Vegleiðingarstovan á Hoydalsvegi 1

Kristianna Mortansdóttir

Í einum hugnaligum húsum á Hoydalsvegi 1 í Havn heldur nýstovnaða Vegleiðingarstovan til. Tað var táverandi landstýriskvinna í mentamálum, Hanna Jensen, sum tók stig til, at Vegleiðingarstovan skuldi setast á stovn, og lat hon upp um miðjan juli 2019. 

Lestrarvegleiðing í Føroyum byrjaði, tá HF varð sett á stovn í Hoydølum fyrst í 1970’unum.  Seinni fingu studentaskúlanæmingar eisini lut í lestrarvegleiðingini. Vegleiðing hevur síðani verið partur av miðnámi, hóast tað hevur verið ymiskt frá skúla til skúla, hvussu lestrarvegleiðingin hevur arbeitt. 

Skúlavegleiðing kom í fólkaskúlan seinast í 1970’unum. Tað er tó ymiskt, hvussu skúlavegleiðing hevur verið á teimum ymisku skúlunum, og tímatalið til skúlavegleiðing hevur verið sera lágt øll árini. Nú er tímatalið tó økt munandi, og hetta fer at geva skúlavegleiðarum fleiri møguleikar til teirra týdningarmikla arbeiði á skúlunum. 

LFÚ (Landsfelag fyri Føroyingar undir Útbúgving) lat upp vegleiðingarskrivstovu í Havn seinast í 1980’unum. Í LFÚ kundu øll vaksin - í breiðasta týdningi - fáa vegleiðing innan lestrar- og yrkisviðurskifti. Í 2010 bleiv LFÚ tó avtikið, og virksemið, sum LFÚ hevði havt, varð flutt yvir í Altjóða Skrivstovuna, sum sama ár bleiv ein partur av Setrinum.  Læraraskúlin og Sjúkrasystraskúlin, sum tey itu, áðrenn tey blivu partur av Setrinum, hava eisini í mong ár havt vegleiðing. 

Vegleiðing hevur sostatt verið ein fastur partur av føroyska samfelagnum í mong ár, men nú hevur politiski myndugleikin tikið avgerð um at seta á stovn eina vegleiðingarstovu, sum skal vera ein savnandi eind um vegleiðing í Føroyum, og sum skal standa á odda fyri at seta í verk lívlanga vegleiðing í føroyska samfelagnum. 

Í uppritinum til Vegleiðingarstovuna, sum varð skrivað í Undirvísingarstýrinum, stendur: 

“Orsøk til, at málið verður tikið upp. Útbúgvingar og arbeiðsviðurskifti broytast støðugt, og tað setur stór krøv til lívlanga vegleiðing. Dygdargóð vegleiðing eigur at verða lætt atkomilig hjá øllum borgarum í Føroyum. Brúk er fyri eini meira samanhangandi vegleiðingarskipan, sum ger gagn av vitan og førleikum, sum í dag liggja meira og minni avbyrgd úti á skúlum, hjá myndugleikum, stovnum og øðrum. Endamálið er at menna dygdina í lívlangari vegleiðing, so tað gerst lættari hjá borgarum og øðrum.”

Sum sagt í uppritunum, so broytist útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðurin alsamt og kann mangan tykjast sera fløktur. Tí er sera umráðandi, at lívlong vegleiðing verður fyri øll í Føroyum. Endamálið við lívlangari vegleiðing er at vegleiða fólk í øllum aldri at menna seg - hetta veri seg útbúgvingarliga ella starvsliga - alt eftir hvørju støðu, hvør einstakur er í. Lívlong vegleiðing hevur týdning fyri lívsvirðið hjá borgaranum. Tað er neyðugt at kunna leita sær vegleiðing og fáa svar upp á spurningar og ivamál í sambandi við lesnað, broytta arbeiðsleið, førleikamenning ella val av lívsleið – alt sera týdningarmikil stig í lívinum. 

Lívlong vegleiðing kann eisini hava gagnliga ávirkan á búskapin í samfelagnum. Tá fólk hava møguleika at fáa vegleiðing innan val av yrki, um tey gerast arbeiðsleys ella ynskja at broyta lívsleið, kann vegleiðing føra við sær, at tey koma skjótari í gongd við tað, tey ynskja - hetta til gagns fyri tann einstaka, arbeiðsstaðið og samfelagið sum heild.

Nógv fara gjøgnum útbúgvingarskipanina og út á arbeiðsmarknaðin á sjálvstøðugan hátt, men onnur hava tørv á at tosa við ein vegleiðara, tá tey skulu velja. Á útbúgvingarstovnunum eru, sum áður nevnt, tilboð um vegleiðing, har næmingar og lesandi kunnu fáa vegleiðing um ymisk viðurskifti. Tó kann verða neyðugt at søkja sær vegleiðing aðrastaðni - eitt nú á Vegleiðingarstovuni, sum er eitt tilboð um vegleiðing innan útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarmøguleikar til tey, ið ikki eru knýtt at útbúgvingarskipanini.

Nú Vegleiðingarstovan er sett á stovn, kunnu øll í Føroyum fáa javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan útbúgvingar-, læru- ella arbeiðsmøguleikar á einum óheftum staði. Fólk eru vælkomin inn á gólvið á Vegleiðingarstovuni at tosa um teirra útbúgvingar- og starvsmøguleikar við øllum, sum hartil hoyrir, og eisini ber til at ringja ella senda ein teldupost.

Vegleiðingarstovan hevur sett eitt átak í verk, har vit vitja ymisk støð í landinum og hava vegleiðing, t.d. á bókasøvnum, skúlum, mentanarhúsum og íverksetarahúsum. Hetta átakið eitur “Vegleiðingarstovan kring landið”. Tað er mangan best at hitta vegleiðaran andlit til andlits, tí í samrøðuni spretta nýggj hugskot, og soleiðis kann ein fáa meira burtur úr vegleiðingini. Við hesum átaki fáa fólk møguleikan at tosa við ein vegleiðara - eisini uttan fyri miðstaðarøkið. 

Vegleiðingarstovan er eisini í holt við at menna eina sonevnda e-vegleiðing, sum er ein skipan, har fólk kunnu ringja, skriva ella kjatta við ein vegleiðara á Vegleiðingarstovuni – eisin uttan fyri “vanliga arbeiðstíð”. Hetta er ein sera hentur vegleiðingarmøguleiki, um ikki ber til hjá fólki at koma til vegleiðing á Vegleiðingarstovuni – og hetta er eisini ein góður møguleiki at byrja vegleiðingarsamskiftið við ein vegleiðara. Heimasíðan hjá Vegleiðingarstovuni, www.vegleiding.fo,  er skjótt liðug. 

Øll  útbúgvingarøki eru umboðað á Vegleiðingarstovuni. Tí er altíð møguleiki fyri dygdargóðari vegleiðing – og vit vita, hvønn vit skulu seta okkum í samband við fyri at fáa besta svarið upp á spurningar og ivamál.

Kristianna Mortansdóttir
Lestrarvegleiðari
Verkætlanarleiðari á Vegleiðingarstovuni

Grein úr Fjølnir 2020. Les blaðið her.

© 2020 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 | Hoydalsvegur 1   -   100 - Tórshavn