Secondly

Tvær føroyskar kvinnur velja íverksetaraævintýrið fram um eina vanliga yrkisleið. Tær ynskja at fáa fleiri at keypa second-hand, tað vil siga lutir, ið longu eru nýttir. 

elin.jpg
maria.jpg

Elin Armgarðardóttir

Brimnes

Lesur Cand. arch/Master of Arts (MA) in Architecture - Strategic Design and Entrepreneurship

Keypmannahavn

Maria Fagranes Clemmensen

Brand & Communications Management 

Keypmannahavn

Í samband við íverksetan verður ofta sagt, at ferðin frá hugskoti til veruleika langt frá altíð er ein dansur á rósum. Hinvegin er tað ein tann læruríkasta ferðin, ein kann fara undir sum lesandi. Maria og Elin siga frá teirra íverksetarasøgu sum fulltíðarlesandi og sum mammur afturat. Tær greiða frá teirra tonkum og um tann týdningin, verkætlanin Secondly hevur havt.

 

Secondly byrjaði sum eitt hugskot, ið varð skitserað heima í stovuni hjá Mariu Clemmensen í Keypmannahavn. Hugskotið tók seg upp, tí hon helt tað vera sera torført at finna second-hand handlar við góðskuvørum á netinum. Hóast hesin marknaður er í stórum vøkstri, vóru bert fáir second-hand handlar á netinum, samstundis sum verandi netpallar innan økið allir vóru fullir av vørum við lágari góðsku, ið privatpersónar høvdu sett til sølu. At keypa second-hand var tí langt frá líka dragandi sum at keypa frá vanligum altjóða nethandlum. 

 

Við skitsu og PowerPointframløgu av hugskotinum fór Maria at leita eftir einum makkara, sum vildi vera við at skapa ein framtíðar netpall fyri second-hand lutir við høgari góðsku. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn Maria kom í tankar um, at hennara barndómsvinkona, Elin Brimnes, kundi verið tann perfekta eldsálin, hon leitaði eftir. Aftan á tveir fundir settu tær báðar hol á Secondly verkætlanina, sum í dag er úti á danska marknaðinum.


- Vit høvdu als ikki gjørt okkum far um, hvussu krevjandi tað fór at verða at byrja eina fyritøku frá grundini, samstundis sum vit vóru fulltíðarlesandi. Frá byrjan og enn í dag er drívmegin hjá okkum báðum at skapa okkurt viðkomandi, sum er við til at gera tað lættari at liva burðardygt. Um ein veruliga vil okkurt, fær ein tað heilt víst at ganga upp í síðsta enda. Harafturat gav yrkið sum íverksetari meining í mun til tað sernám, eg eri í holt við at enda, sigur Elin um teir tankar, hon gjørdi sær, tá hon segði ja til at gerast íverksetari fulla tíð við síðuna av lesnaðinum.

Ein sannroynd er, at tíð og yvirskot í gerandisdegnum hjá íverksetarum er ein marglætistilvera, men við at leggja sær alt væl til rættis, ber tað til. Meðan tær hava arbeitt við Secondly verkætlanini, hevur Maria gjørt seg lidna við sína útbúgving á Copenhangen Business School - Cand. Merc. in Brand & communications Management. Samstundis hevur hon havt starv við ábyrgdini av samskiftinum í grunninum Seed Capital Danmark, ið ger íløgur í nýstovnað virki innan tøkni. Harafturat er Maria mamma at 7 ára gomlu dóttrini, og at skifta í millum hesar leiklutirnar hevur til tíðir verið ein størri avbjóðing. 

- Eg haldi, at tað í størstan mun snýr seg um raðfesting og sjálvandi at hava eitt gott netverk, tá ein skal fáa alt at ganga upp í einum rokaligum gerandisdegi. Eg gjørdi mær tann vana, at eg hvørt vikuskifti skrivaði mær allar ætlanirnar niður í minstu smálutir, so eg var vís í, at eg fór at náa bæði arbeiðið við Secondly, arbeiðið á Seed Capital og tíð saman við familju og vinum. Gevur ein sær ikki stundir til familjuna, brennir ein skjótt út. Eg havi verið sera heppin við einari óalmindiliga stuðlandi familju, sum hevur verið klár at hjálpa, tá harðast hevur staðið á. At arbeiða við einari nýstovnaðari fyritøku við síðuna av lesnaði og vera mamma samstundis krevur sjálvsagt, at drívmegin er til staðar, og at ein sær ein størri týdning í tí, ein ger, tí tað er ótrúliga hart. Eg hevði logið, um eg segði nakað annað. Men tað er tað heila vert. Seinasta árið sum íverksetari havi eg lært meira, enn eg havi lært tey 5 árini sum lesandi. Samstundis stórtrívist eg við, at hvør dagur er øðrvísi, sigur Maria, um tað at handfara allar tær ymisku uppgávurnar í gerandisdegnum.

