Meting av útbúgvingum,
sum eru tiknar uttan fyri Danmark

Bára Akselsdóttir Haraldsen

Útbúgvingarvegleiðari á Vegleiðingarstovuni

www.vegleiding.fo

Tað kann vera avbjóðandi at fáa eina útbúgving, sum er tikin uttan fyri danska ríkið, viðurkenda í Føroyum, um arbeiðsgevarar ikki kenna til útbúgvingina. Tað ber tó til at meta um útbúgvingar og soleiðis lætta um møguligar avbjóðingar og misskiljingar. 

Seinastu mongu árini eru føroyingar farnir uttanlands at lesa og fleiri hava leitað sær til onnur lond enn Danmarkar at lesa. Eisini eru Føroyar vorðnar ein tjóð við nógvum ymiskum tjóðskapum (https://integration.fo/lyklatol). Bæði føroyingar og útlendingar, ið hava nomið sær útbúgving uttan fyri danska ríkið, kunnu renna seg í avbjóðingar, tá teir royna at fáa teirra útbúgving viðurkenda í Føroyum, um arbeiðsgevarar ikki kenna til útbúgvingina.  

Tað finst eingin stovnur ella myndugleiki í Føroyum, ið hevur førleikarnar til at meta um innihaldið av og støðið á útbúgvingum, ið eru tiknar uttan fyri Danmark. Men hjá danska Útbúgvingarmálaráðnum (Uddannelses- og Forskningsministeriet) finst ein slíkur stovnur. Stovnurin hevur servitan innan útbúgvingar úr nógvum ymiskum londum og kann meta um útbúgvingar úr eitt nú Bretlandi, Spania, Nigeria og Kroatia. Metingin frá Uddannelses- og Forskningsministeriet er eitt amboð til teirra við útlendskum útbúgvingum og kann vera ein hjálp til at koma eitt stig nærri arbeiðsmarknaðinum. Endaliga metingin er eitt stutt skriv, ið tilskilar, hvørja ítøkiliga útbúgving tann metta útbúgvingin svarar til í donsku útbúgvingarskipanini. Ein slík meting av útbúgvingini kann vera ein góð hjálp, um ein útlendingur ella ein føroyingur við útbúgving úr landi uttan fyri Danmark, ynskir at brúka útbúgvingina í Føroyum. Metingin kann hjálpa við at fáa mett um førleikarnar, og hvussu hesir kunnu brúkast á arbeiðsmarknaðinum ella til víðari útbúgving. Eisini kann metingin nýtast í samband við lønarspurningar. Tað er lætt og ómakaleyst at meta um eina útbúgving, og tað er ókeypis. Fyri at fáa mett um sína útbúgving skal eitt oyðublað fyllast út og prógvini sendast inn. Í summum førum er ein umseting av próvnum neyðug. 

Vit á Vegleiðingarstovuni hjálpa fegin, um tú, ella onkur tú kennir, hevur tørv á at fáa mett um útbúgvingina. Vit kunnu hjálpa við at fylla umsóknarblaðið út og tryggja, at neyðuga skjalfestingin er við.

Um tú hevur spurningar ella ivast í, um tú eigur at fáa tína útbúgving metta um, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á meting@uvs.fo 

Um tær tørvar eina meting av tíni útbúgving, kanst tú lesa meira á heimasíðuni hjá Uddannelses- og Forskningsministeriet: 

https://ufm.dk/uddannelse/anerkendelse-og-dokumentation/guide-til-anerkendelse

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.