
Starvast hjá UNICEF Danmark
Tosar tú føroyskt, býrt í Keypmannahavn og ynskir at vera við í stríðnum fyri at geva heimsins
børnum betri treytir?
So hava vit rætta starvið til tín!
Gerst ein partur av okkara vælvirkna og dugnaliga nýggja føroyska fundraisara toymi, sum gjøgnum sterkan boðskap og jaligar telefonsamrøður fær nýggj heimsforeldur til vega fyri at hjálpa heimsins neyðstøddu børnum. Sum føroyskur fundraisari hjá UNICEF DANMARK gerst tú ein partur av einum serfrøðiligum avriksbrennidepli í blómandi menning.

Lestrarstarv á Dimmalætting
Dimmalætting søkir eftir fólki at skriva tíðindi til heimasíðuna í vikuskiftinum.

Sendistovan í Reykjavík søkir starvslesandi til fyrru lestrarhálvu 2021.
Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga arbeiðinum á sendistovuni og fært innlit í tey mál, ið sendistovan arbeiðir við.
Tann starvslesandi eigur at vera undir hægri útbúgving, og tað er ein fyrimunir at hava lokið prógv á bachelor-stigi.

Tórshavnar býarsavn søkir eftir starvslesandi
Vit leita eftir einum ágrýtnum og dugnaligum starvslesandi, sum ynskir at royna seg innan savnsheimin. Sum starvslesandi á Býarsavninum fært tú ein virknan leiklut í okkara komandi framsýning um “Havnina undir krígnum”, harímillum skúlatænastu og Savnsfagnaðin.