi, sum føroyski arbeiðsmarknaðurin eigur at gagnnýta. Tey lesandi fáa eitt tættari tilknýti til Føroyar, um tey hava møguleika fyri einum tilknýti til føroysku vinnuna og føroyska samfelagið sum heild. Føroya Arbeiðsgevarafelag og feløgini í Vinnuhúsinum annars eru sannførd um, at um tilknýtið millum lesandi og føroyskar fyritøkur og stovnar er gott, so eru sannlíkindini størri fyri, at tey lesandi koma aftur til Føroya, tá tey eru liðug at lesa. Eisini fáa tey, sum lesa í Føroyum og uttanlands, lættari við at finna starv eftir loknan lesnað.

Føroyar eru ein útjaðari og tað ger, at tilflyting altíð er ein týdningarmikil táttur, sum arbeiðsgevarar mugu geva ans. Tað er ikki óvanligt, at tey, sum fara undir útbúgving í øðrum londum, enda við at festa røtur har. Fyri Føroyar er hetta ein stórur vandi, tí lutfalsliga stórur partur av einum ungdómsárgangi fer uttanlands at lesa. Um flestu teirra ikki koma aftur til Føroya, missa vit eitt tað besta tilfeingið, vit hava.

Vinnan eigur at leggja seg eftir at fáa gagn av teimum lesandi, og tey lesandi mugu somuleiðis bjóða seg fram

Lesandi í Føroyum hava alt annað líka betri innlit í, hvat gongur fyri seg í Føroyum. Fyritøkur og stovnar eiga tí at bjóða seg fram til teirra fyri at styrkja um tilknýtið. Hetta kann gerast við at bjóða teimum lesandi lestarstørv, starvslestrarpláss og lestrarviðkomandi avbjóðingar í samband við verkætlanir. Vinnan eigur at leggja seg eftir at fáa gagn av teimum lesandi, og tey lesandi mugu somuleiðis bjóða seg fram.

Ung og nýútbúgvin fólk koma við einum øðrvísi íkasti til arbeiðspláss enn tey, sum starvast har frammanundan. Nýggj vitan og hugskot frá teimum, sum eisini eru framtíðar brúkarar av vørunum og tænastunum, hava ómetaliga stóran týdning fyri framhaldandi menning av vinnu og samfelagnum sum heild. Samanlagt gera royndir frá verandi starvsfólkum og so vitan og hugskot frá nýútbúnum, at vit gerast enn meira kappingarfør á okkara marknaðum.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á fjølbroyttari arbeiðsmegi, og fólk við útbúgving hava góðar møguleikar at fáa spennandi og avbjóðandi størv í Føroyum. Í fleiri førum er tað eisini í nógv størri mun gjørligt at skapa og ávirka eins egna starv í Føroyum í mun til uttanlands.

Vit í Vinnuhúsinum halda, at starvslesandi, starvslæra, lestrarstørv og møguleikin fyri at fáa ein mentor úr føroyskum vinnufyritøkum kann styrkja tilknýtið ímillum føroyskar fyritøkur og tey lesandi. Vit hava nógv dømi um, at hesar skipanir hava riggað sera væl, og sum heild lata fyritøkurnar væl at. Eisini lesandi hava vent sær til okkara, takkað fyri møguleikan og víst á, at eisini tey hava fingið nógv burturúr.

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Hoydalsvegur 1   -   100 - Tórshavn