
Ert tú løgfrøðilesandi og kundi tú hugsað tær eitt lestrarstarv?
Stjórnarskrivstovan í Betri Banka søkir lesandi í Føroyum til lestrarstarv. Arbeiðstíðin er 10 -14 tímar um vikuna.
Tú verður partur av stjórnarskrivstovuni og kemur í stóran mun at taka tær av at svara løgfrøðiligum spurningum innan peningastovnsøkið.
Vit vænta, at tú:
-
ert undir hægri útbúgving innan løgfrøði, og gongur í minsta lagi á 3. ella 4. semestri
-
dugir væl at samskifta í skrift og talu
-
álítandi og nærløgd/-lagdur
-
ert tænastusinnað/-ur
-
trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt við uppgávum
Starvsstaðurin er Yviri við Strond 2 í Havn. Løn og setanarviðurskifti verða eftir nærri avtalu.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at søkja innan 26. februar 2021. Send tína umsókn og próvtøl frá lesnaðinum til starv@betri.fo.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Øssur Skeel Nolsøe, leiðara á Stjórnarskrivstovuni, á tlf. 348300 ella í telduposti osn@betri.fo. ella Beintu W. Fossabrúgv, HR-leiðara, á tlf 348224 ella í telduposti bwf@betri.fo