Vegleiðing til at skriva CV

Høvundamynd.jpg

Niels Arge

MFS, ráðslimur 

Búskaparfrøði

Keypmannahavn

Eitt gott CV er skrivað miðvíst til starvið, sum tú søkir, og tað gevur yvirlit yvir útbúgving, starvsroyndir, førleikar og aðrar týdningarmiklar upplýsingar. Set orð á, hví tú ert tann rætti persónurin til starvið, og hví tú ynskir júst hetta starvið. Henda vegleiðingin skal geva tær nøkur góð ráð og íblástur til at skriva eitt gott CV, so tað verður serligt fyri júst teg.

Hvat er eitt CV?

Eitt CV er ein vørulýsing, har tú ert vøran, sum skal seljast á besta hátt. CV er ein stytting fyri curriculum vitae, ið merkir lívsskeið og skal lýsa, hvør tú ert, og hvat tú hevur gjørt. Tað vil siga eitt yvirlit yvir tínar starvsroyndir, útbúgving, persónligar eginleikar, upplýsingar og annað, sum tú hevur gjørt og lært gjøgnum lívið. Eitt CV er ikki bert eitt fylgiskjal til umsóknina: Tað er ofta tað fyrsta, sum arbeiðsgevarin hyggur at og er harvið fyrstahondsfatanin av tær. Eitt gott CV er lykilin til at sleppa til starvssamrøðu.

 

Henda einfalda vegleiðingin brúkar eitt kronologiskt CV. Tað vil siga, at tú skalt seta tínar starvsroyndir og útbúgving í eina raðfylgju, so tað nýggjasta stendur fyrst. Kronologiskt CV verður nógv brúkt, tí tað er lætt og gevur eitt gott yvirlit.

Nøkur góð ráð

Skriva stutt og greitt

Nevn tað týdningarmesta í mun til starvið. Halt teg til eina ella í mesta tvær síður. Arbeiðsgevarin brúkar í miðal 30-40 sekund til at snarlesa eitt CV.

Skraddaraseyma títt CV

Legg dent á førleikar, sum arbeiðsgevarin spyr eftir. Tað kanst tú finna í starvslýsingini ella á heimasíðuni og sosialu miðlunum hjá fyritøkuni.

Spyr tey rundan um teg

Foreldur, vinir, starvsfelagir og floksfelagir vilja ivaleyst hjálpa tær og kenna teg helst betur, enn tú gevur tær far um.

Rætta málsligar villur

Brúka ein rættstavara. Les CV'ið hart upp fyri tær sjálvum ella fá onkran annan at lesa tað.

Skil teg frá mongdini

Fá arbeiðsgevaran at minnast og leggja merki til tín við t.d. einum persónligum sniði, einari vakrari uppseting og fangandi yvirskrift.

Ver erlig/ur

Ikki lúgva ella skriva av einum øðrum CV. Eitt CV skal nevnliga lýsa, hvør tú ert

Hvat skal eitt CV innihalda?

Eitt CV er persónligt, og tí er eingin føst uppskrift til at skriva CV. Tað, sum kann vera gott at nevna til eitt starv, er ikki altíð eins viðkomandi til eitt annað starv. Til dømis er munur á at søkja starv í banka í mun til barnagarði. Tí mást tú í hvørjum einstøkum føri meta um, hvat er viðkomandi at nevna. Niðanfyri er eitt dømi um eina raðfylgju við ymiskum partum, ið møguliga hóska til teg og eitt starv, tú ætlar at søkja:

 

  1. Sambandsupplýsingar og mynd

  2. Stutt samanumtøka 

  3. Útbúgving

  4. Arbeiðsroyndir

  5. Skeið

  6. KT-førleikar

  7. Málkunnleiki

  8. Frítíðarítriv

  9. Viðmæli

 

Sambandsupplýsingar og mynd: Hetta skal vera ovast, so tað er lætt at finna. Upplýs navn, føðingardag, telefonnummar, teldupost og bústað. Um tú hevur LinkedIn, kanst tú seta eitt leinki til tín vanga saman við sambandsupplýsingunum. 

Ofta dáma arbeiðsgevarar at fáa eina mynd, men tað er ikki krav. Tað skal vera ein professjonell og smílandi andlitsmynd, ið líkist tær, við neutralari bakgrund. Klæðir og smyrsl mugu gjarna hóska til starvið.

 

Stutt samanumtøka: Skriva 5-6 reglur, helst í nútíð, har tú stutt og greitt greiðir frá, hvørjum íkasti tú kemur við til starvið. Nevn tínar kjarnuførleikar og tær týdningarmiklastu starvsroyndirnar. Samanumtøkan skal helst fanga áhugan hjá arbeiðsgevaranum. Skriva henda partin neyvt og gev tí bestu grundgevingina fyri, hví júst tú ert rætti persónur til starvið.

 

Útbúgving: Nevn útbúgving áðrenn starvsroyndir, um tú ert undir útbúgving ella nýútbúgvin. Skriva útbúgvingarheiti og skúla/universitet við feitari skrift. Minst til, at hetta er eitt kronologiskt CV, so tað nýggjasta skal standa fyrst. Við hvørja útbúgving skalt tú viðmerkja dagfesting og tíðarskeið. Greið frá lærugreinum og verkætlanum, sum eru viðkomandi fyri starvið, til dømis bacheloruppgávuna. Vís miðal støðumet, um tað kann gagna tær. Tað er ikki neyðugt at lýsa útbúgving longri aftur enn til miðnám/yrkisútbúgving.

