Vegleiðingarstovan um starvsvenjing

Hevur tú nakrantíð hugsað um at fara í starvsvenjing sum part av tínari útbúgving?

Maiken til MFS.jpg

Maiken Skarðenni

Vegleiðari á Vegleiðingarstovuni

www.vegleiding.fo

Tað eru ymiskar grundgevingar fyri, hví lesandi fara í starvsvenjing. Nakrar útbúgvingar krevja tað av tær, meðan aðrar seta tað fram sum ein møguleika.

Lestrartíðin er ofta merkt av, at lærdómurin er ástøðiligur. Tað er gott at hava skil á ástøðinum, men bóklig vitan er ikki alt. Tað er eins týdningarmikið at royna, hvussu ástøðið roynist í verki. 

Verkligar royndir eru bæði góðar at hava við sær inn aftur í lesnaðin, og tá tú seinni skalt søkja starv. Lesandi, sum hava verið í starvsvenjing, hava fortalt, at starvsroyndirnar styrktu teirra førleikar og góvu eina djúpari fatan av ástøðinum. Hetta hevði síðan við sær, at lesnaðurin gjørdist áhugaverdari og lættari eftir starvsvenjingina.

Ein starvsvenjing er harafturat ein møguleiki fyri at fáa nærri vitan um starvsmøguleikar og at royna teg á einum ávísum øki. Hetta er ein góður háttur at finna eina møguliga yrkisleið uttan at binda teg til eitt starv.

Við starvsvenjing á tínum CV kanst tú vísa einum komandi arbeiðsgevara, at tú hevur eina fatan av, hvat arbeiðslívið krevur av tær.

Sambond og tey netverk, tú skapar í vinnulívinum, kunnu ikki yvirmetast. Tú sært møguliga ikki, hvat tey kunnu brúkast til beint nú, men tað kann væl vera, at tú seinni fært tilboð um starv umvegis títt netverk.

Starvsvenjing kann vera ein fyrimunur og ein góð roynd fyri teg, bæði undir lestrartíðini og á starvsleiðini.

Samanumtikið er nógv gott at siga um starvsvenjing:

-Tú fært yrkisroyndir

-Ástøðiligi parturin av útbúgvingini gerst ítøkiligari

-Tú fært royndir uttan at binda teg

-Tú skapar sambond 

-Tú verður betri ílatin at søkja starv

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.