Í lestrarstarvi hjá Sambandsflokkinum

Høvunamynd_Linneá.jpg

Linneá L. Petersen

Politikkur og umsiting á Setrinum

Eg eiti Linnéa, eg eri 23 ára gomul og lesi politikk og umsiting á Setrinum á 3. ári. Alt tað eg minnist, havi eg verið áhugað í politikki og samfelagsviðurskiftum, og eg havi verið virkin í ungdómspolitikki ein stóran part av mínum ungdómslívi. Áhugin kemur allarhelst av, at eg komi frá einari politiskari familju, og politikkur hevur tí fylt nógv í mínum uppvøkstri. Tí kendist tað púra natúrligt, at eg skuldi fara politiska vegin í samband við mín lesnað.

Fjølbroytt og spennandi starv

Eg arbeiði sum samskiftis- og miðlaráðgevi hjá Sambandsflokkinum. Tað ljóðar fancy, men mín høvuðsuppgáva er at miðla boðskapin hjá flokkinum út á sosialar miðlar, herímillum Facebook og Instagram. Í samband við valstríð hjálpi eg veljarafeløgunum kring landið at promovera valevnini og teirra hjartamál, og saman við øðrum framleiði eg tilfar til flokkin, sum skal út á sosialar miðlar, tíðindaportalar og líknandi.

Mín setanarbrøkur eitur hálv tíð. Í politikki ber tað tó ikki til at spáa um, hvat fer at henda í morgin, og tí kemur tað ofta fyri, at eg arbeiði meira - serliga upp undir val. Hinvegin havi eg altíð møguleika fyri at arbeiða minni, tá tað ikki hendir so nógv, ella tá eg havi nógv at lesa, skal til próvtøku og so framvegis.

 

Sjálvboðið arbeiði lat dyrnar upp fyri starvinum

Sum nevnt omanfyri havi eg verið virkin í ungdómspolitikki. Eg havi sitið í nevndini í Unga Samband síðan eg var 18, og eg sat eisini sum forkvinna tað eina árið. Harafturat havi eg sitið í nevndini í Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, síðan 2018.

Eg trúgvi, at tað var lutfalsliga lætt hjá mær at seta meg inn í starvið orsakað av, at eg havi verið ein virkin partur av flokkinum í so nógv ár og av, at eg lesi politikk og umsiting. Tað hjálpti eisini, at eg kendi starvsfelagarnar frammanundan og tí ikki var bangin fyri at spyrja meg fyri. 

 

Lestrarstarv

Hvørt tað er lætt at finna eitt viðkomandi starv veldst helst um, hvat man lesur. Har er tó ymiskt, man sjálvur kann gera, og eitt er at vísa seg í umhvørvinum, har man ynskir at starvast. Ynskir man til dømis at arbeiða fyri ein áhugafelagsskap, so haldi eg tað vera eitt gott hugskot at koma innum umvegis sjálvboðið arbeiði, og tað hevur ofta eina góða ávirkan á móttakaran av umsóknini. Harafturat haldi eg, at um eitt áhugavert starv verður lýst tøkt, so er bara at leypa út í tað og skriva eina umsókn - hvat er tað ringasta, sum kann henda?

Báðir partar vinna

Eg fái nógva viðkomandi vitan í samband við mítt starv. Tá eg eri nógv til arbeiðis, kennist tað, sum verður mín tíð “væl brúkt”, tí eg ogni mær nógva henta vitan. Eisini fái eg ómetaliga nógva hjálp frá Sambandsflokkinum. Tað kennist til tíðir, sum eru tey eisini mínir vegleiðarar, tá eg ivist í onkrum í samband við mín lesnað. 

Arbeiðsgevarin fær tað burturúr, at eftirsum eg havi verið ein partur av flokkinum í so nógv ár, so fáa tey eitt álítandi starvsfólk, ið ynskir flokkinum tað besta og ger sítt arbeiði grundað á tað.

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.