GRATTIS DU SKA TILL STOCKHOLM

Borgný Súsonnudóttir Hansen

Tá eg byrjaði at lesa á universitetinum, visti eg longu, at eg ætlaði at fara á skiftislesnað.

Tí byrjaði eg longu á fyrstu lestrarhálvu at fara til tiltøk, ið snúðu seg um skiftislesnað.

Tá hugsaði eg, at eg skuldi langt út í heimin - jú longri vekk, jú betri. Eg ímyndaði mær, at eg helst fór til Avstralia, Kanada ella USA.

Ongantíð hevði eg ímynda mær, at eg endaði við bert at ferðast í fimm tímar við toki yvir um Oyrasundsbrúnna og enda í høvuðsstaðnum í Svøríki: Stockholm.

 

Nógv velja helst at fara langt út í heim og leggja kanska ikki so nógv í tað fakliga á skúlanum, sum tey koma til. Men eg valdi hóast alt, at fara til Stockholm, tí at Karolinska Instituttið er har, og tað er kent fyri at vera eitt gott medisinskt universitet á høgum støði. Jú meira eg læs um Karolinska Instituttið, jú meira tiltalandi helt eg tað vera at fara til Stockholm. Og hví ikki fara til eitt land, har man faktiskt hevur møguleika fyri at læra málið, meðan man er har?

 

Tann 15. Januar 2019 gekk leiðin so til Svøríkis - til Stockholm, ein bý, sum eg ongantíð áður hevði vitjað. Eg skuldi búgva í einum studentabúðstaði hjá Karolinska Instituttinum, sum var fyri skiftislesandi. Kollegiið var ein partur av sjúkrahúsinum, Södersjukhus, sum liggur á Södermalm.

Tað vóru í stóran mun tey, sum eg búði saman við, sum myndaðu mína tíð í Stockholm. Eg fór til Stockholm og møtti fólkum frá allari verðini. Upp á tann mátan, kann man kanska siga, at eg ikki ordiliga upplivdi at búgva í Stockholm, tí tað vóru nógv ymisk mál og mentanir, sum vóru samantvinnaðar. Men tey flestu, sum eg gekk í flokki saman við, vóru úr Svøríki, og tí møtti eg eisini svensku mentanini, og sjálvandi kunnu føroyingar ikki fara nakrastaðni uttan at finna aðrar føroyingar, so eg hevði eisini ein føroyskan vin í Stockholm.

 

Nógv vilja vera við, at munurin á at lesa í Stockholm og at lesa í Keypmannahavn ikki kann vera serliga stórur. Men tað er tað. Sviar og danir eru sera ólíkir. Danir verða ofta sæddir sum eitt meira “direkta” fólkaslag - teir siga tað, sum teir hugsa. Hetta gera sviar slett ikki, teir siga minst møguligt, og um teir eru ósamdir við tær, so verður tað pakkað væl inn og sagt upp á ein sera penan máta. Sviar eru kendir fyri at helst vilja sleppa sær undan ósemjum - hetta sæst eisini aftur í, at tey ikki hava verið í kríggj í eini 200 ár. Tá vit, sum vóru á skiftislesnaði, byrjaðu á skúlanum, høvdu vit tveir innleiðsludagar. Tann eina dagin høvdu tey biðið ein etnolog koma og halda eina framløgu fyri okkum um “intercultural communication”. Eg haldi, at endamálið við framløguni var, at vit skuldu skilja, hvussu sviar eru, og hvussu vit skuldu samskifta við teir. Hetta bleiv m.a. gjørt við at upplýsa okkum um óskrivaðar reglur í tí svenska samfelagnum.

 

Undirvísingin var eisini øðrvísi skipað á Karolinska Instituttinum. Tann størsti munurin var allarhelst, at øll undirvísingin gekk fyri seg á sjúkrahúsinum, tí at Karolinska Instituttið faktiskt er eitt universitetssjúkrahús, og útbúgvingin er ein professionsbachelor. Á Københavns Universitet verður útbúgvingin útbjóða á humanistiska fakultetinum sum bachelor+kandidat. Á Karolinska Instituttinum løgdu tey stóran dent á starvsvenjing, og tað var her, at munurin merktist best. Sviarnir, sum vit lósu saman við, vóru í starvsvenjing fleiri ferðir hvørja lestrarhálvu. Hendan raðfestingin sæst ikki á Københavns Univeritet, har útbúgvingin er sera ástøðilig. Tær flestu lærugreinirnar, sum eg tók, vóru á enskum, og ein einkul lærugrein var á svenskum. At skula læra á einum øðrum máli, enn man er vanur við, er eisini sera læruríkt.

 

Stockholm er ein fantastiskur býur at búgva í. Hann er eitt lítið sindur størri enn Keypmannahavn, men tað merktis ikki ordiliga, bæði tí at býurin spjaðir seg út yvir fleiri oyggjar og holmar, og tí at huglagið í Stockholm er meira avslappað og friðaligt enn í Keypmannahavn. Stockholm hevur fleiri spennandi listasøvn og er ein sera vakur býur. Og ikki at gloyma FIKA. Fika í sær sjálvum er bara ein kaffisteðgur (+okkurt lekkurt afturvið), men fika er so nógv meira enn bara tað; tað er ein møguleiki at taka eina mentalan steðg saman við sínum starvsfelagum, og fleiri fyritøkur hava ført fika inn í arbeiðsdagin. Tað er faktiskt nokk so ringt at forklára “the magic of fika”, men man má næstan uppliva tað fyri at skilja tað.

 

Eg var so heldig at fáa betri legat, áðrenn eg fór avstað. Hetta gav mær møguleika fyri, at m.a. ferðast runt í Svøríki og taka eitt málskeið á svenskum.

Eg havi lært so nógv við at fara á skiftislesnað í Svøríki. Mest av øllum haldi eg, at eg havi ment meg sum persón, og hetta kann eg bara takka øllum teimum, sum eg møtti í Svøríki, fyri.

 

Tað er torført at forklára fika, og á sama hátt er tað torført at seta orð á, hvat tað var, sum gjørdi tað so gott at fara á skiftislesnað. Hetta kunnu onnur, sum eisini hava verið á skiftislesnaði, óivað vera samd við mær í. Eg eri eisini vís í, at tey, sum hava roynt skiftislesnað, eisini vilja viðmæla øðrum at taka eina lestrarhálvu - ella kanska báðar tvær - í einum øðrum landi.

Borgný Súsonnudóttir Hansen

Audiologopædi, Københavns Universitet

Grein úr Fjølnir 2020. Les blaðið her.

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Hoydalsvegur 1   -   100 - Tórshavn