At lesa í Amsterdam

Guðrun í Jákupsstovu

Fyrstu ferð eg fór til Amsterdam at lesa, var sum skiftisnæmingur frá Háskúlanum í Íslandi, har eg tók bachelor í bókmentafrøði. Tað var faktiskt ikki so tilvitað, at eg valdi mær júst Amsterdam. Eg hevði nógvar aðrar býir í Evropa í tonkunum, sum eg kundi hugsað mær at farið til, men í síðsta enda vóru tað meira praktisk viðurskifti, ið gjørdu, at valið fall á Amsterdam.

 

Eg havi ofta hugsað, hvussu heppið júst hetta var. Tí mítt hálva ár í Amsterdam var nakað heilt serligt. Býurin sjálvur er ikki serliga stórur, tá tað kemur til vídd, men harafturímóti er hann tættbygdur og trongur. Tað bleiv av tí sama til eina ógvuliga kaotiska uppliving, tá eg var har fyrstu ferð í august 2016. Tað var mitt í eini steikjandi hitabylgju, og eg var farin til introviku fyri skiftisnæmingum. Vit vóru fleiri hundrað næmingar úr øllum Evropa, ið vóru samlað í einum av teimum gomlu universitetsbygningunum frá 1600-talinum, ið liggur á markinum til Red Light District í miðbýnum í Amsterdam.  Áðrenn eg fór til hendan býin, hevði eg googlað myndir og dagdroymt um, hvussu avslappað, vakurt og romantiskt tað fór at vera at spáka eftir teimum mongu hugnaligu kanalunum í býnum, men veruleikin var tó eitt sindur øðrvísi. Eg fór ikki heilt skeiv, tí býurin er ómetaliga hugnaligur og vakur, men har er ikki avslappað. Sum sagt, so er sera trongt í Amsterdam. Umframt tey, ið eru uppvaksin í býnum og kalla hann sín heimbý, so flyta hollendingar frá øðrum pørtum av landinum í hópatali til býin fyri at lesa ella arbeiða. Harumframt búgva tilflytarar úr øllum heiminum - serliga frá Turkalandi og Marokko og eisini ómetaliga nógvir bretar. Harafturat koma eisini ferðafólk í milliónatali á hvørjum ári. Hetta ger, at tað kann tykjast stressandi at ferðast runt í býnum, serliga í miðbýnum á einum steikjandi heitum degi, sum mín fyrsti dagur var. Fólk á súkklu fúka fram við tær, ferðafólk ganga í øðrum heimi og standa altíð í vegin, bilar treingjast á smølu vegunum og osandi skutarar royna at kroysta seg ímillum.

 

Hóast alt rokið, so gekk ikki leingi, áðrenn eg var bitin. Eftir eitt hálvt ár sum skiftisnæmingur á University of Amsterdam valdi eg at flyta aftur eftir loknan lesnað í Íslandi. Eg slapp í starvsvenjing hjá eini miðlafyritøku, og hareftir fór eg undir at lesa mína masterútbúgving í Comparative Cultural Analysis á University of Amsterdam. Sostatt havi eg nú búð í býnum í 2,5 ár.

 

Lestrarlív í Amsterdam

Amsterdam er ein spennandi og stuttligur býur at vera lesandi í. Sum lesandi hava føroyingar framíhjárætt við bæði SU, ÚSUN o.s.fr. Amsterdam er ikki ein serliga bíligur býur at búgva í. Serliga er tað bæði ringt og dýrt at finna bústað. Tá eg kom til býin sum skiftisnæmingur, var eg ov sein at skriva meg upp til leigubústaðir, sum universitetini í býnum bjóða umvegis bústaðarorganisatiónir sum t.d. De Key og DUWO. Hetta merkti, at eg mátti finna okkurt umvegis privata marknaðin, og hetta kann vera sera ringt og eisini sera dýrt. Amsterdam er ein populerur býur at vera í, og stóra talið av útlendskum lesandi, sum koma hvørt ár umframt nógvu ferðafólkini, ger, at fleiri íbúðir eru tiknar av vanliga leigumarknaðinum og blivnar til AirBnB ístaðin. Hetta leggur enn størri trýst á vanliga bústaðarmarknaðin, og tá eitt kamar ella ein heil íbúð verður lýst tøk at leiga, er vanligt, at leigarin verður yvirfloymdur við hundraðtals av boðum beinanvegin. Hetta ger eisini, at prísurin á íbúðum og kømrum kann verða sera høgur. Tí er tað umráðandi at skriva seg upp til leiguíbúðir gjøgnum universitetið so skjott sum gjørligt.

