top of page

MFS leitar eftir einum ágrýtnum skrivstovufólki at byrja sum skjótast. Sum skrivstovufólk vil tú spæla eina týðandi leiklut í at tryggja at okkara virksemi koyrir sum tað skal.

 

UM OKKUM:

MFS er ein aktivur lestrarfelagsskapur, sum er myndaður av sjálvbodnum lesandi. Vit arbeiða fyri at betri viðurskiftini, ið á einhvønn hátt ávirka lesandi. Felagið var stovnað fyri yvir 60 árum síðani og hevur tí drúgvar royndir ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram. Vit virða samstarv og nýmenning, og felagið hevur eitt vaksandi altjóða øki.

UM STARVIÐ:

Tú gerst partur av fyrisitingarligum arbeiði, ið stuðlar rakstrinum av felagnum. Eitt nú bókhald og samskifti. Í samstarv við ráðs- og nevndarlimir kunnu uppgávur sum rakstur av heimasíðu og/ella sosialu miðlunum stinga seg upp.

Vit seta teg væl inní starvið og vanliga kunnu flestu uppgávur loystast hvar sum helst og í fleksiblum tíðum, soleiðis at arbeiði ikki órógvar lesnaðin hjá tær.

 

VIT BJÓÐA:

  • Eitt inspirerandi og fjøltáttað arbeiðsumhvørvi.

  • Møguleikan at arbeiða við øðrum lesandi og gera ein mun.

  • Møguleika fyri at koma við MFS til altjóða tiltøk uttanlands.

  • Fleksiblar arbeiðistíðir.

  • Møguleikan at menna tínar førleikar í skrivstovuvirksemi so tú fært viðkomandi arbeiðsroyndir.

  • Týðandi leiklut í einum ágrýtnum felagskapi.

UM TEG:

  • Góðar kommunikatións og samstarvsevnir.

  • Ábyrgdarfull/ur.

  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

  • Ágrýtin.

SETARNARTREYTIR:

Skrivstovufólkið verður lønt sambært lønarsáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið eftir lønarflokki 2. Hóast arbeiðstíðirnar eru fleksiblar, vænta vit arbeiðstyngd á ca. 10 tímar um vikuna. Hetta kann variera í periodum, t.d. eksamiutíð um tú ert lesandi.

 

UMSÓKN:

Send okkum tína umsókn og CV á mfs@mfs.fo. Greið stutt frá um teg sjálvan og tínar førleikar, áhugamálum og nær tú ert tøk/ur at arbeiða. Vit hava setanarsamrøður leypandi, so send tína umsókn longu nú.

 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

 

Hevur tú spurningar ella ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ber til at venda sær til Magnus á magnus@mfs.fo ella +45 26718833.

bottom of page