LESTRARSTARV
Løgfrøðilesandi í lestrarstarv
Brúkaraumboðið søkir eftir einum løgfrøðilesandi at byrja 1. juni 2023 ella sambært nærri avtalu.
Um starvið
Í lestrarstarvi á Brúkaraumboðnum kemur tú í høvuðsheitum at arbeiða við løgfrøðiligum uppgávum, sum viðvíkja marknaðarføringslógini, gjaldslógini og aðrari brúkaraverjulóggávu. Uppgávurnar fevna m.a. um:
-
- At vegleiða og ráðgeva borgarum og vinnurekandi um góðan marknaðarføringssið og um galdandi reglur á økinum
-
- At skriva tíðindi, vegleiðingar og leiðreglur til heimasíðuna
-
- At veita løgfrøðiligar metingar í sambandi við málsviðgerð
-
- At luttaka í norðurlendskum arbeiðsbólkum
-
- At røkja vanligt skrivstovuarbeiði og loysa ad hoc uppgávur
Vit kunnu bjóða eitt spennandi og mennandi lestrarstarv, við fakligari menning í fokus.
Førleikar
Vit vænta at tú:
-
- Ert løgfrøðilesandi
-
- Ert fakliga væl fyri og hevur áhuga fyri lóggávu innan marknaðarføring og brúkaraverju
-
- Dugir væl at samskifta á skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
-
- Ert skipað/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
-
- Ert fyrikomandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevni
Setanartreytir
Tú verður sett/ur sum tímaløntur, har vit vænta at tú kanst arbeiða í miðal umleið 12 tímar um vikuna, við møguleika fyri at arbeiða meira til tíðir. Tann lesandi kann, í sambandi við próvtøkur o.a. avtala nærri um broytta arbeiðstíð. Løn er eftir sáttmála við Starvsfelagið ella Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Starvsstaðurin er á Brúkaraumboðnum, Skálatrøð 20, Tórshavn. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Umsóknarfreistin er 8. mai 2023. Umsókn, lívsrensl, prógv o.a. skulu sendast til bruk@bruk.fo. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Sólheim, stjóra á tlf. 358000.
Um Brúkaraumboðið
Brúkaraumboðið er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum og hevur eftirlit við, at lóg um marknaðarføring og ávísar reglur í gjaldslógini verða hildnar. Sí nærri á www.bruk.fo
Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO- 110 Tórshavn, www.bruk.fo, bruk@bruk.fo, tel: +298 35 80 00