 

Burtursæð frá einum sperdum leigumarknaði og høgum prísum á bústaðarøkinum, so er livikostnaðurin í Amsterdam annars heldur lægri, enn tað, sum vit kenna til í norðanlondum. Matur, drekka, hugni, mentanarlig tiltøk o.s.fr. er alt eitt sindur bíligt. Trongi, vakri, hugnaligi, kaotiski býurin hevur nógv at bjóða, har eru spennandi søvn, gott og fjølbroytt náttarlív, hugnaligar kaffistovur og vakrir urtagarðar og fríøki. Harafturat er gott metro- sporvogna- og busssamband, men ger tær sjálvum eina tænastu og fá tær eina súkklu. Býurin er somikið lítil, at tað ofta tekur stytst tíð at súkkla.

 

Hollendingar eru kendir fyri at duga sera væl enskt, og tað merkist væl í Amsterdam. Hetta ger tað eisini ómetaliga lætt at vera útlendingur í býnum, tí tú kanst tosa enskt meir ella minni allastaðni, og um tú t.d. vilt finna tær lestrarstarv, so er tað sjálvdan eitt krav at duga hollendskt. Á universitetunum er enskt í nógvum førum eisini høvuðsmálið. Hetta kann vera deiliga lætt og trygt, men um man flytur til Hollands, so vil eg tó mæla til, at man roynir at læra seg at tosa og skilja eitt sindur av hollendskum. Hollendskt er eitt germanskt mál og minnir ofta um bæði týskt, danskt og enntá føroyskt. Við bert eitt sindur av ómaki og áhuga er málið rættiliga skjótt at læra.

 

University of Amsterdam

Báðar ferðirnar eg var lesandi í Amsterdam (sum skiftisnæmingur og masternæmingur), var eg innskrivað á University of Amsterdam (UvA). Tað var stovnsett í 1632, er størsta universitetið í Hollandi og hýsir 30.000 næmingum. Tey ymsu deildirnar eru spjaddar ymsa staðni í býnum. Eg las humaniora og helt tískil mest til í teimum heilt gomlu bygningunum í vakra, tronga miðbýnum. Sosialvísind og handilsskúlin liggja eitt sindur í eysturpartinum av býnum, tað er á campus-økinum Roeterseiland. Longur eystanfyri í býnum liggur Science Park, og har halda náttúruvísindaligu og tøkniligu útbúgvingarnar til. Universitetið er mett at vera eitt av teimum 15 bestu í Evropa.

Mín tíð á universitetinum var ómetaliga mennandi. Undirvísingin var krevjandi og kritisk, og eg lærdi heilt ótrúliga nógv. Sum sagt, var eg sjálv á humaniora, og um tú hevur áhuga fyri máli, mentan og list, so vil eg veruliga viðmæla UvA. Harafturat vil eg veruliga eisini viðmæla Amsterdam og Holland sum heild. Býurin er ein vøkur, spennandi, kaotisk og altjóða bráðpanna. Har er fult av ungum fólki og altíð okkurt nýtt og spennandi og stuttligt at fáast við.

 

Ráð til tey, ið umhugsa at lesa í Amsterdam

- Fleiri útbúgvingar á UvA eru longu SU góðkendar, men minst til at kanna hetta væl, áðrenn lesnaðurin byrjar.

- Um tú hevur fingið bjóðað pláss á útbúgvingini, sum tú søkti um upptøku á - søk so fyri Guðs skyld um leiguíbúð gjøgnum universitetið skjótast gjørligt.

- Um tú ikki megnaði at fáa íbúð gjøgnum skúlan, so eru hesar heimasíðurnar hentar at leita á:

- www.kamernet.nl

- www.housinganywhere.com

- www.kamers.nl

- www.huurwoningen.nl

- Umframt ein rúgva av Facebook-bólkum

- Fá tær eina súkklu

- Ver forvitin og søkjandi og ger tær dælt av øllum tí spennandi og forvitnisliga, sum fyrigongur í býnum

- Royn og lær teg hollendskt. Hóast tað ikki er alneyðugt fyri at búgva í býnum, so lærir tú nógv um hollendsku mentanina, og tað er bara góður skikkur at læra seg eitt sindur av málinum í landinum, man býr í.

Guðrun í Jákupsstovu er kandidat í Cultural Analysis á University of Amsterdam

Grein úr Fjølnir 2020. Les blaðið her.

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Hoydalsvegur 1   -   100 - Tórshavn