top of page

Summarstørv fyri Verkfrøðilesandi

Hevur tú hug at royna teoriirnar frá lesnaðinum í praksis og seta tíni fingramerki á ymsar uppgávur innan infrakervi og bygging, so hevur tú møguleikan nú. Landsverk sóknast eftir upp til fýra verkfrøðilesandi til summarstørv á summri 2024.

Um starvið
Tú gerst partur av fleiri ymsum uppgávum, har vit leggja arbeiðið til rættis, so tú fær roynt og brúkt tínar fakligu førleikar.

Talan kann eitt nú vera um undankanningar og projekteringar í sambandi við smærri verkætlanir innan orkuskifti, tunnilsarbeiði og tunnilseftirlit ella at tekna bygningar í Revit. Talan kann eisini vera um uppgávur innan myndaskráseting av verandi byggiverkætlanum, talgilding og greiningar av dátum.

Tú kemur antin at starvast á Deldini fyri Infrakervi, sum tekur sær av tilrættisleggjan av flytføri og hevur ábyrgdina av føroyska infrakervinum, ella á Verkætlanardeildini, sum tekur sær av byggiharrauppgávum og viðlíkahaldi av bygningum.

Tú fær innlit í, hvussu deildin virkar, tá tú arbeiðir saman við ymsum starvsfólkum og tekur lut á fundum úti um landið og á skrivstovuni. Nógvar av uppgávunum kunnu loysast á skrivstovuni í Havn, men tørvur er javnan á, at uppgávurnar verða loystar á staðnum, har arbeiðið gongur fyri seg.

Vit vænta at seta upp til fýra starvsfólk í summarstørv.

Um teg
Tú ert væl skipað/ur og dugir væl at greina uppgávurnar. Tú hevur hug at læra og hug at vinna tær royndir innan ymisk starvsøki. Vit seta teg væl og virðiliga inn í arbeiðið og uppgávurnar, men vit vænta, at tú hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt.

Tað er eitt krav, at tú lesur verkfrøði - annaðhvørt bachelor ella kandidat. Summar uppgávur krevja koyrikort. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv frá 01. juli til 31. august 2024. Tú ert vælkomin at søkja, hóast tú ikki er tøk/ur alt tíðarskeiðið.

Setanartreytir
Talan er um tíðaravmarkaði lestrarstørv. Tíðarskeiðið verður avtalað nærri við tey, ið sett verða. Størvini eru flokkað í 3. lønarflokki í sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Um so er, at tú ert liðug/ur við tín bachelor, verður tú lønt/ur sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.

Umsóknir
Send okkum eina stutta umsókn saman við lívsrensli, har tú greiðir frá tínum fakligu førleikum og áhugamálum, um tú hevur koyrikort, og nær tú er tøk/ur at arbeiða. Hetta gert tú við at fara inn á heimasíðu okkara www.landsverk.fo.

Vit hava setanarsamrøður leypandi. Send tína umsókn longu nú og í seinasta lagi mánadagin 6. mai 2024. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ásu Ósá, HR-ráðgeva á tlf. 290 816 ella asos@lv.fo.

bottom of page