Í samband við útgávuna av lestrarblaðnum, Fjølnir 2022, søkir Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) eftir rættlesara. Arbeiðið skal gerast í tíðarskeiðnum 1. februar til 1. apríl 2022.

  

UM FJØLNIR 

Fjølnir er eitt lestarblað, sum bjóðar lesarum ein glugga inn í gerandisdagin hjá lesandi í Føroyum og úti í heimi. Í ár verður evnið veðurlagskreppan. Blaðið er ætlað lesandi og miðnámsskúlanæmingum umframt politikarum, fakfólki og øðrum, sum eru áhugað í viðurskiftunum hjá føroyskum lesandi. Blaðið er ókeypis og finst í pappírsútgávu og talgildari útgávu á mfs.fo/blod/

  

UPPGÁVUR 

Sum rættlesari er tín uppgáva at rættlesa og veita málsliga ráðgeving, um tørvur er á tí. Í hesum sambandi samstarvar tú við Fjølnir-ritstjórnina, sum er mannað av sjálvbodnum lesandi.  

  

FØRLEIKAR 

·    Tú ert undir hægri lestri. 

·    Tú ert stinn/ur í føroyskum máli. 

·    Ynskiligt er, at tú lesur føroyskt, men tað er ikki krav. 

 

ARBEIÐSVIÐURSKIFTI  

Øll lesandi kunnu søkja um at gerast rættlesari. Arbeiðið fer fram millum 1. februar og 1. apríl 2022. Samsýning á 5000 kr verður goldin eftir loknan rættlestur.

  

UMSÓKN 

Umsókn og CV skal sendast til fjølnir@mfs.fo í seinasta lagi 15. desember 2021. 

  

 

Meira fæst at vita við at senda teldupost til mfs@mfs.fo ella ringja til skrivstovuna tlf. 737080.