Elin er eisini mamma. Afturat gerandisdegnum við 2 ára gamla soninum og sjeikinum, er Elin í holt við at gera seg lidna við sína útbúgving Strategic Design & Entrepreneurship, sum er eitt samstarv millum Det Kongelige Danske Kunstakademi for Arkitektur og Copenhangen Business School (CBS). Á útbúgvingini er dentur lagdur á tvørfakligt samstarv millum arkitektur, design, innovatión og íverksetan. Tað var tískil natúrligt, at Elin fór íverksetaravegin, har hon í stóran mun hevur fingið møguleika at samanspæla ástøði og royndir.

- Hvørt kvøld fer við arbeiði, eisini í vikuskiftunum. Tað eru bara so og so nógvir tímar í døgninum, so tá tú hevur familju, lesnað og eina fyritøku samstundis, mugu løturnar raðfestast rætt. Tað er sera umráðandi at geva sær tíð til familjuna, og tí eru tímarnir, tá sonurin er farin í song, tillutaðir arbeiðinum í fyritøkuni. Samanspælið millum lesnaðin og fyritøkuna er onkuntíð ringt at leggja til rættis, tí tú verður ongantíð liðug við alt á listanum. Tí er tað sera umráðandi at hava fastar vanar og at skriva alt niður, ið skal gerast, tíma fyri tíma. Tað er til tíðir strævið, men hvør dagur er spennandi og læruríkur, sigur Elin um at fáa alt at ganga upp.

 Ein nýliga gjørd donsk kanning vísir á, at bert 1% av øllum peningaíløgum í Danmark fara til fyritøkur við kvinnuligum stovnarum. Tað er tí sera umráðandi fyri bæði Mariu og Elina at prógva, at tað væl ber til at vera mamma og samstundis byrja egna fyritøku. Heldur enn at missa mótið av keðiligu gongdini, er hon blivin ein drívmegi eftir at fáa eitt gott úrslit við Secondly verkætlanini. Harafturat síggja báðar tvær tað at vera foreldur sum eina stóra gávu, sum hevur “gearað” tær til uppgávuna. At bæði Elin og Maria eru í sama báti merkir eisini, at tær skilja støðuna hjá hvørjari aðrari, tá forðingar stinga seg upp í gerandisdegnum. Hetta hevur verið við til at styrkja samstarvið og motivatiónina teirra millum.

Sum lesandi og íverksetari er nógv hjálp at heinta, tá byrjanaríløgan er avmarkað. Frá byrjan bleiv Secondly partur av “Proof Programme” hjá Copenhagen School of Entrepreneurships (CSE), sum CBS eigur. Her hava stovnararnir fingið ókeypis hjálp og sparring innan øki sum vinnutilgongd, løgfrøðiligar spurningar, virkismenning og ikki minst skrivstovupláss. Harumframt finnast ymisk legatir í Danmark, ið verða tillutað lesandi, um mett verður, at fyritøkurnar skapa virði í samfelagnum ella arbeiða við einum av teimum 17 ST heimsmálunum. Secondly hevur fingið tillutað eitt legat á 25.000 kr. frá Mikrolegatet, sum eru oyramerktar til at fíggja víðari menning av pallinum hjá Secondly.

 

- Umframt CSE og legat hava vit verið vælsignaðar við einum fantastiskum netverki av fólki, sum hava veitt okkum ókeypis ráðgeving og arbeiði á vegnum. Tey eiga øll stóran leiklut í, at Secondly appin nú kann takast niður av App Store, sigur Elin. 

 

- Netverk er sera umráðandi, óansæð um ein ynskir at gerast íverksetari ella ynskir sær eitt ávíst spennandi fast starv – so tað er sera umráðandi at hugsa netverkið inn, tá ein møtir fólki eitt nú undir útbúgvingini, á arbeiðsplássum og so framvegis, leggur Maria afturat.

 

Fyrsta útgávan av Secondly appini varð løgd á App Store & Google Play síðst í november 2020, og longu nú hava fleiri professjonellir endurnýtsluhandlar lagt vørur út á pallin hjá Secondly, so tær eru til keyps umvegis appina. Á pallinum eru merkisvørur frá til dømis Chanel, Louis Vuitton, Christian Louboutin, Hermes, Christian Dior & Marc Jacobs. Eisini eru eitt nú taskur gjørdar av gomlum leðursofum og festivaltjøldum og ein rúgva av vintage klæðum at finna á appini. 

 

Appin er við vilja ment at vera brúkaravinarlig, soleiðis at tað er lætt og einfalt at finna second-hand vørur við høgari góðsku á netinum. Endamálið hjá Secondly er at avmarka klædnaspillu og annað við at leingja um livitíðina á góðskulutum og harvið vera við til at skapa ein broyttan hugburð millum brúkarar til frama fyri umhvørvið.

Image from iOS.jpg

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.