Lestrarstarv hjá Ernst & Young

Eg taki eina kandidatútbúgving í grannskoðan. Her læri eg millum annað, hvørjar reglur eru galdandi í samband við at dríva eina fyritøku, at greina og skilja roknskapir, um skattaviðurskiftir, og ikki minst hvussu man útinnir eina grannskoðan. Fyrsta árið á útbúgvingini havi eg havt tær fýra kravdu lærugreinarnar: grannskoðan, roknskap, skattarætt og vinnulívsrætt. Triðju lestrarhálvu eru vallærugreinar og fjórðu lestrarhálvu skal kandidatuppgávan skrivast. Fyri at fáa betri innlit í tvey økir av grannskoðan, ið væntandi koma at fylla meira komandi árini, valdi eg mær lærugreinar, ið snúgva seg um dátugreining í grannskoðan og kt-grannskoðan.

Áhugin fyri vinnulívi og búskapi byrjaði tíðliga í studentaárunum, tá eg hevði lærugreinina búskaparfrøði. At læra um vinnulívið, stórar fyritøkur og altjóða búskap var avbera spennandi. Tað gjørdist ikki minni spennandi av, at Lehman Brothers fór á húsagang stutt eftir skúlabyrjan, og at byrjanarskotið til fíggjarkreppuna sostatt var latið av. Hetta vóru nøkur spennandi ár, og har var ein rúgva av aktuellum tíðindum at kjakast um hvønn tíma. Eftir hetta ivaðist eg ongantíð stórvegis í hvørja leið, eg ætlaði mær í lívinum.

Eftir at hava lokið miðnámsútbúgving arbeiddi eg í eitt ár hjá Faroe Ship. Hetta var eitt læruríkt ár, ið birti upp undir áhugan fyri at arbeiða í flutningsvinnuni. Bingjuskip, stórir lastbilar, trukkar og rutunetverk um allan heim. Stuttligt var at vera mitt í rokanum.

HA Almen var tann breiðasta bachelorútbúgvingin á CBS og tískil upplagda valið. Her fekk eg møguleika fyri at royna meg innan fleiri ymiskar greinar av vinnubúskapi - millum annað fígging, roknskap, vinnulívsrætt og marknaðarføring, áðrenn eg skuldi velja kandidatútbúgving. 

Fluttur niður byrjaði eg at lesa á bachelorútbúgvingini HA Almen á CBS. Eg var framvegis ikki heilt vísur í hvønn veg, eg vildi serútbúgva meg. CBS bjóðar hópin av kandidatútbúgvingum, og hvør er meira spennandi enn onnur. HA Almen var tann breiðasta bachelorútbúgvingin á CBS og tískil upplagda valið. Her fekk eg møguleika fyri at royna meg innan fleiri ymiskar greinar av vinnubúskapi - millum annað fígging, roknskap, vinnulívsrætt og marknaðarføring, áðrenn eg skuldi velja kandidatútbúgving. 

Hvørja summarfrítíð arbeiddi eg hjá Faroe Ship, og áhugin fyri flutningsvinnuni vaks áhaldandi. Tískil gjørdi eg av at søkja inn á kandidatútbúgvingina Supply Chain Management, ið er tann útbúgvingin, sum hóskar best til flutningsheimin. Eftir eina tíð mátti eg tó sanna, at hetta hóast alt ikki var tað rætta fyri meg og valdi at skifta útbúgving.

Tá eg søkti inn á cand.merc.aud var tað við tí fyri eyga at gerast grannskoðari. Fyrsta hálvárið av útbúgvingini brúkti eg upp á at finna meg til rættis í nýggja lestrarumhvørvinum og hugsaði ikki stórvegis um at søkja lestrarstarv. Stutt eftir fekk eg tó starv hjá Fishfacts, har eg arbeiddi við roknskapum hjá feløgum í fiskivinnuni. Hetta var eitt spennandi starv, ið gav mær møguleika fyri at brúka lærdómin úr skúlanum úti í veruliga lívinum.

