top of page

Planleggingarástøði IRL 

thumbnail (8).jpeg

Rasmus Steintórsson Biskopstø 
 

Bachelor í sosialvísindi og samfelagsplanlegging frá Fróðskaparsetur Føroya

Kandidatútbúgving í geografi og sosialvísindi frá Roskilde Universitet

Eg havi lisið sosialvísindi, samfelagsplanlegging og geografi. Eg las um heimspeki, greinaði myndlar í búskaparfrøði og royndi at skilja tøl, hagfrøði og ástøði. Nógv ymisk ástøði … Eg samlaði uppá ECTS stig, meðan fólk bóðu meg njóta tað, so leingi tað vardi, tí skjótt byrjaði “tað veruliga lívið”. Eg royndi at njóta tað, men samstundis øktist spenningurin so hvørt, sum ljósið í endanum av teoretiska tunlinum nærkaðist, og tíðin kom til at prógva, um øll hesi ástøðini kundu brúkast í “tí veruliga lívinum.” 
 

Í teoriini átti ongin at búsett seg í hesum brimbarda og fjarskotna oyggjahópinum, men liðugur við kandidatútbúgvingina í sosialvísindi og geografi á sumri 2019 flutti eg heim aftur til Føroya. Eg havi síðani tá havt fýra ymisk størv við ferðavinnumenning og planlegging sum felagsnevnara. Fyrst sum málsviðgeri á býarskipanardeildini í Tórshavnar kommunu, síðani sum kunningarleiðari á Tvøroyri, menningarleiðari fyri Visit Vágar og nú sum menningarsamskipari í Visit Faroe Islands. Orsøkin, til at eg havi havt øll hesi størv innan lutfalsliga stutta tíð, er ikki uppsagnir ella eitt rótleyst sinni. Orsøkin er, at eg havi traðkað til í tíðaravmarkað størv, tá ið kvinnur eru farnar í barnsburðarfarloyvi. Takk og lov fyri at kvinnur fara í barnsburðarfarloyvi, tí hvussu kann ein annars sleppa framat, fáa royndir og prógva seg í arbeiðslívinum? Umframt hesi størvini havi eg undirvíst í einum skeiði í samfelagsplanlegging á Setrinum – og eg billi tí mær sjálvum inn, at eg kann loyva mær at siga nøkur orð um munin millum planleggingarteori og tann veruleikan, sum ger seg galdandi í planlegging í føroysku kommunum. 
 

Fyri tað fyrsta átti tað at verið rímiliga einfalt hjá mær – einum nýútbúnum kandidati í geografi og sosialvísindi – at skilt, hvørjari landafrøðiligari eind eg arbeiddi í. Vit eru jú øll meira ella minni von við at deila verðina upp í lond, sum síðani kunnu býtast í regiónir, býir og uppaftur smærri eindir. Talan átti at verið um einføld fyrisitingarlig øki, sum vit kunnu eyðmerkja við eini linju á einum korti og við greiðum uppgávubýti okkara millum.  
 

Sum kunningarleiðari á kunningarstovuni á Tvøroyri skuldi eg fyrihalda meg til eina kommunala eind og umboða ferðavinnuna innan fyri markið. Men sum ferðamál er Suðuroyggin næstan altíð ein samlað eind. Talan er um eina oyggj (… tvær, um vit telja Lítla Dímun, hjálandið hjá hvalbingum, við), men Suðuroyggin kann sanniliga eisini býtast í tvær helvtir, sjey kommunur og uppaftur fleiri bygdir. Hvørja ábyrgd hevur ein kunningarleiðari í hesari fløkjuni? Praktiski veruleikin broytist alt eftir, hvat ítøkiligt mál talan er um. Er talan um eina skeltisætlan, nýggjan kortfaldara ella eitt lýsingarátak, so er øll oyggin ein hóskandi eind, men tá ið talan er um at samskipa handilsvirksemi, fyriskipa smærri tiltøk ella útinna ein ferðavinnupolitikk verður dentur lagdur á kommunalu eindina. 
 

