Lestrarstarv hjá Betri

Teitur Bendtsen er 27 ára gamal. Hann hevur lisið Havlívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Meðan hann las, hevði hann eitt lestrarstarv á Kundatænastuni hjá Betri Banka.

Hví ynskti tú eitt lestrarstarv?

Tað vóru fleiri faktorar, ið spældu inn, tá eg valdi at fáa mær eitt lestrarstarv. Ein av orsøkunum var inntøkan, sum kann leggjast afturat lestrarstuðlinum. Triðja lestrarárið var ikki eins turbulent viðvíkjandi uppgávum og tílíkum sum á fyrru lestrarárunum, so tað bar væl til at hava eitt lestrarstarv við síðuna av lestrinum.

 

Hví søkti tú í Betri?

Økonomi er eitt sera viðkomandi fak fyri vinnuna, men eisini fyri meg persónliga. Eg og øll onnur hava og fara at avgreiða viðurskifti, sum fevna um okkara egna økonomi. Og so havi eg stóran áhuga fyri fakinum. Harafturat valdi eg at fáa mær eitt lestrarstarv fyri at royna okkurt nýtt, sum eg ikki hevði roynt áður. Eg helt Betri Banka vera eitt gott arbeiðspláss at víðka um mínar førleikar innan bankaverðina og økja um mítt netverk.

 

Hvat fekst tú burtur úr at arbeiða og lesa samstundis?

At lesa og arbeiða er heilt hvør sítt. Í Betri Banka lærdi eg skjótt at arbeiða saman við øðrum í toymum og at loysa trupulleikar á ein praktiskan hátt, sum man ikki lærir við at lesa. Man mennist alla tíðina í einum góðum arbeiðsumhvørvi og fær eitt gott innlit í, hvussu tingini hanga saman, og hvussu man fyriheldur seg verkliga til ástøði. Hesin lærdómurin er hentur, tá man skal lesa og arbeiða saman í bólkum, har tað er týdningarmikið at duga væl at skipa seg og deila uppgávur. Hinvegin er lestur eisini ein styrki fyri arbeiðið, tí man veit, hvussu man á besta hátt kann ogna sær lærdóm, sum hóskar til sín og sum kann brúkast í arbeiðshøpi.

Hevði tú viðmælt øðrum at fingið sær lestrarstarv í Betri Banka?

Eg hevði uttan iva viðmælt øðrum lestrarstarv hjá Betri Banka, óansæð hvørja yrkisleið, tey hava valt. Her eru nógv jørn í eldinum í senn, tú lærir nógv upp á stutta tíð og kanst fordjúpa teg í ymiskum uppgávum. Harumframt er Betri Banki eitt framúr gott arbeiðspláss, so tað setur ein høgan standard til títt ideella arbeiðspláss.

20201201_150457%20(1)_edited.jpg

1.

Skriva eitt CV, sum lýsir tínar fakligu førleikar og royndir umframt tað, tú hevur lært í teori og praksis. Um tað eru tíðarskeið, har tú ikki hevur gingið í skúla ella arbeitt, so er best at vera erlig/ur og fortelja, hví støðan er, sum hon er – ikki lata hol vera í CVnum.

2.

Skriva umsóknina soleiðis, at tú svarar tí, sum fyritøkan spyr eftir. Lýs, hvørjar viðkomandi royndir tú hevur, í mun til tað fyritøkan leitar eftir.

3.

Ger umsóknina stutta og greiða (ikki longri enn eina síðu) og skriva restina í CVið

Sum starvslesandi hjá okkum fært tú nógvar ymiskar royndir, og tú arbeiðir saman við fólki við ymiskum førleikum og útbúgvingum. At skilja samanhangin millum teori og praksis og duga at arbeiða saman við ymiskum fólki, ger tað ofta nógv lættari at vera lesandi. Tað er eisini ein stórur fyrimunur at hava viðkomandi royndir, tá ið tú skalt út á arbeiðsmarknaðin eftir lesnaðin. 

Vit vita, at tað kann tykjast tungt at fara í holt við at søkja eitt lestrarstarv, samstundis sum tú ert lesandi, og tað kann vera torført at ímynda sær, at man hevur tíð til at arbeiða, samstundis sum man lesur. Men okkara royndir siga okkum, at tað avgjørt er stríðið við umsókn og øðrum vert.

Góð ráð til tín, sum skalt undir at skriva umsókn og CV 

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.