Starvslesandi á Løgmansskrivstovuni

Bjørg Apol

Løgfrøði á Københavns Univerisitet

Starvslesandi hjá Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni

Eg eiti Bjørg Apol og lesi løgfrøði á kandidatinum á Københavns Universitet. Eg valdi at fara í starvsvenjing sum partur av útbúgvingini og var tí í heyst starvslesandi hjá Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni.

Hví í Føroyum

Eg hevði leingi hugsað um at fara í starvsvenjing í Føroyum í samband við mína løgfrøðiútbúgving. Ein av orsøkunum var, at eg ynskti at royna at búgva í Føroyum eitt tíðarskeið. Eg eri uppvaksin í Norra og í Danmark og hevði ongantíð búð í Føroyum fyrr. Eg havi føroyska mammu, so eg havi ferðast nógv í Føroyum sum barn, og nú búgva míni foreldur í Føroyum.

Ein onnur orsøk var, at løgfrøði er eitt fak, sum er rættiliga staðbundið í so máta, at lóggávan er ymisk frá landi til land. Lóggávan í Danmark og Føroyum er rættiliga eins, og tað var tí eisini fakliga viðkomandi at fara í starvsvenjing í Føroyum.

Hví á Løgmansskrivstovuni

FÚL (Føroyskir Útisetar á Løgfrøði) skipar vanliga fyri virkisvitjanum, bæði um summarið og um jólini, hjá ymiskum privatum fyritøkum og almennum myndugleikum í Føroyum. Fyri tveimum árum síðan vóru vit á vitjan á Løgmansskrivstovuni, og hetta kveikti mín áhuga at fara í starvsvenjing har. Eg hevði tvey lestrarstørv í Keypmannahavn – eitt í banka og eitt á advokatskrivstovu – og kundi tí hugsað mær at fingið meira innlit í, hvussu almenna fyrisitingin virkar, og meira kunnleika um politisku skipanina sum heild. Tí helt eg Løgmansskrivstovuna vera eitt spennandi stað at fara í starvsvenjing.

Um at vera í starvsvenjing

Løgmansskrivstovan er fyrisiting løgmans og húsast á Tinganesi. 18 fólk arbeiða á Løgmansskrivstovuni. Av hesum eru 5 fólk á Lógartænastuni.

Í høvuðsheitum fevna uppgávurnar hjá Lógartænastuni um at ráðgeva hinum aðalráðunum í lógartøkniligum spurningum og at eftirkanna lógaruppskot og kunngerðir, sum aðalráðini senda Lógartænastuni. Sum starvslesandi fekk eg gott innlit í tær ymisku uppgávurnar hjá Lógartænastuni.

Løgmansskrivstovan hevur, sum hini aðalráðini, eisini ábyrgdina av egnari lóggávu. Til dømis hevur Løgmansskrivstovan ábyrgdina av lógini um alment innlit, fyrisitingarlógini, persónsupplýsingar-/dátulógini og revsilógini. Tað er Lógartænastan, sum ger lógaruppskot og kunngerðir innan lóggávuøkini hjá Løgmansskrivstovuni. Sum starvslesandi luttók eg tí eisini í fyrireikandi arbeiðinum til nýggj lógaruppskot. Tað arbeiðið snýr seg í stóran mun um at hava fundir við áhugapartar innan ítøkiliga økið og at kanna ásetingarnar í samsvarandi danskari lóggávu og í lóggávuni hjá øðrum av okkara norðurlendsku grannalondum. Eg var eisini við á skeiðum um nýggju dátuverndarlógina, sum kom í gildi 1. januar 2021, og hetta var sera læruríkt.

Meðan eg var í starvsvenjing, var nógv frammi um fongsulsviðurskiftini í Føroyum. Í hesum sambandi luttók eg á fundum við Kriminalforsorgini og verjuadvokatum. Eisini var eg saman við embætisfólki á Lógartænastuni á vitjan í fongslinum í Mjørkadali fyri at síggja umstøðurnar hjá teimum, sum sita inni, og starvsfólkunum. Tað var sera áhugavert og gav eitt gott grundarlag fyri at skilja kjakið um fongsulsviðurskiftini í Føroyum. 

Sum partur av starvsvenjingini arbeiddi eg í 4 vikur á Føroya Kærustovni. Har fekk eg gott innlit í, hvussu umsitingin á Kærustovninum og tær ymisku nevndirnar har arbeiða. Eg slapp eisini sjálv at loysa nøkur kærumál og lærdi í hesum sambandi nógv, bæði um vanliga málsviðgerð og tær lógir, sum vóru viðkomandi fyri at viðgera málini.

Á løgfrøðiútbúgvingini hevur tú møguleika fyri at fáa ECTS-stig, sum svara til eina lestrarhálvu, um tú fert í starvsvenjing undir lesnaðinum. Hesum møguleikanum tók eg av. Samstundis skuldi eg skriva eina uppgávu (projektorienteret rapport) undir starvsvenjingini. Eg valdi at skriva um ásetingarnar um innlit í starvsfólkamál í lógini um alment innlit. Eg kannaði, um tørvur er á at broyta ásetingarnar í innlitslógini á hesum øki. Eg valdi evnið saman við Løgmansskrivstovuni, tí uppgávan skuldi snúgva seg um eitt øki, sum var viðkomandi fyri Løgmansskrivstovuna at kanna.

Hvat havi eg fingið burtur úr at vera í starvsvenjing

Sum starvslesandi á Lógartænastuni lærdi eg nógv um lógarsmíð og politisku skipanina, sum - løgið nokk - ikki fyllir nakað á løgfrøðiútbúgvingini. Eisini lærdi eg nógv um føroyskan politikk og um føroysk samfelagsviðurskifti. 

Tað var sera læruríkt og fakliga mennandi at arbeiða tætt saman við dugnaligum løgfrøðingum og øðrum embætisfólkum og at fáa praktiskar royndir innan almennu fyrisitingina. 

Løgfrøðiútbúgvingin er ein rættiliga tung og bóklig útbúgving. Tað var tí bæði deiligt og tiltrongt at koma burtur frá universitetinum í nakrar mánaðir og at fáa ein øðrvísi gerandisdag.

Hóast Korona í stóran mun setti dagsskránna um allan heim, ta tíðina eg var í starvsvenjing, so var eg heppin at vera í Føroyum, tí har livdu vit so at siga eitt vanligt gerandislív. 

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.