ÖDN WEAR

Heidi Lindenskov Róadóttir

Stjóri í ÖDN WEAR

Marknaðarførslu-búskapur, Tórshavn

Arbeiði og skúli hava altíð fylt nógv í mínum gerandisdegi, og tað hevur til tíðir verið torført at havt javnvág millum bæði. Í 2017 gjørdist eg studentur og við barn og setti mær fyri, at nú fór lívið at broytast fullkomiliga, og at eg nú fór at verða avmarkað í bæði einum og øðrum. Eg arbeiddi fyri at vinna mær nakað av peningi, áðrenn eg skuldi eiga. Eg arbeiddi, til eg var um at bresta. Tað var hart, men eg kom á mál. Eg fór í barsil, men tá eg altíð havi kent eina trongd til at hava vald yvir mínari tíð, mínum arbeiði og tí eg geri, kendi eg, at eg mátti takast við okkurt afturat.

Hægri Handilsskúli

Eg byrjaði á HH í august 2018, bert 6 mánaðir eftir, eg hevði átt. Eg hevði fantastiskan stuðul frá sjeikinum, sum tá tók restina av barslinum við lítlu didduni. Eg var hóast alt heldur ikki so nógv í skúla og hevði eiheldur langar dagar. Eg haldi tað vera fantastiskt at vera lesandi og hava smá børn, tí í veruleikanum missir tú sum so einki. Mær dámdi sera væl at ganga á HH. Eg fann meg skjótt til rættis í einum góðum flokki og gjørdist sera væl við tríggjar aðrar ungar kvinnur í flokkinum. Tá vit vóru komin eitt sindur inn í skúlaárið, fingu vit møguleika at melda okkum til tiltakið, Ungt Virki. Lærarin segði okkum, at hetta helst fór at síggja gott út á próvnum. Vit tóku avgerð um at luttaka og fóru at hugsa um eitt evni til verkætlanina. Ein dag las eg eina grein, sum snúði seg um Roskilde Festival og um, at har fóru fleiri 1000 tons av skrelli burtur, og at hetta svaraði til á leið átta milliónir í útreiðslum hjá Roskilde. Hugsa tær - átta milliónir krónur av skrelli! Meginparturin av skrellinum var innbúgv, stólar og so vóru telt ein heilt stórur partur. Veðrið var grátt og keðiligt henda dagin, og tað fekk meg at hugsa um, at eg manglaði ein vetrarjakka. Eg fór tí at leita eftir einum á netinum, og tá fann eg út av, at flestu jakkar verða gjørdir úr nylon, polyester, bummull og so framvegis. Tað fekk meg at hugsa um, hvørjum telt munnu verða gjørd úr? Eg googlaði og varð ovfarin av svarinum. Telt verða nevniliga gjørd úr sama tilfari sum jakkar. Tá fekk eg tað hugskotið, at vit skuldu framleiða jakkar úr gomlum festivalteltum, ið annars fóru burtur. Vit fóru síðan til verka. Vit skuldu finna navn, telt, tilfar, samstarvsavtalur og so framvegis. Navnið endaði við at vera ӦDN - partvíst tí, at pløggini skuldu egna seg til ódnarveður, og tí vit hildu, at navnið Storm var eitt sindur ov nógv brúkt. 

Teir næstu mánaðirnar fingu vit sambond og samstørv í lag, sum vóru viðkomandi fyri okkara uppspunnu fyritøku. Eisini gjørdu vit uppgávu í samband við kappingina og framleiddu nøkur frumsnið. Tey vóru ógvuliga skirvislig, men vístu tó væl okkara ætlan. Um sama mundi, sum vit framleiddu okkara frumsnið, var nógv at hoyra um ta føroysku ullina, og at fleiri tons av henni vórðu burturbeind hvørt ár. Hetta hildu vit vera spell og vildu gera okkurt við tað. Vit fingu síðan nøkur kilo av ull til vega og fóru í holt við at virka hana. Bernhild, omma mín, var ein fantastiskur vegleiðari í hesum - serliga tí, at hon hevur arbeitt sera nógv við ull, tá hon var ung. Hon lærdi okkum at vaska og skola hana, so allur skitturin fór úr. At ullin skuldi upp at hanga, til hon tornaði, og at enda fóru vit í holt við at kæra hana. Hon varð virkað í heilt lítil og tunn løg, so hon kundi brúkast sum fylla í jakkarnar. 

Tá kappingin í Ungum Virki var í mars 2019, vóru vit sera nervøsar. Har var nógv upp á spæl. Vit gjørdu okkara allarbesta og vunnu kappingina. Tað var fantastiskt at vita, at har vóru onnur, ið trúðu upp á okkara hugskot. “Hetta hugskotið er størri, enn tit halda beint nú”, fingu vit at vita frá einum dómara, og tað gav blóð upp á tonnina! Nú varð alt brádliga so veruligt. Vit vórðu bjóðaðar til Danmarkar at kappast í DM og byrjaðu at fyrireika okkum. Tað var ógvuliga stressandi, tí tað var bert ein lítil mánaður til, vit skuldu til Danmarkar. Tolsemið og hugurin vórðu tí roynd hesa tíðina. Niðri var kappingin sera hørð, og vit føldu, at støðið var munandi hægri har enn heima í Føroyum. Í Danmark lærdu vit tó, at hóast títt hugskot kanska ikki ljóðar av nógvum, so er tað tín hugsan og tín vilji at gera hugskotið til veruleika, ið veruliga telur nakað. Vísti tú eitt lítið sindur av óvissu, mistu áhoyrararnir áhugan. Vit vunnu ikki í Danmark og vóru eiheldur millum tíggju tey bestu. Tað var sjálvandi skuffandi, men mest av øllum var tað sera læruríkt at luttaka.

