LinkedIn ella ikki LinkedIn

Hjalti í Jákupsstovu

MFS, Ráðslimur

BSc. International Shipping & Trade 

Keypmannahavn

Tað er ein vanlig misfatan, at LinkedIn einans er ætlað handilsvinnuni. LinkedIn er viðkomandi fyri eitt og hvørt yrki, tí tað samansjóðar fólk við somu áhugamálum, óansæð um tey eru læknalesandi, málfrøðilesandi ella okkurt heilt triðja.

LinkedIn er ætlað vinnulívinum og er heimsins størsta sosiala netverk við yvir 500 milliónum limum úr yvir 200 londum. Her kanst tú vísa allar tínar royndir og førleikar, og tú kanst knýta sambond við alskyns fólk í vinnuligum høpi. Ein væl samansettur vangi kann hjálpa tær at finna nýggjar møguleikar og eitt netverk, tú ikki kendi til frammanundan. Tað hendir meira enn so, at arbeiðsgevarar leita á LinkedIN eftir fólki at seta í starv, og tá kann tín vangi vera fyrsta yrkisliga ímyndin, teir fáa. Vangin vísir trúvirðið í tínum yrki og varpar ljós á tíni avrik. Nógv fólk undirmeta týdningin av LinkedIn, tá tey leita eftir arbeiði, og eru tí ofta trek at fáa sær ein vanga. Henda greinin vísir á fimm orsakir fyri, hví LinkedIn er gott at hava.

Arbeiðsmøguleikar

Tað eru óendaliga nógvir fyrimunir við LinkedIn, men tann allarstørsti er starvsportalurin, ið loyvir tær at leita eftir og søkja um starv í øllum heiminum. Í sterku leitiskipanini kanst tú leita eftir møguleikum umvegis lyklaorð, heiti, staðseting, tal av royndum, fyritøku, yrki og mangt annað. Eisini kanst tú biðja um at fáa vikulig tilboð um viðkomandi starvsmøguleikar út frá tínum áhugamálum, soleiðis at tær ikki nýtist at leita.

Tað ber til at velja eina funku, sum letur arbeiðsgevarar vita, at tú ert opin fyri nýggjum møguleikum. LinkedIn syrgir enntá fyri at fjala tað fyri øðrum starvsfólki úr tínum starvsstaði, um tú leitar eftir øðrum starvi. Harafturat eru nýggir møguleikar at finna ígjøgnum LinkedIn, sum vanliga ikki eru atkomuligir aðrastaðni. Til ber at goyma spennandi starvsupplegg, og tú kanst søkja um starv beinleiðis við ‘LinkedIn Apply’ og harvið deila tín vanga við fyritøkuna heldur enn at fara ígjøgnum ta vanligu og ofta longu tilgongdina at søkja starv á aðrari heimasíðu. 

Tað ber til at uppstiga vanliga haldið til LinkedIn Premium. Tá fært tú atgongd til enn fleiri upplýsingar um nýggj størv. Tú kanst senda beinleiðis boð til starvsumboðið uttan at knýta samband fyrst, samanbera tín vanga við vangar hjá øðrum umsøkjarum og fáa innlit í lønarhagtøl. LinkedIn Premium er ókeypis fyrsta mánaðin og kostar síðan 160 kr. um mánaðin. Tað er tó als ikki neyðugt at hava LinkedIn Premium fyri at fáa nógv burtur úr LinkedIn.

 

Uppbygg tín vanga

Eins og fyritøkur brúka nógva tíð og orku upp á at uppbyggja sítt brand, er tað somuleiðis týdningarmikið, at tú uppbyggir títt brand á talgilda vanganum. Hvussu skilir tú teg burtur frá øðrum í sama yrki sum tú? Hví skal onkur seta teg í starv hjá sær? LinkedIn ger tað lætt at síggjast. 93% av ‘recruitarum’ nýta LinkedIn til at kanna og finna møgulig fólk at seta í starv. Tað er vanligt hjá arbeiðsgevarum at leita eftir møguligum starvsfólkum á Google, og tá tað verður leitað upp á títt navn á Google, kemur LinkedIn vangin fram sum fremsta leitiúrslit.

Legg eina góða vangamynd út og skriva ein góðan samandrátt, ið vísir tínar styrkir og tína persónligheit. LinkedIn vangin hjálpir tær at vinna álit og gjøgnumskygni millum starvsfólk og arbeiðsgevarar, tí at tey kunnu síggja tíni viðmæli, sambond og prógv fyri, hvar tú hevur starvast, og hvørjar royndir tú hevur. Eisini er møguligt at lata onnur viðmæla og viðurkenna tínar førleikar og fyrrverandi royndir. Tá arbeiðsgevarar, starvsfólk og leiðarar hyggja eftir tínum vanga, eiga tey at fáa eina góða mynd av, hvør tú ert, og hvat íkast tú kanst geva. Somuleiðis kunnu tey síggja tína viðurkenning frá øðrum fólki úr vinnuni.


LinkedInbólkar

Eins og aðrir sosialir miðlar loyvir LinkedIn tær at fara upp í bólkar, har tað ber til at finna fólk við somu yrkisligu áhugamálum sum tú og at breiðka um títt netverk við øðrum úr sama yrki. Bólkar geva tær eisini møguleika fyri at luttaka í orðaskiftum um ymisk evni, og hetta er ein góður máti hjá tær at vísa tína vitan um evni, sum eru viðkomandi fyri títt yrki. Somuleiðis ber til at seta spurningar og byrja eina samrøðu við fólk úr alskyns fyritøkum.

Viðlíkahald av tínum yrkisliga netverki

Minnist tú navnið á teimum, tú tosaði við til eitt tiltak fyri fleiri árum síðani? Ella vinin hjá einum vini, ið visti um nógvar spennandi møguleikar? Helst ikki. Heldur enn at goyma hundraðtals visittkort, kanst tú fáa samband við tey á LinkedIn beinanvegin, soleiðis at tú lættliga kanst fáa fatur á teimum aftur, tá tú hevur tørv á tí. LinkedIn er eitt sera sterkt tól í samband við netverking. Sjálvt um man ikki dámar slík netverkstiltøk, so ber tað væl til at røkta góð sambond. Umvegis LinkedIn kanst tú fáa eitt netverk um allan heimin við fólk, tú hevur okkurt í felag við.

 

LinkedIn sum granskingartól

Umframt at leita eftir spennandi starvsmøguleikum, loyvir LinkedIn tær at kanna fyritøkur, stovnar, arbeiðsgevarar og starvsfólk. Flestu fyritøkur brúka LinkedIn at dagføra tíðindi, og tað kann vera sera hent at hyggja at, áðrenn tú sendir tína umsókn. Tað kann geva tær eina kenslu av fyritøkuni og starvsfólkunum og eina ábending um hetta starvið er tað rætta fyri teg, áðrenn tú møguliga loypur út í samrøður og at enda tekur av einum tilboði.

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.