Mítt fyrsta fulltíðarstarv

Lív Egilsdóttir Olsen

Tankar eftir loknan lesnað

Eftir sløk 6 ár sum lesandi, var tíðin loksins komin at fara út á arbeiðsmarknaðin. Í 2011 flutti eg til Keypmannahavnar at lesa, har eg tók eina bachelor í almennari fyrisiting og síðani eina kandidat í fyrisiting á Roskilde Universitet, sum eg bleiv liðug við á sumri 2018.  Eftir at hava sitið á skúlabonki í so mong ár, føldi eg veruliga, at nú var tíðin komin at finna eitt starv, har eg kundi brúka mína vitan. Persónliga havi eg altíð verið sera málrættað og tilvitað um mínar arbeiðsførleikar, so tað kundi næstan ikki ganga ov skjótt at koma út á arbeiðsmarknaðin. Undir mínum lesnaði hevði eg gjørt mær nógvar tankar um, hvat fyri arbeiði eg skuldi søkja, og hvar í heiminum eg skuldi byrja mína starvsleið. Eg hevði listað mær øll tey arbeiði niður, sum eg helt vera áhugaverd, bæði í Føroyum og í Danmark. Síðstu tíðina, tá eg skrivaði mína høvuðsritgerð, søkti eg ymisk størv, har eg eisini slapp til nakrar samrøður. Men aftan á eina tíð, fekk eg bjóðað eitt spennandi starv, sum eg ikki kundi takka nei til. Tí valdi eg at flyta aftur til Føroya og royna starvsleiðina sum samskipari á nýstovnaðu deildini hjá Føroya Tele: Sona.

 

- Hvørjar tankar ger man sær, tá man fer í holt við at leita sær eftir fulltíðarstarvi?

Nógvir tankar fara gjøgnum høvdið, tá man er liðugur at lesa:

Fari eg at finna eitt arbeiði?

Hvar skal eg arbeiða?

Skal eg flyta aftur til Føroya?

Hvussu skal eg skriva eina umsókn?

Osfr.

Fyri mítt viðkomandi var tað sera umráðandi at fáa eitt starv, sum eg helt vera spennandi, og sum eg kundi ímynda mær meg sjálva arbeiða við. Persónliga haldi eg ikki, at man skal vera so bangin, um man ikki fær eitt starv dagin eftir, at man hevur lokið sína útbúgvin, ella um tað ikki er júst dreymastarvið. Tað, sum er mest umráðandi, er at gera sær nakrar tankar um, hvat arbeiði er spennandi, og hvussu man kann brúka sínar førleikar á arbeiðsplássinum.

 

- Hvør er tann størsti munurin á at ganga í skúla og at arbeiða?

Tað er so ótrúliga stórur munur á at vera lesandi og at fara út í tað ”veruliga” arbeiðslívið. Tá man hevur lisið í so mong ár, hevur man skapt sær ein samleika sum lesandi, og at ikki vera tað meir, skal man venja seg við. Undir mínum lesnaði var eg sera virkin í ymiskum nevndararbeiði sum t.d. MFS, ÍF-Føroyar og RØKK. Knappliga var eg ikki partur av hesum longur, og tað skuldi eg líka venja meg við. Tað er eisini ein stór broyting at flyta frá síni lestraríbúð, har man hevði øll síni vinfólk rundan um seg, og síðani flyta í annan bústað og búgva púra einsamøll langt burtur frá hinum. Og so er ta ðikki minst frítíðin, man hevur sum lesandi – hana hevur man ikki longur. Men tá ein tíð er farin, hevur man vant seg við, at lestrarlívið er eitt tíðarskeið, sum eisini má enda, og tað veruliga vaksna lívið stendur fyri framman.

 

- Hvussu fekst tú starvið hjá tær, og hvussu langa tíð tók tað at fáa starv?

Eg bleiv liðug at lesa á sumri 2018 og fór beint til Føroya at arbeiða við einum prosjekti á VisitRunavík í summarfrítíðini. Aftan á hetta valdi eg at fara aftur til Danmarkar, men tað gekk ikki long tíð, áðrenn Føroya Tele bjóðaði mær starv. So frá tí eg var liðug at lesa, til eg hevði fingið mítt fyrsta starv, gingu umleið 3 mánaðir. Orsøkin, til at eg fekk starvið á Føroya Tele, var, at eg hevði sett meg væl inn í fyritøkuna og starvið, og eg skrivaði eina góða umsókn, har eg lýsti mínar førleikar og segði teimum, hvussu tey kundu fáa gleði av mær á deildini. Nógvar umsóknir vóru, men eg var so heppin at fáa starvið, sum eg eri ótrúliga glað fyri.

 

- Fortel eitt sindur um starvið hjá tær

Sona er ein deild á Føroya Tele, og vit eru fýra starvsfólk á deildini. Á vári 2018 menti Føroya Tele fjøltænastuna Sona sum ein avloysara til gomlu nummartænastuna Nummar.fo. Endamálið við Sona var ikki bert at veita telefonnummur, men at savna alskyns hentar upplýsingar á einum og sama stað. Meðan heimasíðan Sona.fo er nummartænasta burturav, er Sona-appin ein fjøltænasta við fleiri ymiskum hentleikum. Mítt starv er sera fjølbroytt og spennandi, har mínar uppgávur fevna um at menna konseptið, samskipa søluna, marknaðarføra Sona og skapa innihald á appini. Prosjektið hevði verið í gongd í eitt hálvt ár, tá eg kom á deildina. Tað vóru enn ongar fastar mannagongdir, ið avgjørdu, hvussu arbeiðið skuldi skipast, og hetta dámdi mær ótrúliga væl; eg slapp at menna mítt egna starv í ein ávísan mun, og eg havi havt møguleika fyri at royna ymiskt nýtt, sum eg kanska ikki hevði sloppið, um starvið var meira fastlagt.

 

- Góð ráð til onnur, sum leita sær eftir starvi

Takið tað róligt. Tað er ikki so ræðuliga farligt, um man ikki fer at arbeiða við júst tí, sum man hevur tikið útbúgving innan, beinanvegin. Ofta er tað soleiðis, at tá ein hurð verður latin aftur, verður ein onnur latin upp. Royn og fá tær nakrar royndir og góðtak, at tú kanska ikki sleppur at arbeiða á júst tí økinum, tú altíð hevur droymt um – tað skal nokk koma seinni, um tú arbeiðir málrættað ímóti tí. Fyri meg, sum havi lisið fyrisiting, er tað at arbeiða við einum startup-prosjekti nakað heilt annað, men mær dámar tað so ótrúliga væl. Tað er nemliga ikki altíð, at dreymastarvið er tað, man helt, tað vera; viðhvørt kann eitt óvæntað starv gerast nýggja dreymastarvið.

Lív Egilsdóttir Olsen

Arbeiðsheiti: Samskipari

Útbúgvingarheiti: cand.scient.adm

Føroya Tele

Grein úr Fjølnir 2020. Les blaðið her.

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Jónas Broncks gøta 25   -   100 - Tórshavn