 

Stutt eftir summarfrítíðina ringdi ein vinmaður, sum arbeiddi hjá Ernst & Young, til mín. Hann fortaldi mær, at eitt starv á hansara deild var vorðið leyst og spurdi, um eg ikki hevði hug at søkja. Eg hugsaði, at tað var upplagt at søkja starvið, av tí at eg gjarna vildi hava arbeiðsroyndir innan grannskoðan, og at tað í síðsta enda var í einari grannskoðarafyritøku, eg vildi arbeiða. Nakrar vikur seinni hevði eg mín fyrsta arbeiðsdag. At taka fyrstu fetini inn í Ernst & Young bygningin á Frederiksberg var nakað heilt serligt. Hetta var hámarkið eftir eina langa og knortluta útbúgvingarleið. Endiliga var eg komin so langt, at eg kundi fara til arbeiðis í grannskoðarayrkinum og so enntá í einari av teimum størstu altjóða fyritøkunum.

Ernst & Young er ein av teimum sokallaðu “Big 4” innan grannskoðan við umleið 300.000 starvsfólkum kring heimin. Eg starvist á einari deild, ið fæst við kt-grannskoðan. Í stuttum skilir tað seg frá “vanligari” grannskoðan á tann hátt, at vit savna okkum um kt-skipanir og ymiskt annað rundan um. Okkara deild hoyrir undir yvirskipaða toymið Consulting, og her starvast umleið 20 fólk á deildini.

Umvegis starvið komi eg í samband við nógv spennandi fólk, sum mær dámar ordiliga væl, og sum gera gerandisdagin uppaftur betri.

Tá ið eg byrjaði í starvinum visti eg longu, at eg fór at hava nógva tíð til yvirs tvær tær síðstu lestrarhálvurnar, av tí at eg havi fingið góðskrivað nøkur fak frá MSc Supply Chain Management. Síðan eg fekk starvið, havi eg mest sum arbeitt fulla tíð og havi fingið mínar egnu kundar. Vit hava ein góðan felagsskap á arbeiðsplássinum, og javnan verður skipað fyri sosialum tiltøkum uttan fyri arbeiðstíð. Umvegis starvið komi eg í samband við nógv spennandi fólk, sum mær dámar ordiliga væl, og sum gera gerandisdagin uppaftur betri. Eisini dámar mær væl, at fyritøkan leggur dent á, at starvsfólkini áhaldandi mennast við at bjóða ymisk skeið og ráðstevnur.

Ein typisk arbeiðsuppgáva hjá mær byrjar við, at ein kundi – antin innanhýsis ella uttanhýsis - vendir sær til okkara og vil hava eina átekning frá okkum upp á, at fyritøkan hevur ymisk kt-relaterað viðurskifti í ordan. Nøkur dømir eru at tryggja sær, at hóskandi funktiónsskilnaður er, soleiðis at fólk einans hava atgongd til tær skipanir, ið eru viðkomandi fyri tey, at ein og hvør ikki hevur rættindi til at gera broytingar í skipanunum, og at persónsdátur verða álítandi viðfarnar. Síðan gjøgnumganga vit mannagongdir og skipanir saman við kundanum og enda við einari samlaðari meting av viðurskiftunum.

Endamálið er at tryggja, at kt-skipanir hjá kundum rigga, sum tær skulu, soleiðis at skipanirnar generera álítandi upplýsingar og tøl til ársroknskapin.

Arbeiðsroyndirnar hava givið mær íblástur til kandidatuppgávuna, ið eg so smátt eri byrjaður at arbeiða við. Arbeiðsgevarin vísti tíðliga áhuga fyri, at eg skuldi skriva kandidatuppgávu í samstarv við Ernst & Young, og tað hava eg og specialemakkarin so avgjørt at gera. Eg ivist ikki í, at tað verður ein stórur fyrimunur at hava sparringspartnarar við drúgvum royndum.

Samanumtikið eri eg ómetaliga glaður fyri starvið og møguleikan fyri at læra og mennast í einari av heimsins førandi fyritøkum innan økið.

mynd%20til%20grein_edited.jpg

Kristian Holm-Jacobsen

Cand.merc.aud á Copenhagen Business School 

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.