Starvsroyndir: Skriva starvsheiti og fyritøku við feitari skrift. Við hvørt starv skalt tú viðmerkja dagfesting og tíðarskeið. Tað nýggjasta skal standa fyrst. Nevn viðkomandi arbeiðsøki og arbeiðsuppgávur (1-2 reglur og 1-6 punkt til hvørt starv), sum tú hevur havt, soleiðis at sjóneyka verður sett á viðkomandi førleikar og royndir. Tað er gott at vísa á okkurt dømi – um tú til dømis hevur verið partur av onkrari framgongd ella góðum úrslit – tí tað gevur tær trúvirði. 

Í hesum partinum kanst tú eisini nevna starvslæru, frítíðarstarv, lestrarstarv og sjálvboðið arbeiði, og greið stutt og greitt frá, hví hesi eru viðkomandi fyri starvið.

 

Fyritøkur spyrja ofta eftir royndum við ávísum arbeiðsuppgávum. Lat teg ikki forða, um tú ikki hevur royndirnar. Hugsa heldur um, hvat tú hevur, sum ger, at tú kanst røkja uppgávurnar. Um tú til dømis hevur verið tænari, ert tú vanur við at veita góða tænastu, hóast tú bæði hevur skund og avbjóðandi kundar.

Skeið: Hetta kann geva eina mynd av, at tú viðlíkaheldur og víðkar um tína vitan. Skriva sama skeiðsheiti sum útvegarin. Upplýs dagfesting og longd á skeiðnum.

KT-førleikar: Nevn viðkomandi telduforrit, sum tú dugir at brúka. Til hvørt telduforrit kanst tú áseta títt støði sum brúkari – um tú ert nýggjur, royndur ella serkønur – soleiðis at arbeiðsgevarin sær, hvussu væl tú dugir at brúka forritini. Tú kanst orða hetta á ymiskar mátar; brúka hugflogið.

Dømi 1: Royndur brúkari á sosialu miðlunum, eisini í samband við marknaðarføring.

Dømi 2: Microsoft Office pakkin; gott innlit í  Word og Powerpoint og sera royndur við Excel.

Málkunnleiki: Í dag er tað ofta ein fyrimunir, um tú dugir fleiri mál. Á sama hátt sum við KT-førleikum er tað gott at áseta kunnleikastig til málini, til dømis byrjanarstøði, framhaldsstøði, flótandi og móðurmál. Tað kann eisini býtast upp í skrivligt og munnligt. Um tú hevur eitt gott støðumet í einari lærugrein ella málroynd, sum er viðkomandi fyri starvið, kanst tú flætta tað inn í ávikavist útbúgving ella skeið.

Frítíðarítriv: Hesin parturin kann geva arbeiðsgevaranum innlit í tínar persónligu eginleikar og lívið uttan fyri arbeiðsplássið. Tað kann geva meining, um tað setur ein serligan dám á teg sum persón; serstakliga um tú tekst við okkurt áhugavert. Tað kann vera alt frá ítrótti og vælveru til tónleik og list.

Viðmæli: Tað er ein fyrimunir, um tú hevur viðmæli frá tínum núverandi ella fyrrverandi arbeiðsplássi. Sum oftast eru tað stjóri ella leiðari, sum skriva viðmæli. Tú kanst upplýsa navn og telefonnummar ella skriva ,,eftir umbøn verða viðmæli fegin latin’’. Minst tó til at avtala tað við viðkomandi fyrrverandi arbeiðsgevara, áðrenn tú sendir umsóknina.

Vel eina góða uppseting

Arbeiðsgevarin hyggur skjótt gjøgnum títt CV, so gev tær stundir til uppsetingina. Niðanfyri eru nøkur góð ráð til uppseting, so lesarin lættliga kann skeita í títt CV.

  • Být partarnar týðiliga upp - tað gevur eitt skjótt og gott yvirlit 

  • Brúka vanliga stødd og slag av skrift, til dømis Times New Roman stødd 12

  • Skriva navn og síðutal á hvørja síðu, til dømis á síðufótinum ella síðuhøvdinum

  • CV og starvsumsókn skulu hava somu stødd, skriftsslag og litir

  • Send CV’ið sum pdf og gev fílunum navn, so tað er lætt hjá arbeiðsgevaranum at síggja hvat er hvat

 

Ein flott uppseting kann vera trupul at gera, og flest øll hava ikki tíð og orku til tess. Tíbetur eru skabelónir á netinum og í skriviforritum sum Word, har tú ómakaleyst kanst seta tínar upplýsingar inn í.

Henda vegleiðingin hevur greitt frá, hvussu tú kanst skriva eitt kronologiskt CV. Á netinum er nógv tilfar, og tí er tað sannlíkt, at tú kanst finna eina vegleiðing til tína yrkisleið - møguliga á deildini á tínum universiteti. Harumframt bjóða nógv fakfeløg, universitet og aðrir stovnar almennar fyrilestrar, verkstovur og sparring til at skriva CV. Eisini ber til at fylgja við tiltøkum á sosialu miðlunum.

 

Góða eydnu!

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.