LESTRARSTARV

Starvslesandi í landsfyrisitingini ella á einari av føroysku sendistovunum

Starvslesandi í landsfyrisitingini

Eftir áheitan frá MFS fóru Løgmansskrivstovan og stjórnarráðini fyri nøkrum árum síðani undir skipan, sum skal geva lesandi møguleika at vera starvslesandi í landsfyrisitingini í upp til eitt lestrarhálvár.

Soleiðis virkar skipanin
Tann lesandi søkir um at sleppa í starvsvenjing í einum av stjórnarráðunum. Tey eru:

Løgmansskrivstovan                            www.tinganes.fo

Fíggjarmálaráðið                                 www.fmr.fo

Fiskimálaráðið                                      www.fisk.fo

Umhvørvis- og vinnumálaráðið          www.uvmr.fo

Almannamálaráðið                              www.amr.fo

Heilsumálaráðið                                   www.hmr.fo

Uttanríkis- og mentamálaráðið          www.ummr.fo

 

Lesandi kunnu søkja um at koma í starvsvenjing, um tey t.d. hava áhugað at arbeiða innan ávíst málsøki í sambandi við lestraruppgávu. Ella um tey hava almennan áhugað at fáa nærri innlit í politisku skipanina, og hvussu almenna fyrisitingin virkar.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, alt eftir hvat tørvurin er í tíðarskeiðinum, sum starvsvenjingin er. Tann starvslesandi verður partur av dagligu arbeiðsgongdini í avvarðandi stjórnarráði og fær við hesum innlit í tey mál, ið stjórarráðið umsitur. Tað verður miðað eftir, at tann starvslesandi kann vera við í arbeiðinum at loysa størri og minni uppgávur hjá ráðnum.

Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum máli.

Hesi kunnu søkja
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi við hægri háskúla, og er tað ein fyrimunur at hava lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Starvslesturin kann, um tín útbúgvingarstovnur góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgving tíni.

Størvini eru ólønt og eru skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi á staðnum, m.a. trúnaðarreglum, samsýning o.t.

Umsókn
Tann lesandi fyllir út hjálagda umsóknarblað og sendir tað til Uttanríkistænastuna á Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum samskipar viðgerðina av umsóknunum við stjórnarráðini. Aðalstjórin í avvarðandi ráði ger av, um teirra stjórnarráð tekur inn starvslesandi alt eftir, hvørjar uppgávur eru í ráðnum í tíðarskeiðnum.

Umsóknarfreistir eru um hálvan august fyri fyrra hálvár og um hálvan februar fyri seinna hálvár. Starvstíðin kann lagast eftir tørvinum hjá tí lesandi.

Næsta umsóknarfreist (til fyrra hálvár 2023) er 17. august 2022

Aðrar upplýsingar

Umsóknir við skjølum verða at senda til Uttanríkistænastuna:

Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinhúsvegur 7
110 Tórshavn
ummr@ummr.fo
www.ummr.fo

Uttanríkistænastan og aðalstjórarnir viðgera umsóknirnar, so skjótt umsóknarfreistin er farin, og fáa umsøkjarar svar, so skjótt avgerð er tikin.

Meir fæst at vita við at venda sær til Gunvør Balle, fulltrúa, á tlf. +298 556079, gunvorb@ummr.fo

 

Starvslesandi á einari av føroysku sendistovunum
Uttanríkistænastan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi í sendistovum Føroya í Brússel, Keypmannahavn, Tel Aviv, Reykjavík og London.


 

Uppgávur

Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga virkseminum á eini sendistovu. Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligari bakgrund hjá viðkomandi og tørvi hjá sendistovuni. Dømi um eina tílíka uppgávu er at skriva tilfar til heimasíðuna hjá okkum, skriva frágreiðing um ein altjóða felagsskap, skriva lýsing av eini vinnugrein ella líknandi. Harafturat skal tann starvslesandi svara fyrispurningum og leita eftir upplýsingum.

 

Førleikakrøv

Tann starvslesandi eigur at vera lesandi við hægri háskúla, og er tað ein fyrimunur at hava lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Starvslesturin kann, um útbúgvingarstovnurin góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgvingini.
Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum og enskum máli.


 

Starvsstaður

Starvsstaðurin er á sendistovum Føroya í London, Brússel, Keypmannahavn, Reykjavík ella Tel Aviv. Sendistovurnar eru skipanarliga partur av Uttanríkistænastuni, ið er deild í Uttanríkis - og mentamálaráðnum.

Gev gætur, at tað ikki altíð ber til hjá øllum sendistovunum at taka inn starvslesandi.

 

Setanartreytir

Størvini eru skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi á staðnum og eru ólønt; men viðbót verður latin eftir nøktandi uppihald. Møguleiki er at søkja um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum. Stuðul verður veittur til bústaðarútreiðslur.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til UMMR, Gunvør Balle, tlf 556079
Umsóknir

Umsóknir, prógv, c.v. og viðmæli skulu sendast til

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Tinghúsvegur 7

110 Tórshavn

ummr@ummr.fo

www.ummr.fo
 

Umsókarfreistin er á middegi 16. august