Men hvussu er so, tá ið hesar uppgávurnar skulu loysast, og nýútbúni arbeiðarin fer í holt við at gera heimin til eitt betri stað? Sambært planleggingarástøði finnast vegleiðingar, sum kunnu koma okkum til hjálpar. Vit skulu taka atlit til eitt praktiskt skilnaðarbýti millum fyrisitingarligu og politisku skipanina, tá ið ein avgerð skal takast. Fyrisitarin greinar, meðan politikarin tekur avgerð. Fyrisitingin skal helst finna meira enn ta einu loysnina umframt at greiða frá ymsu fyrimununum og vansunum, meðan politikararnir atkvøða fyri tí skilabestu loysnini. Fyrisitingin førir síðani ætlanina út í verk. Lutfalsliga einfalt … burtursæð frá at tað als ikki er so einfalt! Vantandi tíð, vitan og orka kunnu forða fyri, at politikarar vita, hvør besta loysnin er, og fyri ikki at nevna neyðug kompromis vegna ósemjur og trongar játtanarkarmar. Hvat skal henda, tá ósemja er um, hvør trupulleikin yvirhøvur er? 
 

Smáu føroysku kommunurnar eru altso ikki so einfaldar, og vit róta okkum ofta fram á mál. Eitt gott dømi er fløkjasliga støðan, sum er íkomin í Mykinesi, síðani ferðafólkatalið er fleirfaldað seinastu árini. Fleiri meiningar eru í luftini, og ymsar loysnir liggja á borðinum, um júst hvussu oyggin eigur at skipa seg sum ferðamál – enntá í samsvari við burðardyggar hugsjónir. Onkrar ætlanir eru eisini farnar í gongd fyri síðani at vera steðgaðar upp aftur vegna ósemju. Øllum tykir at vera samd í, at ferðavinnan eigur at skipast betur, og at trygd og náttúruvernd eiga at raðfestast. Tað er í smálutunum, at stóru ósemjurnar stinga seg upp. Túsundtals síður eru skrivaðar um planlegging, men ongin uppskrift stendur skrivað um, hvussu viðurskiftini í Mykinesi skulu loysast soleiðis, at allir partar eru líka nøgdir. 
 

Spurningurin er so, hvat útbúgvingin hjá mær í veruleikanum kann brúkast til. Tá ið ein hevur stríðst seg ígjøgnum eitt ótal av torskiltum síðum um ástøði, gerst tað alsamt verri at viðganga, at hetta var til onkis. Arbeiðið hjá teoretikaranum kann soleiðis gerast ein próvførsla av virðinum í hansara/hennara egna starvøki, ella ein abstrakt akademisk rannsakan við ivasomum týdningi í einum heimi við alt ov nógvum ítøkiligum og átrokandi trupulleikum. 
 

Tey siga, at týdningarmiklasti lærdómurin kemur uttan fyri skúlatíð, men eg haldi meg kortini hava lært okkurt við praktiskum týdningi. Kvantitativir og kvalitativir kanningarhættir eru grundleggjandi amboð, sum geva innlit í ynski hjá borgarum, brúkarum og ferðafólkum, áðrenn trupulleikar skulu lýsast ella avgerðir takast. Fyrisitingarligur skikkur kann eisini tryggja, at vit liva upp til fólkaræðisligar treytir, og at fjøltáttaðar grundgevingar finnast fyri loysnum, sum planleggjarar leggja fram. Lættast og bíligast er tó ofta at stjala djúpar tallerkar, sum onnur hava uppfunnið. Vísindaligi litteratururin borðreiðir við einum ótali av dømum kring allan heimin, sum vit kunnu læra av. Onkuntíð er tó skilabest at leggja bøkurnar frá sær og fara út og merkja á egnum kroppi, hvussu støðan er. 
 

”Veruliga lívið” er ofta minst líka áhugavert sum tann verðin, ið bókligu ástøðini lýsa. Í besta føri kunnu vit skilja umstøður og finna loysnir, læra av feilum og við tíðini tillaga og fyrireika okkum til tær mongu avbjóðingarnar, sum ókenda framtíðin tveitir eftir okkum. At planleggja soleiðis, at vit nøkta ein skiftandi tørv, er torført, neyðugt og spennandi. Tey siga, at broyting er tann einasti konstanturin í lívinum. Tí eri eg rættiliga vísur í, at planleggjarin hóast alt ongantíð verður arbeiðsleysur. 

bottom of page