LESTRARSTARV

Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS)  leitar eftir eftir nýggjum skrivstovufólki. Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og fjøltáttaðar, og tú fert í stóran mun at arbeiða sjálvstøðugt. Við starvinum fært tú fjølbroyttar arbeiðsroyndir, og tú fært innilt í, hvussu ein virkin sjálvboðin felagsskapur verður rikin. 

 

UM OKKUM  

MFS er ein lestrarfelagsskapur, sum er myndaður av sjálvbodnum lesandi. Vit arbeiða fyri at betra viðurskifti, ið á einhvønn hátt ávirka lesandi. Í eina hálva øld hevur MFS arbeitt fyri lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram. 

 

HØVUÐSUPPGÁVUR 

Arbeiðstíðin er sett til 10 tímar um vikuna. Umframt niðanfyri nevndu arbeiðsuppgávur verða aðrar fyrifallandi uppgávur. 

 

Føstu arbeiðsuppgávurnar eru hesar: 

* Bókhald 

* Samskifti 

* Røkt av heimasíðu, umframt teimum sosialu miðlunum í samstarv í ráðs- og nevndarlimir. 

* At vera til staðar á skrivstovuni í Havn fastar tíðir. Hesar tíðir verða fastlagdar í samráð við nýggja skrivstovufólkið. 

 

FØRLEIKAKRØV 

Tú dugir væl at orða teg á føroyskum. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú ert stinn/ur enskum og donskum. Tú hevur innliti í, hvussu politiska skipanin í Føroyum virkar, og royndir at umsita roknskap eru eisini ein fyrimunur. Grundleggjandi vitan um lestrarviðurskifti er týdnigarmikil. Umframt hetta ert tú undir hægri lestri í Føroyum.  

             -Tú noyðist ikki at lúka øll krøvini fyri at søkja. 

 

SETANARVIÐURSKIFTI 

Skrivstovufólkið verður lønt sambært lønarsáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið eftir lønarflokki 2. 

 

UMSÓKN 

Umsókn og CV skal sendast til mfs@mfs.fo í seinasta lagi 14. apríl 2022.  

 

SETAN 

Tú tekur við starvi 25. apríl ella eftir nærri avtalu. 

 

MEIRA FÆST AT VITA 

Við at venda sær til Karlu Neslíð á karla@mfs.fo og +298 586511 ella við at senda teldupost til mfs@mfs.fo