Túrurin til Grønlands

Hørður Mouritzarson Mohr

Eg eiti Hørður Mouritzarson Mohr, og eg lesi jarðfrøði (geologi) á Københavns Universitet. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri náttúruni og umheiminum, og tí valdi eg at lesa jarðfrøði. Eg mangli bert eitt hálvt ár á kandidatinum og eri í holt við at skriva mína serritgerð. 

 

Sum jarðfrøði-lesandi upplivir man nógv ymiskt. Vit hava ferðast nógv og hava ma.a verið í Týsklandi, Onglandi, Portugal og Spania. Á túrunum hava vit upplivað náttúruna og gjørt ymiskt jarðfrøðiligt arbeiði, sum hevur verið ógvuliga spennandi og gevandi. Jarðfrøði fevnir um nógv ymisk náttúruvísindarlig øki, eitt nú granskan eftir ráevnum í undirgrundini og kortleggjan av undirgrundini. Í Danmark verður t.d. stórur dentur lagdur á hydrologi, har man eygleiðir grundvatnið, sum danir drekka. 

 

Lestrarstarv hjá COWI:

Tá ið eg ikki gangi í skúla, arbeiði eg hjá COWI. COWI er eitt ráðgevingar-virksemi, sum arbeiðir innan byggivinnu, hydrologi, umhvørvi, burturkast og annað. Eg arbeiði á deildini “Miljø og Affald”, og har er uppgávan at fylgja við í dálking á byggiøkjum, privatum økjum og øðrum økjum, sum kommunur ynskja skulu kannast. Mín uppgáva er at eygleiða, meðan borað verður í jørðina, at taka prøvar av jørðini og at lýsa jarðfrøðina av undirgrundini út frá boringunum. 

 

Vilt tú til Grønlands at arbeiða? 

Í summar 2019 bleiv eg spurdur, um eg hevði hug at fara til Grønlands at gera kanningararbeiði fyri COWI. Eg varð tikin av bóli og segði sjálvandi ja beinanvegin! At sleppa til Grønlands er ein dreymur hjá flestu jarðfrøðingum – tað er eitt stórt land við spennandi jarðfrøðiligum tilfeingi og umhvørvi. 


 

Arbeiðið í Grønlandi: 

Í Grønlandi skuldu vit gera “screeningsarbeiði” á tveimum avtoftaðum flogvøllum, sum amerikanararnir brúktu undir 2. veraldarbardaga. Flogvøllirnir eita Ikkatteq og Marraq, og teir vóru undir nýtslu frá 1942 til 1948. Tá ið kríggið endaði, fóru amerikanararnir frá flogvøllunum og lótu nógv liggja eftir. Allar verksmiðjur og hús, sum vórðu bygd undir krígnum, vórðu standandi. Oljutunnur, bilar og annað órudd varð eisini liggjandi. Tað verður m.a. mett, at tað liggja umleið 30.000 oljutunnur spjaddar nærindis flogvøllinum Ikkatteq. 

Alt hetta óruddið hevur ligið órørt í umleið 70 ár, og nú vilja fakfólk kanna, um hetta – serliga oljutunnurnar – hevur dálkað jørðina rundan um flogvøllirnar. Uppgávan hjá okkum var tí at gera umleið 200 hondboringar nærindis flogvøllunum. Vit skuldu bora umleið ein metur niður í jørðina og síðani taka prøvar av jørðini frá 0,20m, 0,50m og 1m. Eisini tóku vit nakrar vatnprøvar úr firðinum og úr einum vatni, sum var nærindis flogvøllunum, fyri at kanna, um tey møguliga eisini vóru dálkað.

Eg var í Grønlandi tvær ferðir. Á fyrsta túrinum fóru vit til Ikkatteq, ið liggur á eystursíðuni. Ikkatteq var ein stórur flogvøllur og varð brúktur til at millumlenda á, áðrenn farið varð víðari til Evropa. Flogvøllurin var mannaður við umleið 600 fólkum, og umráðið tá líktist einari bygd við m.a. vatnverki, elverki, akførum, húsum og einum flogfaraskýli. Í dag er alt tó illa farið, og eftir stendur bert tað, sum náttúran enn ikki hevur niðurbrotið.  

Vit búðu umborð á einum grønlendskum skipi, ið æt Adolf Jensen. Skipið var eitt gamalt rannsóknarskip og bleiv nú brúkt sum hotelskip. Vit búðu saman við nøkrum grønlendskum arbeiðsmonnum, sum høvdu til uppgávu at burturbeina allar oljutunnurnar. Aftan á arbeiðstíð plagdu teir at veiða kóp, fugl og fisk í ánni, og fongurin varð ofta etin til døgurða dagin eftir. Teir vóru ótrúliga fittir, og teir vóru raskir at bjóða okkum við at veiða. Sum føroyingur prátaði eg nógv við teir um at veiða hval, og ein dagin syrgdi skiparin sjálvur fyri at keypa mær grind frá einum veiðumanni, sum silgdi framvið. 

Vit silgdu á land klokkan sjey um morgunin, og síðan fór dagurin við at gera hondboringar við einum “pælespade” á ymisku økjunum, har oljutunnurnar lógu. Jørðin varð koyrd í nøkur royndargløs, sum síðani vórðu send til kanningar í Danmark. Enn luktaði jørðin illa av olju, sjálvt um oljutunnurnar hava ligið í umleið 70 ár!

Á seinna túrinum fóru vit til Marraq, ið liggur á suðurvest-síðuni í Grønlandi. Hesin flogvøllurin var nógv minni enn Ikkatteq. Flogvøllurin var mannaður við umleði 60 fólkum og varð mest brúktur sum neyðlendingarvøllur. Har lógu heldur ikki líka nógvar oljutunnur spjaddar sum í Ikkatteq. Flogvøllurin var á einari stórari sandfløtu, og hesa ferð búðu vit í nøkrum bingjum, sum vóru gjørdar til at gista í. Tað var ikki nógv pláss í bingjunum, tí eisini hesa ferð gistu vit við grønlendskum arbeiðsmonnum. Snorkan og ein deiligur luktur av tærnagassi var gerandisdagurin í bingjunum! 

Í Marraq var nógv djóralív. Hvønn morgun sóu vit nýggj spor frá fjallarevum, reindjórum og snjóharum. Eisini fleyg ein havørn ofta uppi yvir okkum og argaði ravnarnar. Arbeiðið í Marraq var tað sama sum áður, og eisini har luktaði jørðin av olju, har sum oljutunnurnar lógu. 

At sleppa at arbeiða í Grønlandi hevur verið eitt fantastiskt upplivilsi. Grønlendska náttúran er ótrúliga vøkur, og støddirnar á fjøllunum og firðunum kunnu ikki samanberast við okkara lítlu Føroyar. Fólkini, sum eg havi møtt, hava eisini verið ótrúliga fitt og fyrikomandi. Tað var stuttligt at uppliva útjaðaran í Grønlandi, har ið fólkini liva av at veiða í náttúruni í staðin fyri at fáa mat frá tættastu sølumiðstøðini. Eg kann bert viðmæla øllum at fara ein túr til Grønlands at uppliva vøkru náttúruna og grønlendska fólkið.  


 

Hørður Mouritzarson Mohr

Jarðfrøðilesandi á Københavns Universitet

Keypmannahavn

Grein úr Fjølnir 2020. Les blaðið her.

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Jónas Broncks gøta 25   -   100 - Tórshavn