IMG_3029.jpg

Annaogjakup1_1024x1024.jpg

Tíðin eftir kappingarnar

Eftir kappingina í Danmark valdu vit at fara hvør til sítt og avtalaðu, at eg fekk øll loyvir at bera hugskotið víðari. Ta fyrstu tíðina ivaðist eg nógv í, hvørt eg veruliga skuldi gera tað. Eg visti so at siga einki um møguleikarnar her heima í Føroyum, hvønn eg kundi venda mær til, hvønn eg skuldi hava við mær fyri at menna fyritøkuna og so framvegis. Systir mín, Sólvá Lindenskov Róadóttir, eggjaði meg til, at eg akkurát tað sama kundi royna, tí hugskotið var genialt. Størsti spurningurin var bara, hvussu vit skuldu framleiða á burðardyggan hátt her heima? Vit settu okkum í samband við okkara fantastisku, Unn Baldursdóttir. Eg hevði frammanundan havt samband við Unn, sum hevði hjálpt okkum at seyma ein jakka til kappingina niðri í Danmark, og hon kom nú at sniðgeva og seyma okkara vørur víðari. Sólvá, Unn og eg menna í dag toymið handan ÖDN WEAR. Tað varð sett á stovn í juni 2019, samstundis sum vit fingu eitt mikrolegat frá Fonden for entreprenørskab áljóðandi 25.000 krónur. Hetta hjálpti okkum sera væl við at seta hol á framleiðslu og annað.

Mánaðin eftir fóru vit á G-festivalin at savna okkara fyrstu telt. Vit høvdu tosað við G! í samband við okkara uppgávu í skúlanum og hesa ferð kom okkara fyrsta avtala í hús. Juli mánaður varð brúktur at skilja sundur, vaska, turka og rudda teltini. Tað gekk fyri seg í garasjuni hjá mammu og babba. Stakkals tey, tí vit fyltu garasjuna við skitnum teltum í ein heilan mánað, so takk fyri tað, mamma og babba - einki ÖDN WEAR uttan tykkum. Vit framleiddu ymiskt til Summarfestivalin í august mánaða og skipaðu fyri einum pop-up handli. Tað var ein feit uppliving, sum gav okkum góðar møguleikar fyri at royna okkara søluteknikk og at hoyra, hvat fólk hildu um fyritøkuna. Vit savnaðu eisini telt frá Summarfestivalinum 2019, og samanlagt savnaðu vit á leið 600-700 telt saman tað árið. Vit høvdu tí sera nógv tilfar at framleiða okkara vørur burturúr. Tíbetur fingu vit góða hjálp frá Tvátti, sum vaskaði eina rúgvu av teltum fyri okkum. Garasjan hjá foreldrunum kundi endiliga tømast og ÖDN WEAR flutti til Verkstaðið í Klaksvík, á Klaksvíksveg 70. Her búleikast vit saman við Fíu Heinesen, ið rekur Krutl Redesign og Áslu Heinesen, ið eisini er kend sum The Pink Sheep. 

Javnvágin avger alt

Tað er kanska sjálvsagt, at tað er strævið at hava javnvág í degnum, tá man er lesandi og vinnurekandi og harafturat hevur eitt lítið barn. Eg arbeiði, tá dóttirin er í vøggustovu, og um kvøldarnar, tá hon er farin í song. Eg havi eina sera góða familju og ein fantastiskan sjeik, sum hjálpa mær sera nógv við at ansa henni, skuldi eg til tíðir havt ov nógv at gera. Man kann siga, at ein stórur fyrimunur við at búgva heima hjá foreldrunum í løtuni er, at tey altíð eru klár at veita eina hjálpandi hond, tá vit hava tørv á tí, og tað eri eg takksom fyri. 

Harafturat er tað genialt at kunna seta seg í samband við onnur vinnurekandi og spyrja um ráð, tá okkurt ivamál er. Tað er tað góða við Føroyum og føroyskum vinnurekandi. Øll, vit hava møtt, hava verið hjálpsom og hava viljað okkum tað besta. Vit hava fingið sera góða hjálp allastaðni frá, og serliga vil eg takka Hugskotinum fyri fantastiska vegleiðing stutt eftir, at vit høvdu sett fyritøkuna á stovn. 

Orsakað av Koronu gjørdist kappingin heldur øðrvísi í ár. Eftir ætlan skuldu vit havt verið í Íslandi og kappast víðari, men so varð ikki, og tí gjørdist alt eitt sindur óvist. Áðrenn Koronu slóðaði Hugskotið okkum tó veg fyri at luttaka í Arctic Future Challenge. Har vunnu vit bæði heiti sum ‘Arctic Startup of the Year’ og ‘Arctic Youth Founders of the Year’, og tað eru vit sera glaðar fyri. 

vZ3NXlT8.jpeg
Ki7X4FEN.jpeg

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.